Heilsa
Skúlaheilsufrøðingurin hevur viðtaluhøli í skúlanum og sær næmingarnar
eina ferð um árið. Tá verður hugt eftir sjón, hædd og vekt hjá børnunum, og
hjá 1. og 7. flokki verða eisini hoyrn og litsansur kannað. Eisini verður tosað
við næmingarnar um ymiskt viðvíkjandi heilsuni, trivnað og menning.
Heilsufrøðingurin hevur tagnarskyldu og skal hava samtykki frá foreldrunum,
um hon t.d. ynskir at tosa við flokslæraran um skúla-trivnaðin hjá einum
næmingi.
Foreldur og næmingar eru vælkomnir at seta seg í samband við heilsufrøðingin.
Hon eitur Elin Ziska og er at hitta á tlf. 562354.
Tannlæknaskipanin í Kvívíkar Sókn umfatar børn frá 0 ára aldur til
tey fara úr 10. flokk. Tannlæknastovan er í Vestmanna skúla, og hevur tlf
424167. Tannlæknin eitur Eyðbjørn Joensen.
Skúlabørn eru til kanningar tvær ferðir um árið - vanliga beint eftir
heystferiuna og undan páskum. Børn undir skúlaaldur fáa fráboðan beinleiðis til
heimini, meðan børn í skúlaaldri fáa fráboðan í skúlanum. Skúlabussurin koyrir
tey til og frá Vestmanna.
Hjá børnum í 4. flokki verður harumframt eisini kannað, hvussu tennirnar
standa. Hetta verður gjørt av serfrøðingi, sum kemur á vitjan. Boð verða tá
givin beinleiðis til heimini og umvegis skúlan.
|