Gomul Tíðindi

2009-2010

 26 børn innskrivað
Mánadagin vórðu 26 børn innskrivað í fyrsta flokk, 13 gentur og 13 dreingir. Hetta er fyrsta samlaða innskrivingin í Eysturskommunu - myndir her
 Síðsta vika fyri jól
Mánadag til mikudag 8.00 - 13.00 Jólaverkstaðir
Mikukvøld kl. 19.00 - Café í fimleikarhøllini og framførslur í fimleikarhøllini
Hósdagin kl. 8.00 til 13.00 Framførslur og sangløta í fimleikarhøllini og rudding
Fríggjadagin kl. 8.30 Jólagudstænasta í kirkjuni - aftaná jólatræ í fimleikarhøllini
 Gleðilig Jól
Farið verður aftur í skúla 4. januar kl. 8.00
 Rennidagur
 Týsdagin 1. september høvdu vit renningardag, myndir eru her
 Nýggja skúlaárið byrjað
Mánadagin 17. august byrjaði nýggja skúlaárið
14 børn byrjaðu í 1. flokki, myndir her

2008-2009

Skúlaárið liðugt
Skúlin byrjar aftur mánadagin 17. august
2. til 7. flokkur møtir kl. 9.00 til 10.30
1. flokkur møtir kl. 11.00 til 12.30. Sílvurlín Rasmussen er flokslærari
Summarkonsert Leirvíkar musikkskúla
19. mei var seinasta konsertin hjá Leirvíkar Musikkskúla, sum varð stovnaður í 1984 - myndir frá konsertini her. Komandi skúlaár verður ein felags musikkskúli í Eysturkommunu
Velting
Í viku 20 hava vit sett niður epli og planta grønmeti - sí myndir
Konsert við FSO - Musicus
1. 2. og 3. flokkur vóru til eina frálíka konsert við Føroya symfoniorkestri og hoyrdu søguna um Musikus og sungu sangin um Musikus saman við orkestrinum. Aftaná vóru vit í listaskálanum, sóu nógvar myndir og loystu nakrar uppgávur um myndirnar
Fastalávintstiltøk
Fríggjadagin 20/2 bjóðaði skúlin til føroyskan dans og drekkamunn kl. 10.45 Vit dansaðu til uml. kl.11.30. Síðani bjóðaði skúlin kaffi, te og okkurt afturvið. Børnini fingu sunkist og okkurt søtt. Øll vóru vælkomin at vera við. Giljagarður fekk eina serliga innbjóðing
Fastalávintsmánadag var dansur, andlitsmáling og tunnusláttur, aftaná fingu vit kaka og fransbreyð - (trýst fyri at síggja mynd)
Sjónleikur
Í dag 12. februar varð sjónleikurin "Fjørið mítt" vístur fyri øllum skúlanum kl. 12.30 myndir av sjónleikinum eru her
Handaverk og list byrjar aftur
Eftir steðg í nakrar vikur byrjar handaverk og list í 4. til 7. flokki aftur hósdagin 5. februar, øll skifta lærugrein
Praktikantar frá Føroya Læraraskúla
Vit hava havt 3 praktikkantar frá Føroya Læraraskúla. Tær hava fylgt undirvísingini og havt vanliga undirvísing í 2. og 3. flokki eina viku í hvørjum flokki og síðani hava tær havt søgutráð í báðum flokkum, eisini eina viku við hvørjum - sí myndir her
Jólatræ og jólagudstænasta
Hósdagin 18. fóru vit aftur í skúla kl. 16 til 18 og hugnaðu okkum um jólatræið. Fríggjadagin 19 fóru vit í kirkju kl.9.30 og høvdu eina hugnaliga løtu saman við Una Næs og síðani var jólafrí!!!
Jólahugni í skúlanum
Mikukvøldið 17. desember var hugnakvøld. Flokkarnir høvdu hugna og framførslu fyri foreldrunum i flokshølunum og eins og undanfarin ár var kaffistova í fimleikarhøllini, sum 7. flokkur skipaði fyri
Rennidagur 8. septembur
Mánadagur 8. var ein hampuliga góður dagur, so vit løgdu avstað inn eftir gamla Leirvíksvegnum, hetta er altíð ein hugnaligur og stuttligur dagur, sí myndir her

