Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Jólabræv 2010 Apríl 2009 Juni 2008 Mai 2008 Desembur 2008 Umbygging Happingarætlan Happingarfaldari Trygging L.i.L Pisa Miðnámsútbúgvingar Matpakkakanning Um lúsaviðgerð Tryggingarskriv List í 1.a, 2010-2011 Mentamálaráðharrin

 

Upp


Kunningarskriv um tryggingarviðurskifti hjá skúlanæmingum.                                                07/05/2010

Kommunusamskipan Føroya hevur kannað viðurskiftini viðvíkjandi næmingum og er komin til ta niðurstøðu, at kommunur hava ikki heimild at vanlukkutryggja næmingar.

Ein kommuna kann bert ábyrgdast fyri skaðar, hon sjálv hevur ábyrgd av. Tí kann kommunan hvørki tekna vanlukkutrygging móti fylgjunum av hendiligum óhappum, ið næmingar verða fyri, ella tekna ábyrgdatrygging fyri skaðar, næmingar gera á fólk ella lutir.

Avleiðingin av hesum er, at tygum sum foreldur hava ábyrgdina av, at barn/børn tygara verða fevnd av tílíkari trygging, um tygum ynskja tað.

I skúlum hevur kommunan tó ábyrgdina av bygningum og fysisku karmunum um skúlan. Fær næmingur skaða, tí at viðurskifti, ið kommunan hevur ábyrgdina av, ikki eru í lagi, kemur kommunan sjálvandi undir endurgjaldsábyrgd, og rindar endurgjald.

Vinaliga,

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri

Jákup Simonsen, mentamálaleiðari

MENTAMÁLADEILDIN