ORKA OG VEÐURLAG

  
  

         
 

ÚTROKNING AV OLJUNÝTSLU


 

Oljunýtsla í sethúsum

Í 1990 var oljunýtslan í øllum sethúsum í Føroyum tilsamans 46125 tons. Í 2007 var nýtslan 37900 tons.

Hvussu nógv minkaði oljunýtslan frá 1990-2007 í tonsum?

46125-37900 tons= 8225 tons

Hvussu nógv minkaði oljunýtslan frá 1990-2007 í prosentum (%)?

(8225 tons / 46125 tons) x 100 % = 17,8 %


Orkunýtsla og CO2 útlát frá einum sethúsi

Eini vanlig sethús brúka árliga 2300 litrar av gassolju. Streymnýtslan er árliga umleið 3000 kWh. Roknað verður við, at streymframleiðslan er grundað á tungolju.

Hvussu nógv er árligi orkunýtslun hjá sethúsinum (1 litur av olju = 1 kWh)?

2300 litrar av olju = 2300 x 10 kWh = 23000 kWh

Samlað orkunýtsla frá streymi og olju:

23000 + 3000 kWh = 26000 kWh= 26 MWh

Hvussu nógv er árliga CO2 útlátið?

Fyri at rokna CO2 útlát, má kWh fyrst umroknast til eindina GJ (Giga joule) fyri olju og streym hvør sær:

Streymnýtsla : 3 x 3,6 GJ= 10,8 GJ

Hiti: 23 x 3,6 GJ = 82,8 GJ

Nú kann CO2 útlátið útroknast (sí. "Brennivirði"):

Útlát frá streymnýtslu (Tungolja): 10, 8 GJ x 80,0 kg/GJ = 864 kg = 0,864 tons

Útlát frá oljunýtslu (Gassolja): 82,8 GJ x 74 kg/GJ = 6127 kg = 6,127 tons

CO2 útlát frá sethúsinum íalt= (0,864 + 6,127) tons = 6,991 tons

 

 

 

 
Roknidømi:
 
Streymnýtsla
Oljunýtsla
 
 
 
 
 
 
 
   

Mentamálaráðið, Fólkaskúladeildin, 2009
Teldupost