2007/2008

Tilmæli um skúlaverkið í Eysturkommunu
Tilmæli kann takast niður sum Word-fíla - hygg undir Skúlastýri á framsíðuni
Familjukonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri
Konsertirnar vóru leygardagin 1. des. og sunnudagin 2. des, børn úr 3., 4., 5., og 6. flokki í Leirvíkar skúla sungu við á konsertini saman við Barnakóri Musikkskúlans í Havn, Barnakórinum í Glyvra kirkju, og einum flokki úr Hoyvíkar skúla - myndir her
Vit pyntaðu skúlan
30. november - myndir her
Slóðir til støddfrøðispøl!!!
Yvirlit yvir skúlaárið 2007/2008 er her
 
Myndasavnið
Vit hava lagt nógvar nýggjar myndir út - trýst her!
Hugflog í 7. flokki luttók í First Lego League
Fyri fyrstu ferð var flokkur úr Leirvík við í First Lego League, kappingin fór fram leygardagin 10.november í Føroya Tele, og okkara 7. flokkur vann 1. virðisløn í samstarvi umframt at tey vóru millum 3. tey bestu liðini, sum vórðu innstillaði til at vinna kappingina. Junior Kids av Skála vunnu kappingina, vit í Leirvík ynskja teimum hjartaliga til lukka og góða eydnu víðari í kappingini!
Yvirlit yvir skúlaárið 2007/2008 er her
 
Rennidagur
Rennidagurin var 3. september - myndir her

2006/2007

Tunnusláttur
Føstulávintsmánadag var dansur og tunnusláttur, eisini var dansur fyri børnum og vaksnum í skúlanum kl.18  Vit høvdu frí týsdagin8
Dansidagur saman við Gøtu skúla
Eins og undanfarin ár dansaðu vit saman við   Gøtuskeggjum fríggjadagin undan føstuálávint     myndir her
Dansur og spæl í fimleikarhøllini
myndir her
Hugnaløta í skúlanum
14. des. frá kl.19.00 til 21.00 vóru ymisk tiltøk í flokkunum, 7. flokkur hevði café í fimleikarhøllini
Jólaverkstaðir
12., 13., og 14. høvdu vit jólaverkstaðir,
4. flokkur á seturskúla
4. flokkur var á setur skúla við Gjógv - myndir her
14. august var fyrsti skúladagur
15. børn byrjaðu í 1. flokki - myndir her
Nú eru 91 børn í Leirvíkar skúla og 9 lærarar
Felags foreldrafundur
var í fimleikarhøllini týskvøldið 3.okt. kl.19.00
Evni: Sjálvsvirði/sjálvsálit hjá børnum í aldrinum 7 til 14 ár. Tormóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum, sum greiddi frá.

2005/2006

Verkætlan 3. - 6. apríl
1.- 4. flokkur arbeiddi við einum evni um trøll, meðan 5. - 7. flokkur arbeiddi við evninum tá tey gomlu vóru ung - sí myndir
Innskriving í 1. flokk
Týsdagin 24. januar vórðu 14 næmingar innskrivaðir í 1. flokk - myndir her
Vikuætlanir á heimasíðuni
Vikætlanir fyri eldru flokkarnar verða nú lagdar á heimasíðuna umframt tað at næmingarnar fáa tær heim við fríggjadag.
Sangløtur í Missíonshúsinum og tiltøk annars
Fríggjadag 2. desember, mikudagin 7.desember og dagarnar 12., 13. og 14 desember sungu vit jólasangir í Missiónshúsinum.
Síðsta vikan fyri jól
12., 13. og 14 des. vóru jólaverkstaðir, tá eru vit í skúla frá kl.8.00 til kl.12.00
15. des.: 8.00-11.00: Jólapyntið verður tikið niður og hugni saman við flokslærara. Jólatræ frá kl.16.00 til 18.00
16. des. Kirkjugongd kl. 8.45 og ikki sum boðað í kunningarskrivinum kl.11.00
Nýggjur lærari
Jóan Pauli Jacobsen er settur í starv frá 8. des. fyri Anniku, sum fer í barnsburðarfarloyvi
Pyntidagur 28. november
Vit pyntaður stovurnar - myndir her
Fundur um samstarv
Hóskvøldið 20. oktober bjóðaði skúlaleiðarin Fríðfinnur Johnsson til fund um menning og samstarv. Við á fundinum vóru umboð fyri kommunustýrini, skúlastýrini og lærararnar í Gøtu og Leirvík.

