|
VATN
Vatnorka bleiv fyrstu ferð nýtt til ravmagnsframleiðslu í 1921 við verkinum í Botni í Vági. Har eru 3 generatorar, hvør á uml 1MW. Framleiðslan er uml. 5 mill. KWt í miðal um árið. Avfalsøkið í Suðuroy er 7,6 km2 við dalpartinum í Hovi har Bessavatn rennur í Vatnsnesvatn við frárenning til Ryskjuvatn og haðani til orkustøðina í Botni.
Nýggjasta vatnorkuverkið er Eiðisverkið, har Eiðisvatn er brúkt til goymslubrunn. Innsavningarøkið er uml. 40 km2 av Norður-Eysturoy. Vatnstøðan er hækkað 20 m við tveimum 500 m longum byrgingum, ið eru 21 og 11 metur høgar. Goymslunøgdin er 16,4 mill. m3. Eiðisverkætlanin er ikki liðugt útbygt. Byggistigini eru 4 harav 2 eru framd. Byggistig nr. 2 og 4 eru syðri partar av Eysturoy, vestan frá Svínáum til Veðranes og eystan frá Vesturdalsá til Strendur. Hesi øki eru mett at geva íalt uml. 20GWt/ár.
Í 2009 varð vatnorkuparturin av samlaða orkunýtsluna í Føroyum 3.7%.
|