Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Jólabræv 2010 Apríl 2009 Juni 2008 Mai 2008 Desembur 2008 Umbygging Happingarætlan Happingarfaldari Trygging L.i.L Pisa Miðnámsútbúgvingar Matpakkakanning Um lúsaviðgerð Tryggingarskriv List í 1.a, 2010-2011 Mentamálaráðharrin

 

Upp

Mars, 2008

Til foreldrini

Umvælingararbeiði í Kommunuskúlanum.

Foreldur kunnu framhaldandi dagliga uttan ampa koyra børn síni í Kommunuskúlan.

Síðani soppavøksturin varð staðfestur, hevur neyvt samstarv verið millum allar partar í hesum máli, Arbeiðseftirlitið, Brunaumsjón landsins, heilsumyndugleikarnar, býráðið og skúlan. Allir partar hava av heilum huga og góðum samstarvi medvirkað til, at trupulleikin verður loystur sum skjótast á tryggan og forsvarligan hátt, og tað eru vit hesum sera takksom fyri. Einki verður gjørt í hesum sambandi, uttan at hesir partar geva sína góðkenning til tað.

Í løtuni arbeiða handverkarar á 3. hædd í gula skúla og gera bráðfeingis umvælingar og reinsingar í sambandi við, at soppavøkstur varð staðfestur í stóra gula bygninginum. Arbeiðið verður gjørt eftir øllum fyriskriftum og gongur væl. Upplýst verður, at 3. hædd er liðug um 2 vikur. Og allar bráðfeingis umvælingarnar eru væntandi lidnar í mai. Økini, sum verða reinsað og umvæld, verða væl og virðiliga avbyrgd, samstundis sum hurðar og slokur verða tett og lokað, reingerðin er eisini munandi økt í øllum bygninginum, meðan arbeitt verður. Í fríkorterunum og matarsteðginum, tá liðugt er at eta, eru næmingarnir úti í frískari luft, meðan stovurnar verða útluftaðar.

Kommunan hevur fingið til vega 6 góðar skúlastovur í trimum barakkum at nýta, meðan umvælingin fer fram. Haraftrat eru 4. flokkarnir fyribils fluttir niðan í Bridgehúsið í Gundadali.

Og í viku 16 og 17 verða allir 9. flokkarnir í starvsvenjing.

Góðu foreldur, hesar ábøturnar eru sum kunnugt bert bráðfeingis og fyribils. Í hesum mánaðinum verður ein heildarætlan fyri Tórshavnar Kommunuskúla løgd fram. Tórshavnar Býráð hevur sett Árna Winther, arkitekt, í samstarvi við skúla, skúlastýrið og annars avvarðandi saman við einum arbeiðsbólki at arbeiða við hesi verkætlanini. Út frá hesi ætlan verður so skjótast gjørligt farið til verka við at umvæla, umbyggja og í aðrar mátar at tíðarføra okkara kæra hálvaldargamla Kommunuskúla. So útlitini eru bjørt fyri skúla okkara.

Í veruleikanum hevur okkara gamli Kommunuskúli verið eitt byggipláss í fleiri ár. Byrjanin var gamla barakkin í Kongagøtu, sum stóð at falla og varð tí tikin niður, og farið varð undir at byggja nýggjan skúla har ístaðin. Fyri smáum trimum árum síðani varð so nýggi Skúlin í Kongagøtu tikin í brúk. Ein bygningur, sum vit hava verið sera glað fyri, væl egnaður til endamálið. Síðani varð arbeiðið við okkara skjótt aldargamla Realskúla sett í verk, og júst í hesum døgum flyta vit í hendan snotiliga bygningin, sum nú er vorðin ein sonn perla í býnum. Og nú eru vit so umsíðir komin til seinasta partin av skúla okkara, stóra gula bygningin, sum eisini er í ógvuliga ringum standi. Býráðið hevur somuleiðis samtykt at gera eina ætlan fyri hendan partin av skúlanum eisini, og tað eru vit teimum takksom fyri. Staðfestingin av soppavøkstrinum hevur so skundað undir hesa tilgongdina, og tá bráðfeingis umvælingin av vindeygum, taki, veggjum og gólvum er liðug í næsta mánað, verður skjótast gjørligt farið undir at umvæla og tíðarføra allan bygningin sambært  heildarætlanini.

Bestu kvøður            
Skúlin