Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Skúlin Fyrisiting Lærarar Næmingar Kunning Tænastur Evnisdagar o.a. Leys størv Leinki Skúlastýrið Floksheimasíður

 

Upp Umbygging Happingarætlan Happingarfaldari Mai 2008 Juni 2008 Trygging L.i.L Pisa Miðnámsútbúgvingar Matpakkakanning Um lúsaviðgerð Desembur 2008 Tryggingarskriv

Kunningarskriv
Tórshavnar Kommunuskúli
apríl 2009

Góðu foreldur

Nú páskirnar eru fyri framman, og komandi várið alsamt greiðari fær takið á hinum grima vetri, sum tíbetur sjaldnari og sjaldnari kemur við sínum forargiligu upplopum við kava og vindi, halda vit, at tað er tíð at senda tykkum eitt kunningarskriv, ið lýsir tiltøk á skúlanum komandi tíðina.

Floksheimasíður

Fyri kortum fekk hvør flokkur á skúlanum sína egnu heimasíðu. Hesar síður liggja allar undir heimasíðu skúlans. Soleiðis finna tit heimasíðuna hjá flokkinum hjá tykkara barni:

1) Farið innar á heimasíðu skúlans

2) Á teiginum vinstrumegin velja tit leinkjuna “næmingar”

3) Á breddanum í erva, velja tit flokkin hjá tykkara barni

Á síðuni standa boð frá flokslæraranum, kunning um skúlating og líknandi av áhuga fyri flokkin.

Frá Skúlastýrinum

Skúlastýrið fyri Tórshavnar Kommunuskúla er nú farið til verka.

Í skúlastýrinum sita: Andrea Heindriksdóttir, formaður - Henry Olsen, næstformaður - Heri Jógvan Joensen, nevndarlimur - Martin Karl Olsen, starvsfólkaumboð - Hanus Joensen, skrivari - Annfinn Brekkstein, umboð Tórshavnar Býráð - Maria Hammer Olsen, umboð Tórshavnar Býráð.

Fyrsti fundur var hildin 19.februar 09, og har var sett út í kortið, hvørjar uppgávur liggja fyri framman og hvussu tær skulu raðfestast. Nýggja skúlastýrið fer beinanvegin at seta seg í samband við Tórshavnar Býráð fyri at fáa greiðu á, hvussu er við umbyggingar-ætlanunum fyri skúlan. Hettar hevur skund, tí guli bygningurin er í ringum standi. Harafturat eru nógvar aðrar uppgávur at loysa, og tær koma vit at kunna tykkum um so hvørt.

Skúlastýrið fer at gera sítt til at hava tætt og gott samband við starvsfólk skúlans, foreldur og næmingar. Skúlin hevur á heimasíðu síni eina tilvísing til skúlastýrið og har ber eisini til at senda okkum teldupost. Tað er okkara ynski at øll sum vara av skúlanum í felag kunnu gera Tórshavnar Kommunuskúla til ein enn betri skúla, hetta krevur gott samstarv, og tað fara vit í skúlastýrinum at gera alt fyri at røkka.

Vónandi taka foreldur og næmingar væl undir við hesum arbeiði og tað skal vera okkara ynski, at nógv góð hugskot eisini koma frá tykkum, til frama fyri arbeiðið í skúlastýrinum og soleiðis eisini til frama fyri skúlan.

Próvtøkan í 2009

Skrivliga próvtøkan byrjar mánadagin 11. mai  og endar fríggjadagin 15. mai 2009.

9ndu flokkarnir skulu upp í hesum lærugreinum:

Føroyskt (Stíl og Fyrisøgn/Máluppgáva); Danskt (Stíl og Diktat); Enskt (Stíl og Máluppgáva); Støddfrøði (Greiðslurokning og Fimisrokning)

Allar royndirnar hjá 9nda eru fyrrapart á degi.

10ndu flokkarnir skulu upp í hesum lærugreinum:

Føroyskt (Stíl); Danskt (Stíl); Enskt (Stíl og Máluppgáva); Støddfrøði (Greiðslurokning)

Allar royndirnar hjá 10nda eru seinnapart á degi. - Teir næmingarnir, sum hava 9nda floks støddfrøði, fara til hesa próvtøku fyrrapart.

Munnligu próvtøkurnar verða í tíðarskeiðinum frá hósdegnum 4. juni til týsdagin 23. juni 2009.

Enn er tað ikki blivið kunngjørt, hvørjar lærugreinirnar eru, sum næmingarnir skulu upp í hetta skúlaárið. Tað fáa vit ikki kunning um fyrr enn síðst í mai mánaði.

Ársroyndin í 2009

Vikuna eftir skrivligu próvtøkuna, skulu 8ndu flokkarnir til skrivligu ársroyndina. Hesar royndir eru allar fyrrapart.

