Myndir

Tíðindi frá Rom-ferðini

 
  Niður

10. b á námsferð til Rom og Napoli í Italiu

 
 

Ætlanin er at leggja tíðindi fyri hvønn dagin á heimasíðuna seint á kvøldi

 

Fríggjadagur, 19.05.2006
Leygardagur, 20.05.2006
Sunnudagur, 21.05.2006
Mánadagur, 22.05.2006

Týsdagur, 23.05.2006
Mikudagur, 24.05.2006
Hósdagur, 25.05.2006

Fríggjadagur, 26.05.2006
Leygardagur, 27.05.2006
Sunnudagur, 28.05.2006

   
  Fríggjadagur, 19.05.2006 - Avstaðferðin  -  Myndir
  Vit fóru á flog klokkan 8.15 við Atlantic Airways og búgva á DanHostel á Amager. Tað liggur umleið miðskeiðis millum Kastrup og miðbýin í Keypmannahavn, 4 km frá hvørjum.
Nærhendis hava við Bellasentrið og so Field's, tá keypitrongdin kemur á okkum.

Í ferðalagnum eru: Bjørk, Diana, Elin, Elisabeth, Isabella, Jona Ásvør, Kenneth, Kirstin, Kristina, Ruth, Sonny og Torgunn, umframt Annbritt og Tórhallur.

Komin niður til Danmarkar á middegi, fóru vit við bussi til DanHostel. Kl. 15 fóru vit í Fields at keypa og eta. Kl. 18 møttust vit aftur og við toki til Planetarium og hugdu at framsýningini um  rúmdarferðir og gongustjørnurnar, áðrenn vit sóðu forfilmin um dagsins stjørnuhimmal í Keypmannahavn og sjálvan filmin "Månen". Filmurin var nokk ikki av teimum bestu, men sera  flott var at hava tjald og ljóð nærum rundan um teg. Rættuliga ógvusligt viðhvørt. Eftir hetta fóru vit at eta, og vit vóru aftur á DanHostel um Kl. 22. Ætlanin at leggja tíðindi út dagliga riggar ikki fyribils, ti internet-sambandið á DanHostel er í ólagi. Endaðu dagin við kvøldarfundi.

 

Upp

Leygardagur, 20.05.2006 - Í Keypmannahavn  -  Myndir
  Ótu morgunmat kl. 8.30. Tóku okkum av løttum til kl. 12, tá vit fóru við bussi og toki til Experimentarium. Sera stuttligt og áhugavert. Kl. 14 buss og tok inn til Høvuðsjarnbreytarstøðina  og á turkisku matstovuna Ankara at eta. Góður og bíligur matur. Síðan í Tivoli. Tíverri regnaði nakað, men vit hugnaðu okkum fyri tað. Vóru heima kl. 23. Endaðu dagin við kvøldarfundi.
   
Upp Sunnudagur, 21.05.2006 - Keypmannahavn - Rom  -  Myndir
  Vit eru komin fram í øllum góðum eftir at hava ferðast í allan dag. Tað bleiv nakað drúgt av flogvøllinum og á gistingarhúsið: Fyrst buss, síðan metro og aftur metro og síðan buss. Einar 3-4 tímar. Eg brúki teldu á skrivstovuni, tí tey høvdu ikki fingið internetatgongdina at rigga, so óvist er, hvussu regluligt verður við tíðindum. Eg ætli mær so at royna. 25 stig og fínasta veður í dag. Øll hava tað gott.
   
Upp Mánadagur, 22.05.2006 - 2. dagur í Rom  -  Myndir
  Upp at keypa mat snimma, men her hava tey eisini sandavágstíð. Gamla á gistingarhúsinum  orkaði ikki upp fyrr enn kl. 10, so tástaðni fingu vit keypt mat. Ótu morgunmat og fóru síðan inn í býin. 26 hitastig og sól .Byrjaðu við Colosseum, síðan Forum Romanum. Ótu á pizzaria nærhendis Colosseum. Fyribils niðurstøða: Pizzairnar í Føroyum eru betri. Á veg heim gingu telefonboksirnar heitar og fíggjarstøðan hjá telefonverkinum her er batna munandi. Komu seint heim og summir armar longdir eitt vet. Endaðu við kvøldarfundi.
   
