Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Jólabrćv 2010 Apríl 2009 Juni 2008 Mai 2008 Desembur 2008 Umbygging Happingarćtlan Happingarfaldari Trygging L.i.L Pisa Miđnámsútbúgvingar Matpakkakanning Um lúsaviđgerđ Tryggingarskriv List í 1.a, 2010-2011 Mentamálaráđharrin

 

Upp

 

Landsstýriskvinna á skúlabeinki

 

Helena Dam á Neystabř í leiklutinum sum nýggjur nćmingur í 2. A, har útiskúli var á skránni

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabř, er farin undir eina rundferđ kring landiđ at vitja skúlar. Fyrst á skránni var Tórshavnar Kommunuskúli, har landsstýriskvinnan fyrst fekk eina rundvísing í skúlanum, lurtađi eftir framlřgum m.a. um lesipolitikk skúlans og um royndarundirvísingarćtlan í komandi 8. flokkunum. Eisini var hon til konsert hjá Litir í Leiki í innskúlingini og til listaframsýning hjá 1.a. 

 Myndir frá vitjanini í Tórshavnar Kommunuskúla síggjast her 

 Helena bergtikin

Eftir vitjanina á sjálvum skúlanum lat landsstýriskvinnan seg útiskúlaklćđini, tí nú var nevniliga útiskúlin á skránni. Eitt av foreldrunum í 2.a gjřrdi eina samrřđu viđ Helenu seinni um dagin, har tađ kom fram at hon var bergtikin av tí sum hon sá og upplivdi:

- Hetta var ein fantastiskur túrur. Og ikki minst var tađ ótrúligt at síggja, hvussu engagerađ og hugagóđ břrnini vóru.

- Vit gingu fyrst eina góđa lřtu, men longu her var sjónligt, at frálćran á ongan hátt varđ lřgd á hillina. Nćmingarnir lósu millum annađ upp vegaskeltini, sum vit gingu framviđ, og tá vit so skuldu viđ bussinum til Hoyvíkar, skuldu tey sjálvandi duga at lesa seg fram til, nćr og hvřrjum bussi hetta skuldi vera.

- Komin til ferđamáliđ varđ flokkurin býttur í bólkar, og skjótt hřvdu tey skipađ seg bćđi vćl og virđiliga, soleiđis at tey kundu fara til verka. Nřkur teirra skuldu í fjřrđuna at finna ymisk djór, iđ har vóru. Onnur skuldu hjálpa til viđ at kóka súpan, sum vit fingu at eta, og tá skuldi bćđi vigast, lesast og roknast, soleiđis at uppskriftin varđ fylgd. Uppaftur onnur skuldu syrgja fyri, at báliđ til matgerđina varđ gjřrt á forsvarligan hátt, og soleiđis kundi eg hildiđ á fram.

- Í flestřllum lutum var lćra og logikkur innbygdur partur av stuttleikanum og upplivingini. Tekning, skriving og sangur var eisini partur av degnum. Legg hartil sřgu, mentan og tađ at undrast og fatast afturat. Alt eginleikar, sum eru partur av teirri menning og búning, sum er viđ tilat brynja břrn og ungdóm okkara til framtíđar avbjóđingar.

- Umframt bókligu fřrleikarnir, sum altso eru partur av slíkum útiskúla, so má eg eisini leggja afturat, at eg var imponerađ av, hvussu vćl nćmingarnir dugdu at skipa seg, og at mest sum ongar ósemjur vóru. Tađ eru ivaleyst eisini ađrir lutir, sum spćla inn í hesum, men eg ivist onga lřtu í, at vikuligi útiskúlin eisini er viđ til menna hendan partin, sigur Helena Dam á Neystabř at enda.