Grassroots dagurin í Føroyum hevur verið í dag. Ætlanin var at fáa so nógv fólk sum gjørligt, at spæla fótbólt í Føroyum sama tíðspunkt. Hetta kundi ganga fyri seg á fótbóltsvallum, sparkivallum, spæliplássum, túnum, skúlagørðum, barnagørðum, stovnum, ellisheimum, arbeiðsplássum o.s.fr. Ja samanumtikið so kundi spælast á øllum hugsandi støðum. Miðað varð ímóti at so nógv íðkandi sum gjørligt vóru í gongd í dag í tíðarskeiðnum frá kl. 11.00 – 14.00.
NSÍ fyriskipaði haldinum av Grassroots degnum her um leiðir. Við vælvild frá skúlanum og hjálp frá lærarum skúlans høvdu børnini høvi at spæla fótbólt einna løtu í dag.
Í Glyvra skúla luttóku 120 børn úr 1.-3. flokki. Úr Skúlanum við Løkin luttóku eini 200 børn úr 4.-7. flokki. Eisini luttóku eini 60 barnagarðs- og dagrøktarbørn. Í Frítíðarskúlanum í Rituvík íðkaðu 40 børn, og enntá á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi vóru 30 fólk virkin við fótbólti hendan dagin. Íalt vóru 450 luttakarar vóru til tiltakið sum NSÌ skipað fyri.
Her er leinkja til heimasíðuna hjá NSÍ har eru nakrar myndir frá degnum, sum Sølvi R. Hansen og Kristian Gaardbo hava tikið. Fleiri koma seinni.
