Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Skúlin Fyrisiting Lærarar Næmingar Kunning Tænastur Evnisdagar o.a. Leys størv Leinki Skúlastýrið Floksheimasíður

 

Upp Skúlaárið 10/11 Stevnumið Tilbúgvingarætlan Valgreinir-Breytir Skúlabókasavnið Skúlavegleiðingin Nýggi skúlin Oyðubløð Umsøkn um fríloyvi

 

   

Nøkur tøl  (August 2010)

   
Flokkar: 20
Næmingar: 400
Lærarar: 47
   
   

Tórsgøta 25, FO-100 Tórshavn


Skúlin varð vígdur 2. september 1956. Kommunuskúlin var tann fyrsti av teimum stóru skúlunum, sum bygdir vóru í Føroyum. Hann er ein av kendastu bygningunum í Havnini. Heilt serlig eru listaverkini í skúlahøllini og eystanfyri á skúlanum. Í skúlaskálanum er evnið Sjúrðarkvæðini. Stóri málningurin er av Sjúrði í bardaga við ormin, og á bróstunum hanga myndir úr sama kvæði. Málað hevur William Heinesen. Skálin verður m.a. nógv nýttur av kórunum í býnum.

Á skúlanum eystanfyri er stór høggmynd av gomlum manni, sum situr undir børnum og sigur frá. Myndin bindur saman ættarliðini, arvurin verður borin longri fram. Janus Kamban hevur høgt myndina, sum man vera ein tann størsta í Føroyum.

Til vígsluna yrkti Heðin Brú kantatuna Fedranna tala.

Sethúsini út ímóti Tróndargøtu verða nýtt til fundarhøli, lærararúm, lesiskeið, serundirvísing og námsfrøðiligan verkstað.

Skúlin í Kongagøtu stóð klárur at flyta inn í mai 2005. Har húsast innskúlingin, 1., 2. og 3. flokkur, tvs. 6 flokkar. Skúlin er væl útgjørdur við hentleikum, so sum teldum, sjónvørpum, tráðleysum netsambandi o.ø. Ljós- og ljóðviðurskiftini eru sera góð. Málningalistina í Skúlanum í Kongagøtu hava kend listafólk gjørt, m.o. Eyðun av Reyni, Eli Smith, Torbjørn Olsen og Astri Luihn.

Í løtuni verður Realskúlin umvældur og umbygdur, har hava vanliga 4., 5. og 6. flokkur sínar heimastovur.

 

P5280003.jpg (56490 bytes)

  Heim Skúlin Fyrisiting Lærarar Næmingar Kunning Tænastur Evnisdagar o.a. Leys størv Leinki Skúlastýrið Floksheimasíður