Drotning vitjar við Løkin

Hósdagin 27. mai  stóð brádliga ein stjørna á lærarastovuni við Løkin. Tað var eingin onnur enn lokala sangstjørnan Anna Nygaard, sum trein innar. Anna er á konsertferð í Føroyum, og sjálvandi er útselt í Løkshøll. Seinasta ár var Anna við í kabarettini her, og nú er hon sangstjørna, sum er kend um ríkið alt.

Sjálvandi vóru lærarar og næmingar fegnir um vitjanina. Onkur av gomlu lærarunum fóru inn í Løkshøll at lurta, meðan Anna vandi saman við X-factor orkestrinum og tí lokala gittarsnillinginum, Hjalta Joensen.

Her er eitt lítið myndasavn