|
Ársfrágreiðing skúlaárið 2001-2002 Nú er fyrsta árið farið, síðani nýggja skúlastýrið fór til verka 1.august 2001. Reglugerðin fyri skúlastýrið ásetir, at ársfrágreiðing skal gerast og sendast foreldrunum, og síðan skal boðast til fundar, har ársfrágreiðingin verður umrødd. Skúlastýrið er ein nýggj skipan frá í fjør. Hon hoyrir undir mentamálaráðið, og er partur av almennu umsitingin. Kravt er, at stýrið hevur minst 6 fundir árliga. Fundirnir eru ikki almennir, og skúlastýrislimirnir hava tagnarskyldu. Avgerð í einum máli kann bara takast á fundi. Dagsskrá fyri hvønn einstakan stýrisfund hongur á talvu við inngongdina til auluna í skúlanum 4 dagar frammanundan, og fundarfrásøgnin verður hongd á sama stað eftir fundin. Tað ber eisini til at fylgja við arbeiðnum hjá skúlastýrinum á heimasíðuni hjá Miðvágs –Sandavágs skúla: www.skulin.fo/mss/skulastyrid.htm
Tey, sum manna skúlastýrið nú eru:
Skúlastýrið hevur haft 17 fundir, og har
verður í stuttum greitt frá hesum: 1 fundur: Nevndin skipaði seg. 1 fundur:
Skeið- Mentamálaráðið skipaði fyri skeiði um meginreglur
fyri skúlastýrið og 1 fundur: Fundur við lærarar skúlans. 8 fundir: Fyrireiking til setunarsamrøður og setan/tilmæli v.v. starvsfólki til skúlan. Upplýsast kann: · Emmy Joensen, stjóri, sagt seg úr starvi, og Hans Jørgensen settur. · Eitt lærarastarv, uppnormering, og Annbritt Toftegaard sett. · Jóanis Nielsen og Magna Thomassen sagt seg úr starvi, og Miriam Weihe og Jonna Justinusen eru settar. · Ársvikarar, stuðlar og vikarar fyri barnsburð settir hetta árið: o Sanna Akselsen, Finnur Joen-Jacobsen, Beinta Zachariassen, Susan Joensen, Eyðbjørt Simonsen. o Rannvá Ólavsdóttir sagt seg úr starvi, og Tove Lið Johansen sett. 6 regluligir fundir hjá skúlastýrinum. Har hesi evni hava verið viðgjørd: · Roykibann á skúlanum, roykirúm til starvsfólk · Mjólkarskipanin · Kuldaskáp · Sápu, pappír/handkløð við vaskini · Sodavatnsmaskinan · Fíggjarætlan 2002 · Listi við raðfesting av viðlíkahaldi av skúlanum ·
Umsókn um nýtt bókasavn · Busskoyring · Savnsrøktin · Høllin · Trygdin á skúlavegnum · Kavarudding · Umsókn um skrivara til skúlan · Málsetningur fyri skúlan Har aftrat eru viðgerðir av persónsmálum undir tagnaskyldu
|
|
|