Fundur í skúlastýrinum mánadagin.
21/11- 05
Tíð: Kl
19.30 til 23.30
Stað: Teldustovan
Møtt: Unn Justinusen, Janus
Ryggshamar, Allan Norðgerð,
Randi í Jógvanstovu, Lív McLeod,
Jóhan Christiansen og Fríðfinnur
Johnsson
Ikki møtt:
Skrá:
1
Viðgerð av umsókn , um starv fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi, 4 umsøkjarar eru til starvið.
2
Kunning frá fyrstalærara viðvíkjandi skúlasamstarvi
ímillum Gøtu og Lerivík
3
Frágreiðing frá fyrstalærara
4
Ymiskt
Til 1 Viðtikið var at seta Jóan Paula
Jacobsen, Klaksvík.
Til 2 Eitt ávíst samskift hevur verðið
millum partarnar, men enn er einki ítøkiligt hent. Eftir ætlanini skal
skúlastýrið í Gøtu venda sær til skúlastýrið í Leirvík.
Til 3 Tosað varð um tað, sum arbeitt verður
við at menna. Til dømis lesiundirvísingina og spæliøkið.
Til 4 Foreldur ynskja at fáa meira vitan um
undirvísingarháttir og tilfar, sum lærararnir brúka, hetta kundi komið fram á
foreldrafundum. Eisini kundi lærarar havt fund við foreldur um teirra
lærugrein.
Skúlastýrið heitir á lærararnar at brúka
vikuætlanir. Hetta ger seg serliga galdandi
fyri teir eldur flokkarnar, tí tað ger tað lættari hjá foreldrum at fylgja við
í tí, sum næmingarnir hava fyri.
Skúlaútbygging. Tað liggur ikki í kortinum at
skúlin skal útbyggjast. Bólkurin sum settur er ein stýribólkur.
Í Miðvági hevur kommunan biðið eina danska fyritøku
kanna tørvin. Ætlanin er at vit skulu fáa hetta tilfarið. Møguliga skulu vit
brúka somu ráðgevarar at kanna okkara skúla.
Unn nevndi, at vindeyguni í fimleikarhøllini eru
sera vánalig, og at hon hevur vent sær til kommununa um at fáa tey skift i
komandi fíggjarári. Upplýst bleiv, at 250.000 kr eru settar av til at skifta
vindeygu í fimleikarhøllini.
Peningur er settur av til lesiætlanir.