VIT HAVA HANDIL
Her er myndasavn frá handlinum
Verkætlanin byrjaði við, at børnini fingu boð um at samla tómar pakkar av øllum
mati og øðrum, sum verður brúkt í einum vanligum húsarhaldi. Tey fóru sera
hugagóð til verka, og ikki var longi, til vit høvdu upp í einar 6 skrelliposar
av handilsvøru.
Síðani fóru vit í gongd við at prísa vøruna. Børnini vóru sett í bólkar á 2-3 í
hvørjum bólki. Tey skuldu samráðast um, hvat prísurin skuldi verða á vøruni, og
so prísa hana. Tað hendi, at td. mjólkin ella sami keksapakki ikki hevði sama
prís, men tað bilti ikki, tí, sum tey søgdu, viðhvørt kostar tann sama vøran
ikki tað sama í Bónus sum í FK
Tá vit vóru liðug at prísa, fóru vit ein túr út í Kiosk Vár, har mamman hjá
einari gentu í flokkinum arbeiðir. Hon vísti okkum inn á lagri, har tey goyma
alla vøruna. Eisini vísti hon okkum runt í handlinum - ikki tí, hetta var ikki
nakað nýtt stað fyri nakran av okkum ? , men vit fingu at vita, hvussu vøran
eigur at setast á hyllarnar og hvat eigur at verða bólkað saman.
Aftaná vitjanina í Kiosk Vár, fóru vit aftur í skúlan at bólka vøruna og seta
hana á hyllarnar á bókasavninum, har handilin skuldi verða.
So var klárt at byrja uppá tann mest spennandi partin av verkætlanini, nemliga
at keypa og selja. Børnini skiftust um at keypa og at sita við kassan. Vit høvdu
lænt innkeypskurvar frá FK og Kiosk Vár, so tað skuldi virka so veruligt sum
gjørligt, tá farið varð til handils.
Tað má sigast, at hetta vóru sera hugnaligir – og eitt sindur rokaligir dagar.
Børnini stórhugnaðu sær við at spæla handil. Tey keyptu ikki bara okkurt – nei,
tað varð væl valt. Tey keyptu inn til at baka eina kaku, og tá tey keyptu
burgara, so keyptu tey eisini ketjup og remulátu. Damurnar keyptu sjampo og
luktilsi, tí tær skuldu í ball – og so keyptu tær eisini mat inn til ballið.
Ein væleydnað verkætlan – har børnini lærdu eitt sindur um handilslívið – um at
taka fyri og geva pengar aftur. Eisini lærdu tey, at tað ber ikki til at keypa
fyri meira enn tú hevur pengar fyri. Tey lærdu at arbeiða saman og at vera góðir
vinir.
Guðrun Malena og Miriam Greta