ORKA OG VEÐURLAG

  
  

         
 

Norðurlendskur veðurlagsdagur verður 11. novembur 2010.

Norðurlendski veðurlagsdagurin er 11. nov. 2010, og er hetta eitt gott høvi hjá skúlunum at arbeiða við ymsum spurningum í sambandi við veðurlagsbroytingar Endamálið við norðurlendska veðurlagsdegnum er at fáa børn og ung í Norðurlondum til virkin at taka lut í arbeiðinum við veðurlagsbroytingum, har viðgjørdir verða spurningar um veðurlag og umhvørvi í Norðurlondum tvørtur um landamørk. Høvuðsspurningarnir eru, hvussu tey ungu taka ímóti og eru fyrireikað til at ávirka veðurlagshóttanina, og hvat vit í Norðurlondum kunnu læra hvør av øðrum. Tað er Norðurlendska ráðharraráðið og norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir, sum hava tikið stig til norðurlendska veðurlagsdagin, og er í hesum sambandi gjørd heimasíðan, www. klimanorden.org .

Á heimasíðuni, www. klimanorden.org er skipað fyri ymsum tiltøkum í heyst í sambandi við veðurlag og umhvørvi, eisini eru kappingar, har næmingarnir kunnu luttaka, sum teknikapping, spurnarkapping, skrivikapping og filmskapping. Hetta er samstundis ein møguleiki hjá skúlunum at samskipa norðurlendska arbeiðið við skúlans arbeiði um veðurlag og umhvørvi

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 

Mentamálaráðið, Fólkaskúladeildin, 2009
Teldupost