Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Umbygging Happingarætlan Happingarfaldari Mai 2008 Juni 2008 Trygging L.i.L Pisa Miðnámsútbúgvingar Matpakkakanning Um lúsaviðgerð Desembur 2008 Tryggingarskriv

 

Upp

’Litir í Leiki’ í Kommunuskúlanum

Komandi skúlaár verða ljóðførini í hesum flokki violin, sello, floyta og harmonika, ið er nýtt ljóðføri í LíL. Orsøkin til harmonikuvalið er, at vit hava fingið áheitanir um at taka harmonikuna við í verkætlanina, at harmonikan hevur ein serligan status í okkara tónleika- og fólkalívssøgu, at harmonikan hevur ein serligan tokka í fólkinum, og haraftrat hevur harmonikan verið eitt av føstu ljóðførunum, sum finski skúlin hevur bjóðað frálæru í við sera góðum royndum.

Skúlin leggur dent á, at næmingarnir í skúlanum umframt tónleikin fáa somu undirvísingartilboð, sum næmingar í vanliga fólkaskúlunum fáa. 24 næmingar verða í  flokkinum, um nóg nógv tekna seg.

Tilmeldingarskjal og nærri upplýsingar liggja á heimasíðu skúlans (www.kommunuskulin.fo) og fæst annars við at venda sær til skúlans, tlf. 30 25 80 ella t-bræv kom@skulin.fo

Musikkundirvísing hvønn dag

Endamálið við verkætlanini er at bjóða eitt skúlatilboð, har ljóðføris- og tónleikaundirvísing í víðastu merking eru sameind við vanligu frálæruna í fólkaskúlanum og soleiðis verður dagligur partur av skúladegi næminganna.

Verkætlanin er eitt samstarv millum Musikkskúlan og Tórshavnar Kommunuskúla. Mentamálaráðið við skiftandi ráðharrum á odda seinastu árini hevur víst ætlanini stóran áhuga og stuðul. Musikkskúlin, fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum og Tórshavnar kommuna hava verið sera jalig mótvegis royndarverkætlanini frá degi eitt og m.a. gjørt tað møguligt at fyrireika ætlanina væl og virðiliga.

Krøvini til fólkaskúlapartin eru tey somu sum til allar aðrar landsins fólkaskúlar, meðan tónleikaparturin er eitt øðrvísi og víðkað tilboð í mun til tað, musikkskúlin í dag bjóðar næmingum sínum. Sambært hesum leistinum fáa næmingarnir musikkundirvísing á ymsan hátt hvønn skúladag, við t.d. bólkaundirvísing, samanspæli, musikkteori, hoyrilæru og einstaklingafrálæru. Eitt eyðkenni við hesi verkætlanini er, at undirvísingin byrjar beinanvegin við øllum frábrigdum, tulkingum og tekniskum førleikum í víðastu merking.

Verkætlanin er upprunaliga eftir finskum leisti, sum ein ungverji, Géza Szilvay, búsitandi í Helsinki, hevur sett á stovn eftir kenda Kodály-námsháttinum við tí fyri eyga at læra børn at spæla ljóðføri, at menna seg fakliga og sosialt. 

Filosofiin aftan fyri hetta skúlasamstarv er, at royndir, fyrst og fremst í sokallaðu Kodály-skúlunum í Ungarn, hava víst, at daglig tónleikaundirvísing stuðlar undir í øðrum lærugreinum eisini og fremur menning hjá børnunum sum heild.  

Ljóðføri og tónleikalærarar

Ætlanin er, at hesi ljóðføri verða bjóðað næmingunum:

Gittari                                      

Tvørfloyta             

Violin                         

Harmonika                 

Luttøkugjald fyri tónleikapartin

Tónleikaparturin í skipanini kostar kr. 4.000,- pr. skúlaár (kr. 400 um mán.) og svarar tað á leið til tað, musikkskúlagjaldið er í løtuni, tá tikið verður hædd fyri longdu tónleikaundirvísingartíðini í hesi royndarætlanini. Aðra stess, har hendan verkætlanin verður roynd, liggur næmingagjaldið millum 5.000 og 10.000 kr. pr. ár. Fólkaskúlaparturin er sjálvandi ókeypis sum í øllum øðrum skúlum.

Hendan tónleikaverkætlanin við einum og sama flokki (1., 2. og 3.) trý tey næstu árini í Tórshavnar Kommunuskúla verður bert veruleiki, um áhugi er fyri hesi verkætlan millum næmingar og foreldur, tvs. nóg nógvar tilmeldingar koma inn. 

Tilmelding

Øll, sum fara í 1. flokk í høvuðsstaðarkommununi komandi skúlaár, líka mikið hvar í kommununi tit annars búgva í, hava møguleika at søkja um at koma í hendan royndarflokkin.

Tilmeldingarskjal og nærri upplýsingar liggja á heimasíðu skúlans (www.kommunuskulin.fo)

og fæst annars við at venda sær til skúlans, tlf. 30 25 80 ella t-bræv kom@skulin.fo