Eldri bólkur - vikuseðil: Tíanverri hevur ikki eydnast mær - tøkniliga - at leggja vikuseðilin inn á heimasíðuna. Næmingarnir fingu vikuseðilin hósdagin og vit prátaðu um skipanina.
Myndirnar frá Per á Hædd eru komnar - tær, ið ikki verða handaðar í skúlanum kl. 8 hósmorgunin 24/6-10, taki eg við í Látrið kl. 17.
Av tí at tað dregur út við nýggju heimasíðuni, verður bert vev-álmanakkin dagførdur - og tað hevur við sær at heitt verður á næmingar og foreldur at nýta møguleikan at hyggja at álmanakkan við jøvnum millumbili.
Í álmanakkanum síggja tit:
- avtalurnar tit áður hava fingið á prenti (m.a. langa vikuskiftið, ið er fyri framman)
- innskrivingina til 1.fl. 2010/2011
- frídagarnar komandi skúlaár
Útferðin niðan á Kongavarða, er fyri allan skúlan. Vit fara inn mánadagin 14. juni kl. 8:20 og fara úr Havn aftur kl. 16:20. Minnist til at møta í hóskandi klæðum og sjálvsagt at hava bæði matpakka og vatn við. Vikuseðilin verður sendur teimum eldru í telduposti í vikuskiftinum.
Kunning - alment: Nólsoyar skúli
Kunning - foreldur: Nólsoyar skúli
Gott nýggjár! Tíanverri dregur út at fáa nýggju heimasíðuna lidna, men her verður roynd løgd at vísa til vev-álmanakkan
Jólaguðstænastan v/ Ann D. Hansen, presti - verður mikudagin 16. des. kl. 10:30. Okkara ynski er, at øll kenna seg vælkomin :-)
Jólahaldið í Nólsoyar skúla verður leygardagin 12. des. kl. 17 til 19 - øll eru vælkomin :-)
Norðurlendsk bókasavnsvika
Mánadagin 9. nov. verður innihaldið í skúladegnum eisini við atlitið at bókasavninum í Nólsoyar skúla
og norðurlendska tiltakið - farið verður ikki til Havnar
---
Starvsvenjing: Hesar tríggjar vikurnar eftir heystfrítíðina var Anna Marna í starvsvenjing í Nólsoyar skúla - handarbeið við yngra bólki og kristni við eldra bólki - vit eru sera fegin um hennara leiklut í skúlanum og ynskja Annu Marnu framhaldandi góðan lesnað.
---
Tannrøktararnir vitja yngra bólk fríggjamorgunin 23. okt. 2009
---
---
Slóð í smb. v/ H1N1 - Trýst her
---
R E N N I D A G U R - mikudagin 30/9
Í samstarvi við Látrið - og fyri at geva øllum møguleika at renna 10 km -
verður rennidagur mikudagin 30. sept. kl. 10 til uml. 11:30
Latið børnini verða í hóskandi klæðum.
Eftir renningina, verður farið í Látrið
:-)
---
Skúlin er stongdur í dag 28. sept - øskukalt!
---
Felags foreldrafundurin verður mikukvøldið 16/9-9
kl. 19:00 til 20:30
Møguleiki verður at gera viðmerkingar til álmanakkan, ið tit finna í "Kunning - foreldur"
---
Felags útferð við skúlabólkinum í Látrinum
verður mánadagin 14/9-9, børnini møta í skúlanum kl. 8
---
Eins og vanligt, so mugu børnini sjálvsagt minnast til bæði matpakka og vatn
- afturat renniklæðum og svimjiklæðum, tá vit renna og svimja 9/9-9
---
Rennidagurin í ár verður á Velbastað mánadagin 7. september. Vit fara til Havnar kl. 8:20 og fylgjast í bussu við skúlanum úr Kaldbak. Eftir rennidagin og hugna á Velbastað, fara vit til Havnar og fara til Nólsoyar kl. 16:20. Minnist til at møta í hóskandi renniklæðum og at hava mat og drekka við.
---
Fríggjamorgunin 28. august fara næmingarnir at vitja ferðslu-løgregluna. Farið verður til Havnar kl. 8:20 og aftur til Nólsoyar kl. 12.
---
"Ferðsla og ferðslutrygd" er evnið hesa skúlavikuna (24.-28. august 2009)
- eisini tá ið vit ganga niðan at renna og svimja mikudagin
Ein av áhugaverdu slóðunum vit fingu frá RFF er: www.trafikkogskole.no
---
Týsdagin 25. august verður heitt á næmingarnar at taka súkklu og/ella rulluskoytur við í skúla (afturat hjálmi o.ø.)
soleiðis at tey kunnu taka lut í tiltakinum kl. 10:00 til 11:30, tá "súkklubreyt" verður skipað í skúlagarðinum.
