ORKA OG VEÐURLAG

  
  

         
 

VINDUR

Vindmyllur hava verið i nýtslu í nógv túsund ár. Fyrstu myllurnar í Norðanlondum sóust í Danmark og Svøríki um ár 1330. Bert á Álandi í Svøríki vóru um ár 1850 2000 myllur, ið brúktar vóru til at mala korn o.a. Í Europa vóru myllur eisini brúktar í pappírsídnaðinum og til at pumpa vatn út um nógvu byrgingarnar fram við hálendsku og norðurtýsku strondunum. Í Týsklandi vóru heilar 18.000 myllur í 1895, og heilt fram til 1960 vóru umleið 1000 av gomlu myllunum enn nýtiligar.

Orkan í vindi er rørsluorka og verður roknað sum tann máttur, ið blæsur gjøgnum eina vídd t.d. 1 m2 við ávísari ferð og við tí rúmtyngd, ið luftin hevur.
Møguligt er ikki at vinna samlaðu orkuna í vindinum. Funnið er fram til, at ástøðiliga nøgdin er 59,3% av upprunaligu orkumongdini. Nýtslustigið hjá eini vindmyllu verður tí roknað sum vunnin orka av ástøðiligu nøgdini.

Í 1990 varð avgerð tikin um, sum eina roynd, at seta eina vindmyllu upp til streymframleiðslu í Neshaga norðanfyri Vørðuna. Í apríl 1993 byrjaði hon at mala. Royndin gekk væl. Hon hevur higartil malið uttan stórvegis trupulleikar. Aftaná eitt áramál varð avgjørt at seta eina størri myllu upp, men av ávísum orsøkum var hetta av ongum. So gingu aftur nøkur ár, og bleiv støða tikin til at seta tríggjar myllur upp. Hesar vórðu reistar í juni 2005 og mólu síðst í mánaðinum. Mylla 2 stendur beint vestanfyri Vørðuna, og hinar báðar sunnanfyri.

 

Í 2009 varð vindorkuparturin av samlaða orkunýtsluna í Føroyum 0.6%.

 


 

 

 

 

 

 

 

Mentamálaráðið, Fólkaskúladeildin, 2009
Teldupost