Rennidagur

Rennidagurin var 8. august - myndir her
Nýtt skúlaár
Nýggja skúlaárið byrjaði mánadagin 15. august. Myndir av fyrsta skúladegi hjá 1. flokki eru her

2004/2005

Síðsta vikan skúlaárið 2004/05

Mánadagin rudda fáa vit bøkurnar upp á pláss, týsdagin ganga vit túrar, mikudagin er ítróttardagur, hósdagin er Limmilund-dagur við lúking og grill og fríggjadagin er síðsti skúladagur. Allar dagar verður møtt kl. 8, uttan hósdagin, tá møta tey yngstu kl.8, miðdeildin kl.10 og tey elstu klokkan 12.

Seturskúlarnir byrja

Fleiri flokkar fara í seturskúla, 3. flokkur var við Gjógv 26.-27. mei, Óli Jákup, Edvin og Jórun vóru við við. myndir  7. flokkur er í Skúvoy 9. og 10. juni, myndir. 5. flokkur er á Húsum 13. og 14. juni og 2. flokkur er í Fuglafirði 13. og 14. juni

Praktikantur úr Onglandi

Kristina Hedley úr Ashington í Northumberlandi, Onglandi hevur verið í praktik - sí myndir

Musikkskúlakonsertin 24. mei

Summarkonsert musikkskúlans var í Missiónshúsinum 24. mei

"Eldførið" í Leirvíkar skúla

Mánamorgunin 9. mai kl. 10:00 var sjónleikur á skránni í Leirvíkar skúla. Tað vóru Finnur Jensen og Bárður Persson, ið spældu sjónleikin "Eldførið, ið er bygt á ævintýrið hjá H.C. Andersen. Framførslan var í fimleikarhøllini fyri øllum næmingunum í Leirvíkar skúla, og øll, bæði børn sum vaksin, vóru væl nøgd við skemtiliga leikin, ið teir so meistarliga framførdu.

6. flokkur var í Íslandi 27. apríl til 4.mei

Vit hava sent myndir hvønn dag - sí myndir

Vit fara at siga meiri frá túrinum seinni. Nakað stendur eisini á heimasíðuni hjá Varmalandsskóla, sí www.varmaland.is

FIA 2005 (Fræls ítrótt og alnótin)

FIA er kapping sum Elisabeth Hansen úr Leirvík skipar fyri. Hetta er annað árið á rað, at kappingin hevur verið, ið er ætlað 5. flokkum kring landið. Undirtøkan kundi verið betri. Sjey skúlar byrjaðu at kappast í september í smáum spølum og spurnarkappingum, ið vit fingu sendandi umvegis alnótina einaferð um mánaðin. Í februar vóru einans fýra bólkar eftir, og tá var Leirvíkar skúli nummar eitt.

9. mars varð skipað fyri FIA á Læraraskúlanum í Havn. Til hesa kappingina vóru bert tríggir teir bestu skúlarnir. Veðrið var av tí besta og tá dagurin var lokin, fór Nólsoyar skúli heim við steypinum. Men vit høvdu fingið Bassablusur, heiðursbræv, gott veður, Kit Kat, Pop Top, ein túr í SMS og annars ein góðan Havnartúr - myndir

Verkætlan um Leirvík

Í døgunum 11. - 14. apríl varð skipað fyri verkætlanararbeiði. Allir flokkarnir á skúlanum luttóku í arbeiðnum, har dentur varð lagdur á evnið - Leirvík. Fríggjadagin 15. apríl vóru foreldur og avvarandi boðin til framsýningina, har børnini stolt kundu vísa, hvat tey høvdu fingið burturúr. - myndir

Barnakórstevnan 2005

Á barnakórstevnuni, sum var í Gøtu kirkju fríggjadagin 15. apríl, luttóku 18 børn úr 3., 4., 5., og 6. flokki - myndir

Dansur og tunnusláttur

4. februar høvdu vit dansidag saman við Gøtu skúla - myndir

Føstulávinstmánadag 7.februar var tunnusláttur - myndir

Frídagar og tiltøk í skúlaárinum - her

Jólakonsertirnar 4. og 5. desember 2004

Leygardagin 4. og sunnudagin 5. vóru 25 børn úr 4.,5., og 6. flokki partur av einum barnakóri við 150 børnum, sum sang saman við Føroya Symfoniorkestri á konsert í Norðurlandahúsinum og í Ítróttarhøllini í Runavík - sí myndir
5.flokkur sang á jólahaldinum fyri eldri, sum var í Bygdarhúsinum 25.nov

Aftur til forsíðu