Fundur í skúlastýrinum 10.septembur 2007

Leirvík 10-01-2008

 

 

Tíð:     18.00 til 21.00

 

Møtt: Jóhann Christinasen, Janus Ryggshamar, Unn Justinussen , Dánjal Andreasen  og Lív McLeod.

 

 

Ikki møtt: Allan Norðgerð,

 

 

 

 

Skrá:

 

1                 Fíggjarætlanin

2                 Felagsforeldrafundur

3                 Fundirnir framyvir

4                 Frágreiðing frá fyrstalærarar

5                 Skúlasamstarv við Gøtu

 

 

 

Til 1    Skúlastýrið tekur undir við at játtanin til rakstur verður tann sama kr. 420.000,

 

Viðvíkjandi íløgum verður mælt til, at lyftir og máling av skúlanum  verða hildið uttan fyri

fíggjarætlanina.

 

Viðvíkjandi øðrum íløgum mælir skúlastýrið til at settar verða kr        250.000

Hesin peningur verður brúktur til: Borð og stólar, arbeiðrúm til lærarar og telduvogn so langt tað røkkur.

 

Til 2    Avgjørt varð at fáa Helle Højby til hendan fundin, tá ið hon kemur aftur til Føroya. Skúlastjórin tekur sær av hesum.

 

 

Til 3    2. oktobur, 6. novembur, 4. desembur, 8. januar, 5. februar, 4. mars, 1. apríl, 6. mai og 3. juni.

            Allar týsdag kl. 19.00.

 

Til 4    Lesikanningin var umtalað. Næmingarnir eru sambært kanningini ikki  góðir lesarar. Skúlin hevur gjørt eina miðvísa ætlan, hvussu bøtast kann um hetta. Royndin í fyrisøgn var gjøgnumgingin. Tímatalið varð tikið fram, skúlin hevur góða tímajáttan í ár.

Leirvíkar skúli er við í kanningini av lesiførleikanum hjá børnum í 1., 2. og 3. flokki. Tað eru Katrin Næs og Karolina Matras, sum gera hesar kanningar.

 

Til 5    Tosað var um gongdina í málinum.