1. og 2. flokkur arbeiddi saman við Lív, Sofíu og Jonfríð.
Saman gjørdu tey eina flotta mynd av Leirvíkar skúla, har børnini fingu til uppgávu at gera eina mynd av sær sjálvum úti í skúlagarðinum.
Næmingarnir í 1. og 2. flokki fingu kort av Leirvíkini, har tey arbeiddu við hagapørtum, áum og eisini teknaði hvør næmingur hvønn veg, ið gingið verður í og úr skúla.
Ein partur av arbeiðnum hjá Edit, Jóhonnu Bjørg, Astu og Mirjam sum ganga í 5. og 6. flokki. Tær høvdu eisini gjørt ein film um barnaansingarmøguleikarnar í Leirvík.
Lena, Judith og Mildid sum ganga í 6. flokki høvdu gjørt hesar plansjurnar um Statoil og handilin hjá Rasmussi.
Haraldur, Sverri og Alex úr 6. flokki høvdu eisini gjørt ein film um LÍF, ið varð vístur til framsýningina
Renata, Jóhanna Katrina og Louisa, sum ganga í 3. og 4. flokki, høvdu funnið fram til nógvar av teimum handlunum, ið vóru í Leirvík í gomlum døgum.
Bergtór, Jegvan og Hjalgrímur høvdu tosað við útróðrarmenn.
Plansjur av svimjifelagnum Reka vóru eisini at síggja. Ingun, Ruth, Jonna og Jonna Maria, sum ganga í 3. og 4. flokki, høvdu gjørt arbeiðið, og tær eru allar áhugaðar í svimjing.
Nógv spennandi var at síggja á framsýningini. Millum annað høvdu børnini í 3. og 4. flokki arbeitt við KFUM skótunum í Leirvík.
Gamlar fotomyndabøkur lógu frammi av m.a. Brekkuleguni, sum varð hildin í Leirvík í 1983.
Myndir av Giljagarði vóru sýndar fram. Eisini høvdu næmingarnir kannað umstøðurnar hjá teimum gomlu fyrr og nú.
Nógv av arbeiðnum varð gjørt við teldu. Torbjørn og Sverri úr 6. flokki høvdu gjørt ein film, ið teir kallaðu "Runt skúlan", har teir høvdu fylgt við arbeiðnum hjá næmingunum, ímeðan teir arbeiddu við verkætlanini.
Martin og Kári úr 7. flokki høvdu gjørt eina Power Point framløgu um ítróttarlívið í Leirvík.
Súsanna, John, Rannvá og Palma, sum ganga í 5. og 7. flokki, arbeiddu við kirkjuni, Missiónshúsinum og brøðrarsamkomuni. Tey tosaðu við Steffen Stuman Hansen, Regin, Dánjal og Edvin.
Samrøður við Kjartan I. Joensen og Osmund Justinusen vóru eisini vístar.
Jana, Hallgerð, Malan, Ári, Oddvá, Torstein Jóhannes og Jóhannes, sum ganga í 5., 6. og 7. flokki, arbeiddu saman. Tey gjørdu eitt model av Høvdavirkinum, tey gjørdu plansjur og eisini vístu tey tveir filmar við samrøðum við Eirik á Húsamørk og Joen Magnus Rasmussen, sum eru stjórar á Høvdavirkinum og Tavuni.