|
Tórshavnar Kommunuskúli |
|
|
Kunning um at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar 2009 Mannagongdin at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar 2009 er broytt. Í ár fáa næmingarnarir í 9. og 10. flokki ikki longur ein bókling við uppslýsingum um miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum. Ei heldur fáa teir útflýggjað umsóknarblað og vegleiðing frá skúlanum. Harafturímóti mugu møguligir umsøkjarar fara inn á heimasíðuna hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo undir Aðrar útbúgvingar, Oyðibløð og heinta niður umsóknarblað og vegleiðing í at útfylla umsóknarblaðið. Í teimum førum, har heimið ikki hevur møguleika fyri at heinta niður og/ella skriva út oyðiblað og vegleiðing, kann skúlin hjálpa næminginum. Tá skal næmingurin venda sær til flokslærara sín og biðja um hjálp. Annars fer skúlavegleiðarin at kunna allar næmingar í 9. og 10. flokki um at fylla út umsóknarblaðið. Ein neyv frágreiðing um allar miðnámsútbúgvingar í Føroyum er at finna á www.futura.fo Ein onnur hent slóð at leita sær kunning um ymsar starvs- og útbúgvingarmøguleikar og krøv er www.ug.dk Gevið gætur umsóknarfreistina 15. mars 2009! |