Fundur í Skúlastýrinum fyri
Leirvíkar skúla hóskvøldið 11. mars
2004
Møtt vóru: Tummas Justinussen, Dánjal Eysturstein, Ingvi L Olsen, Fríðgerð Heinesen, Randi í Jógvansstovu, Jákup Tróndheim og Fríðfinnur Johnsson
Fundurin byrjaði kl. 19.00 endaði kl. 21.00
Skrá:
1 At seta lærara í starv 4 tímar um vikuna.
2 Umsókn frá Sofíu Jacobsen um niðursett tímatal komadi ár.
3 Framtíðar útbygginar á skúlaøkinum.
4 Kunning frá skúlanum og 1. læraranum
5 Brunatrygdin á skúlanum.
6 Felagsskúlastýrisfundurin tann 30. mars.
7 Ymiskt og kunnan
1. Eftir tilmæli frá 1. lærara verður Tórhallur Justinussen settur í starv 4 tímar um vikuna frá 1. jan 2004.
2. Mælt verður til at umsókn frá Sofíu um niðursetta tíð komandi skúlaár verður gingin á møti.
3. Vísandi til málið um at seta ein bólk at arbeiða við framtíðar útbygging á skúlaøkinum. Vísandi til skriv frá Leirvíkar kommunu tann 02. oktober 2003. Skúlastýrið fer at heita á kommununa at seta henda bólkin.
4. Tímar til skúlan komandi skúlaár. Sum tað sær út nú, so verður næmingatalið niðan fyri 91, og kemur hetta at hava við sær, at vit fáa væl færri tímar komandi skúlaár. Avgjørt varð at kanna tímatalið sum skúlin fer at fáa eftir verandi reglum.
5. Brunaumsjónin hevur verið her og gjøgnumgingið skúlan. Heitt verður á 1. læraran um at syrgja fyri, at ein tilbúgvingarætlan verður gjørd. Henda ætlan eigur at vera klár, tá ið skúlin byrjar aftur.
6. Fundurin byrjar í skúlanum kl. 16.30, umleið ein tíma seinni verður farið í Bátasavnið, har ið máltíð verður. Skrá verður send teimum innbodnu.
7. Viðtikið varð at hava fráfaringarsamkomu, nú ið Borghild Sjúrðarberg hevur sagt seg úr starvi. Skúlastýrið ynskir ein fund við lærararnar, har ið tosað verður um lesiætlaninar og onnur viðurskifti.