| |
SÓLORKA
Sólin er grundarlagið fyri õllum lívi á Jørðini, og eisini grundarlagið fyri m.a. vind- vatn- og alduorku. Mett verður, at sólin kemur at senda sínar geislar næstu uml. 5 milliardir av árum. Orkan, vit móttaka frá sólini, er árliga uml. 15.000 ferðir størri enn samlaða orkunýtslan í heiminum, og 10 ferðrir størri enn allar goymslur av olju, koli og uran tilsamans.
Sólargeislingin kann nýtast antin beinleiðis til upphitan av vatni, ella hon kann nýtast til framleiðslu av ravmagni.
Sólpanel ella sólplátur til heitt vatn eru oftast koparplátur klæddar við einum svartum kappa. Her gongur vatn í innbygdum rõrum, og tá hitin er komin upp um eitt ávíst mark, t.d. 90 hitastig, verður vatnið latið gjøgnum hitavekslara í vatntanga. Verður alt vatnið ikki nýtt beinleiðis, kann tað goymast í hábjálvaðum tanga.
Í Sundalagnum, miðskeiðis millum Áirnar og Hvalvík, stendur lítið betonghús við sjóvarmálan. Á tekjuni sæst eitt langt hvítt rør, ið peikar yvir móti brúnni um Streymin. Hetta er sigliljós til smábátar, og er orkuskipanin 6 sólkyknuplátur, festar á bygningin niðan móti landsvegnum - móti suður. Eisini hava fleiri av okkara vitum nýliga fingið sett upp sólkyknur. Orsøkin er einamest, at frástøðan til ravmagnsnetið hjá SEV er ov stór, og at íbindingarkostnaðurin tessvegna verður ov stórur.
Vit hava á okkara leiðum uml. 900 sólartímar um árið. Sólkyknur á uml. 0,15KW geva uml. 190 KWt um árið, men má havast í huga at góð 30% fáast afturat við óbeinleiðis sólarljósi.
Nýtslan av sólorkuni verður gjørd eftir tveimum hættum:
Sólfangarar - sólhitapanelir sólorkan broytist til hita.
Í einum sólhitaverki er árinsstigin 25 – 50%.Sólkyknur - sólorkan broytist til el.
Árinsstigin er uml. 10 – 21%
|
|



|
|