|
DØMI UM, HVUSSU STREYMORKA OG STREYMNÝTSLA VERÐA ROKNAÐ
Orkunýtslan, ið ein ljóspera brúkar
Ein 60 Watt ljóspera brúkar 60 Joule um sekundið.
Hvør er orkunýtslan í ein tíma?
60 J/sek. x 60 sek. x 60 min. = 216000 J
Umroknað til kJ ( 1 kJ= 1000 J): 216000 /1000 = 216 kJ
Orkunýtlslan hjá sjónvarpi
Streymnýtslan hjá gomlum flatskerms-sjónvarpi er 100 W um tíman.
Standby nýtslan er 4 Watt um tíman.
Hvussu nógvar kWh brúkar sjónvarpið íalt um árið, um hugt verður at sjónvarpi 4 tímar um dagin og um tólið stendur í standby restina av samdøgrinum.
Daglig streymnýtsla:
100 W x 4 tímar + 4 Watt x 20 tímar = 480 Wh um dagin.
Árliga streymnýtsla (365 dagar):
480 Wh X 365 dagar = 175200 Wh = 175,2 kWh um árið.
Hvat kostar henda elnýtslan árliga?
Í 2008 kostaði 1 kWh 1,51 kr. T.v.s, at sjónvarpsstreymnýtslan kostar
1,51 kr pr. kWh x 175,2 kWh = 264,5 kr. um árið
Streymsparing við at skifta frá gólvteldu til farteldu
Ein gólvtelda av slagnum Siemens Fujitsu ESPRIMO E5915 brúkar 71 Watt, tá hon er tendrað, í sleep 2,3 Watt og í standby 1,6 Watt. Skermurin brúkar 90 Watt, tá hann er tendraður, 8 Watt í sleep og 4 watt í standby.
Ein fartelda av slagnum Fujitsu Siemens AMILO Pa 3515-001 brúkar 14,8 Watt, tá hon er tendrað, 0,4 Watt í sleep og 0 Watt í standby.
Hvussu stór er sparingin um árið, um skift verður frá eini gólvteldu til eina farteldu, tá teldan verður brúkt 8 tímar um dagin, stendur 1 tíma í sleep og 2 tímar standby um dagin?
Gólvtelda:
Daglig streymnýtslan hjá telduna:
(71 Watt x 8 tímar) + (2,3 Watt x 1 tíma) + (1,6 Watt x 2 tímar) =573, 5 Wh
Daglig streymnýtslan hjá skerminum:
(90 Watt x 8 tímar) + (8 Watt x 1 tíma) + (4 Watt x 2 tímar) = 736,0 Wh
Daglig streymnýslan hjá telduna og skerminum íalt:
573,5 Wh + 736,0 Wh = 1309,5 Wh
Umroknað til kWh: ( 1 kWh= 1000 Wh): 1309,5/1000 = 1,3095 kWh
Árliga kostnaður: 1,3095 kWh * 1,51 kr. per kWh * 365 kr=
722 kr.
Fartelda:
Daglig streymnýtsla:
(14,8 Watt x 8 tímar) + (0,4 Watt x 1 tíma) + (0 Watt x 2 tímar) = 118,8 Wh
Umroknað til kWh ( 1 kWh = 1000 Wh) : 118,8/1000 = 0,1188 kWh
Árliga kostanaður: 0,1188 kWh x 1,51 kr. per kWh x 365 dagar= 65 kr
Árliga sparingin í krónum, um skift verður frá gólvteldu til farteldu:
(722 - 65 ) kr. = 657 kr.
|