---
Kunningarskriv um First LEGO League 2009
...tó at skúlin ikki meldar til, so er áhugavert at fylgja uppgávuni og at hyggja at kappingini.
Hevur onkur hug at skipa lið, so er Jákup fúsur at svara spurningum og í ávísan mun at hjálpa til.
Eins og í fjør er galdandi, at børnini, skulu nýta súkkluhjálm, um tey súkkla í skúla - og tey kunnu í fríkorterinum súkkla á eystara partinum í skúlagarðinum. Taka børnini við sær rennihjól, rullufjøl ella rulluskoytur, so er neyðugt at verða í knæverjum, albogaverjum og hjálmi.
Gevið gætur! I-pod, Mp3-spælarar og líknandi tól, eru hereftir ikki loyvd at hava við sær í skúla! Skúlin fer at útvega sær hesi amboð, um tørvur er á teimum í undirvísingarhøpi. Viðvíkjandi fartelefonum, er enn galdandi, at í teimum førum telefonin órógvar, verður hon tikin frá barninum og foreldrini kunnu heinta telefonina hjá fyrstalæraranum (í skúlanum, í arbeiðstíð).
Umhvørvisstovan hevur leitað fram nøkur góð ráð til børn og foreldur teirra, sum kunna nýtast tá skúlataskan skal gerast klár. Ja, hatta er ein slóð...:-)
Góðu foreldur! Í skúlanum kunnu óhapp
henda og fari eg at heita á tykkum at eftirkanna hvussu barn tykkara er
tryggjað - um so er, at t.d. klæði skrædna ella lutir barnið eigur brotna
(kanska serliga við atlitið at brillum).
Eg loyvi mær at taka brot úr kunning, ið send er foreldrunum fyri einum
tveimum árum síðani:
"...kommuna hvørki kann tekna vanlukkutrygging móti hendiligum óhappum á
næmingar ella ábyrgdartrygging fyri skaðar, næmingarnir elva á fólk og
lutir. Avleiðingin av hesum er, at tygum sum foreldur sjálvi hava ábyrgdina
av, at tygara børn verða fevnd av slíkari trygging, um tygum ynskja hetta.
Kommunan hevur tó ta endurgjaldsábyrgd, ið kommunan altíð hevur
sambært vanligum endurgjaldsrætti. Stendst skaði sostatt av viðurskiftum, ið
kommunan hevur ábyrgd av, verður endurgjald rindað viðkomandi."
Við ynskjum um tryggan og góðan skúladag, fyrstilærarin
![]()
kl. 9:30 til 10:30 - Næmingarnir í 1. flokki.
kl. 11:00 til 12:00 - Næmingarnir í 2. til 7. flokki.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur J
og at taka ímóti nýggju næmingunum J
Skúlaárið 2009-10 eru 20 næmingar í skúlanum.
Bára Traustadóttir er flokslærari í yngra bólkinum (1.-3. fl), tlf. 258582
Eileen Hammer er flokslærari í eldra bólkinum (4.-7. fl), tlf.
Beinta Beinisdóttir starvast sum lærari í yngra og eldra bólkinum
Claus A. Rasmussen starvast sum námsfrøðingur í skúlanum
Gunnvør Joensen starvast við denti á serundirvísing
Hilmar Joensen starvst við denti á tónleik
Jákup av Skarði er fyrstilærari, tlf. 217001
t-bræv: nolsoy@skulin.fo, hetta er felagspostur til allar lærarar.
Ring til skúlan: tlf. 217001 (Jákup)
Hvussu nógv faldistykkir klárar tú í 60 sek? http://www.galapagos.dk/mat_spil_gange1.asp
Í smb. v/ prát um barnaorm eri eg komin fram á hesa slóð
Niðanfyri eru ymisk skjøl skúlaárið 2008/09
Slóð til yvirlit nær fimleikahøllin verður nýtt
Kunningarskriv um vallistan og uppstillingarfundin er her
Viðtalutalvan er her
Kunningarskrivið 26. sept. 2008 er her
Kunning um skúlaárið er á hesi slóð: Nólsoyar skúli
Pdf-fíla um kvøldskúlan er her
Tekstur í smb. v/ fyrsta felags foreldrafundin er her
Ársfrágreiðingin frá skúlastýrinum er her