Steen Palmqvist, familju og psykoterapeutur, helt fyrilestur um evnið: SORG OG KREPPA
á skúlanum 02.04.2008.
Les her (PDF)
Virðisgrundarlag
 

Faldari at prenta út

HAPPINGARFRÍUR SKÚLI

 

Plakat at prenta út


Øll, sum vara av skúlanum, eiga í felag at virka fyri einum happingarfríum skúla.
Tað er ein mannarættur at fáa frið og at sleppa at vera tann, tú ert.

Tað er eisini ein mannarættur at vera partur av einum størri felagsskapi, bæði
fyri at menna teg sjálvan og eisini felagsskapin.

TEY, SUM VARA AV OKKARA SKÚLA

LEIÐSLA

LÆRARAR

FORELDUR

NÆMINGUR

AÐRIR NÆMINGAR

FLOKSLÆRARI

SÁLARFRØÐINGUR

SKÚLASTÝRI

HEILSUSYSTIR

 

HVÍ VILJA VIT EIN HAPPINGARFRÍAN SKÚLA?

Bert á einum happingarfríum skúla ber til at trívast!

Bert tá vit trívast, læra vit!

Og tá vit trívast, er tað gott at vera til!

 

HVAT ER HAPPING?

Happing er, tá ein persónur ferð eftir ferð í eina ávísa tíð
á onkran hátt er fyri ágangi frá einum ella fleiri øðrum.

Persónarnir eru ikki líka sterkir.

Tann, sum líður undir hesum ágangi, hevur ilt við at verja seg
og er hjálparleysur mótvegis teimum, sum fremja ágangin.

 

HVUSSU FYRIBYRGJA VIT HAPPING?

Foreldur og lærarar hava ein týðandi leiklut til tess at fyribyrgja happing. Tey hava ábyrgd av at tosa við børnini um gongdina í skúlanum og trivnaðin hjá hvørjum einstøkum barni sær.

Samskifti og álit eru lívsneyðug, skal hetta eydnast. Tað er umráðandi, at allir avvarandi partar virka saman, tí einstaka barninum og harvið øllum skúlanum –
og sjálvum samfelagnum – at frama.

 

FORELDUR

ÁLIT
SAMSKIFTI

NÆMINGAR
LÆRARAR

 

MANNAGONGD

Á okkara skúla hava vit eina mannagongd, tá trupulleikar viðvíkjandi happing skulu loysast.

1.

Flokslærarin fær fyrstu fráboðanina.

2.

Flokslærarin tosar við allar næmingar í flokkinum einsæris.
Skúlans leiðsla verður kunnað um málið.

3. Flokslærarin roynir at loysa málið saman við øllum flokkinum.
4. Flokslærarin, saman við skúlans leiðslu, setir seg í samband við foreldrini.
5. Skúlans leiðsla fer, saman við avvarandi myndugleikum, víðari við málinum.

 

Á OKKARA SKÚLA GÓÐTAKA VIT IKKI:

Happing

Ljótan atburð

Harðligan atburð

Herverk

Vanvirðing

At líkasæla ræður

Vánaliga uppmøting

 

 Á OKKARA SKÚLA VILJA VIT HAVA:

Hampiligan málburð

Góðan og jaligan atburð

Sátt og semju

At vit fara væl um skúlan

Góða uppmøting

At hvør næmingur sýnir ábyrgd fyri
trivnaðinum hjá hvør øðrum

At fólk sleppa at vera ymisk

At øll á okkara skúla hava frælsi
at vera tann, tey eru


 

Upp