Upp Týsdagur, 23.05.2006 - 3. dagur í Rom (Napoli)  -  Myndir
  Upp snimma, ótu og fóru frá húsum 8.15. Buss og Metro inn til Termini (høvuðsjarnbreyta-
støðin) og við toki í 2 tímar til Napoli. Tok til Pompei. 32 hitastig og sól. Ótu Pizza Napolitana, og nú má sigast, at tað smakkaði betur. Við taxabilum og til gongu upp á Vesuv og hugdu niður í gosopið. Ikki so spennandi og áhugavert sum væntað. So við ferð omanaftur, men tíverri gjørdist tíðin ov stutt, so vit náddu ikki at síggja Pompei. Stórt spell, vit áttu heldur at valt Pompei. Tok, tok, metro, metro og buss heimaftur. Heima aftur 23.30 og høvdu stuttan kvøldarfund.
   
Upp Mikudagur, 24.05.2006 - 4. dagur í Rom  -  Myndir
  Ótu og fóru í býin kl. 9.30 við bussi og síðan metro B og A til Vatikanið. Sóu og hoyrdu Pávan tala. Ætlaðu inn í Pæturskirkjuna kl. 13, men bíðirøðin var fleiri hundrað metrar long, so vit útsettu til nú kl. 16 og hava etið og keypt meðan vit bíða. Vónandi fer tað at eydnast. Vit sita nú og skriva hetta á eini internet-cafe tætt við Vatikanið. 31 hitastig og sól.
Vit hava nú verið í Pæturskirkjuni, og sigast má, at hon var so sera stórsligin, at vit gjørdust málleys. Síðan var farið heim og kvøldarfundur hildin.
   
Upp Hósdagur, 25.05.2006 - 5. dagur í Rom  -  Myndir
  Hetta er okkara frídagur. Leingi gekk hjá summum at koma undan fjarðunum. Á middegi var farið til Ostia, ið er baðistrondin hjá rom-búgvum.
Móti kvøldi varð farið inn í býin gjøgnum handilsgøtu, til tann undurfulla Trevi gosbrunnin og tað sera hugnaligu og lívligu Sponsku Trappuna (ið er fronsk), á Piazza de Spagna. (Spanska plássið). Sungu nakrar føroyskar sangir saman. Ein tekniskur dreingjaflokkur úr Eysturríki sat  við okkara lið, og ein teirra hevði føðingardag, so okkara gentur sungu føðingardagssang á føroyskum og enskum fyri honum. Sera stuttligt. Metro A var í ólagi, so vit máttu ganga tað longu leið til Termini høvuðstokstøðina, men vit komu heim í øllum góðum við heldur longri ørmum og hildu kvøldarfund.
   
Upp Fríggjadagur, 26.05.2006 - Rom - Keypmannahavn  -  Myndir
  Ferð okkara til Keypmannahavnar gekk av tí allar besta, hóast flogfarið var meira enn ein tíma  seinkað. Vit búgva aftur á DanHostel, Amager. Fóru ein kvøldar/náttartúr eftir "Strøgnum" saman eftir at vera komin upp á pláss á vallaraheiminum.
   
Upp Leygardagur, 27.05.2006 - Í Keypmannahavn  -  Myndir eru ongar enn
  Vit hava sæð og uppliva ein hóp og eru troytt, so í dag taka vit tað róliga, men hóast alt, keypast má, tá Mekka (Field's) er í nánd. Nú eru flestu armar longdir munandi. Onkur fór at vitja og onkur hevði serlig ørindi. Restin av kvøldinum fór við at slappa av á gistingarhúsinum. Ongin orkaði rættuliga at fara í býin.
   
Upp Sunnudagur, 28.05.2006 - Heim til Føroya  -  Myndir
  Fóru av gistingarhúsinum umleið kl. 10 beinleiðis til flogvøllin. Góð floglíkindi bæði í Danmark og Føroyum, so flogferðin gekk av tí allarbesta. Fóru úr regni og í sól. Gott at fara av stað og betur at koma heimaftur. Soleiðis skal tað vera. Ein hendingarík, spennandi og gevandi ferð, har tað í stóran mun eydnaðist at fylgja ferðaskránni, er endað, og vit takka fyri okkum.

 

  Aftur Upp