ORKA OG VEÐURLAG

  
  

         
 

ALDUORKA


Orkan í aldum er grundað partvís á, hvussu høg aldan er, og partvís hvussu skjótt aldan flytur seg. Sum dømi kann nevnast, at við alduhædd á 1 metur (amplituda 2 metur, t.v.s. munur á aldutoppi og aldudali) og við 10 sekundum til næstu aldu, gevur 1 km2 av havflatu uml. 1400KWt. Tá ið aldan kemur at strond við uml. 30 km ferð, rakar hon við einari megi uppá 40.000 KW, ella fyri hvønn metur við 40 KW.

Orkunøgdin í aldum er rættuliga stór, og verður mett at kunna framleiða meira ravmagnsorku enn samlaða nýtslan í heiminum í lõtuni. Út fyri strendurnar í Cornwall eru onglendingar við at byggja eitt streymorkuverk á havbotninum. Grundreglan er tann sama sum við vindmyllym: her er tað tó havstreymurin, ið dregur veingirnar. Talan var síðst í 80´unum um møguleikan at seta streymorkuverk upp í Vestmannasundi. Streymharðastu støð í heiminum sigast verða Vestmannasund og annað sund í Canada.

 

Náttúruvísindadeildin er 1. mars 2009 farin undir at kortleggja møguleikarnar fyri at vinna ravmagn úr sjóvarfallinum. Les meira ...

 

 

 

 

 

 

 

Mentamálaráðið, Fólkaskúladeildin, 2009
Teldupost