Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Skúlin Fyrisiting Lærarar Næmingar Kunning Tænastur Evnisdagar o.a. Leys størv Leinki Skúlastýrið Floksheimasíður

 

Upp

 

Tórshavnar Kommunuskúli

 

 


Tórsgøta 25

100 Tórshavn

Tlf. 30 25 80    Fax. 31 04 67     kom@skulin.fo

Lærarastørv

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2011

4 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2011/12 fyri lærarar í farloyvi.

1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2011/12 vegna lækkað tímatal.

Søkt verður eftir lærarum, sum

*duga at samstarva, eru virkisfúsir og fyrikomandi

*eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur

*leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.

Førleikakrøv

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving.

Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa í innskúlingini, miðdeildini og framhaldsdeildini í hesum lærugreinum:

Føroyskum, landalæru, tónleiki, enskum, danskt, støddfrøði, kristni og ítrótti.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2011.

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 8. juni 2011 kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðuni og við at venda sær til skúlastjórans, tlf. 30 25 80 ella 21 19 47.