Næmingarnir í 8nda flokki skulu upp í somu lærugreinum sum 9ndi.

Landsroyndirnar 2009

Í fjør vóru fyrstu landsroyndirnar fyri børnini í 4. og 6. flokki. Royndin er liður í endurskoðanini av føroyska skúlaverkinum, sum byrjaði eftir fyrstu PISA royndirnar. Hesar vera á hvørjum ári nú.

Næmingarnir í 4. flokki skulu til roynd mánadagin 25. mai kl. 8.30-9.00 føroyskt, lesa og skilja, kl. 9.30-10.15 føroyskt, fyrisøgn. Og týsdagin 26. mai kl. 8.30-9.15 støddfrøði, kl. 9.45-10.30 náttúra og tøkni.

Næmingarnir í 6. flokki skulu til roynd mikudagin 27. mai kl. 8.30-9.00 føroyskt, lesa og skilja, kl. 9.15-9.45 føroyskt, mállæra, kl.10.15-11.00 føroyskt, fyrisøgn. Hósdagin 28. mai kl. 8.30-9.30 støddfrøði og hósdagin 28. mai kl. 10.00-11.00 náttúra og tøkni.

PISA 2009

Í mars mánað vóru okkara næmingar í 9. flokkunum til PISA roynd. Samlaðu føroysku úrslitini verða væntandi almannakunngjørd í des. 2010.

Sagt verður, at royndirnar vóru sera væl eydnaðar, og at næmingarnir vóru rættiliga høgt motiveraðir, og teir av okkara næmingum, Annika og Tróndur, sum úttalaðu seg í Degi og Viku, smæddust í hvussu er ikki burtur. Spennandi verður at frætta, um royndin eisini gekk væl.

Tónleikaverkætlan í 1. flokki. Tónleikur  hvønn dag.

Vanliga hava vit í Kommunuskúlanum tveir 1. flokkar. Komandi skúlaár er ætlanin, at hin fyrstiflokkurin fær onnur spennandi tilboð.

Tilmeldingarskjal og nærri upplýsingar liggja á heimasíðu skúlans (www.kommunuskulin.fo) og fáast annars við at venda sær til skúlans, tlf. 30 25 80 ella t-bræv kom@skulin.fo

Fullteknað er til komandi 1. flokk, har verkætlanin “Litir í Leiki - tónleikur hvønn dag” verður roynd á fyrsta sinni her á landi.
Bíðilisti er gjørdur, so møguleiki er enn at koma í flokkin skuldi tað verið so, at okkurt avboð kemur.

Í hesari verkætlanini ’Litir í Leiki’ verða ljóðførini, undirvíst verður í, hesi: Tvørfloyta, sello, violin og gittari.

 

Skapandi 1. mai dagshald

Henda dag verða breytir skúlans, ið annars bert eru fyri næmingarnar í 10. flokki latnar upp fyri allari framhaldsdeildini.

Teir gott 200 næmingarnir í 8. og 9. flokkunum byrja dagin við eini filmssýning í Skálanum, áðrenn farið verður á eina sanna menningar-ferð runt á breytunum, har høvi verður at royna ymsu handaligu tilboðini, skúlin veitir: list, handverk og ítróttur verða vitjað upp á skift, áðrenn øll savnast hjá húsarhaldsbreytini í Skálanum kl. 12.15 at fáa ein góðan bita saman.

Vónin er, at næmingarnir koma at kennast betur, og at trivnaðurin batnar, tí høvuðsendamál skúlans er, at her kenna øll seg vælkomnan. 

Foreldur eru fremsti lærarin barnið hevur

Foreldur eru fremsti lærarin barnið fær í lívinum, og tað vita foreldur eisini, men tað tykist sum um tað gerst truplari hjá foreldrunum at hava sær hetta fyri eyga, sum børnini vaksa til, og tí bjóðar skúlavegleiðingin til fundar 6. mai fyri foreldrunum at børnum í 7., 8. og 9. flokki.

Skúlavegleiðarin Jane Hoydal hevur regluligar samrøður við allar næmingarnar í skúlanum. Hesar samrøður geva henni rættiliga gott innlit í vanar hjá børnunum, sum eru í andsøgn til møguleika teirra at fáa tað besta burturúr síni skúlagongd.

Við á fundinum verða sálarfrøðingurin Kathrina Lindenskov Holm og heilsusysturin Bjørghild Djurhuus. Til umrøðu verða spurningar um matvanar, sovivanar, trivnað og skúlaletið, ið so mangan raka børnini tey truplu árini í pubertetinum.

Frá 10. flokki

10. flokkur kom mánadagin 23. mars aftur í øllum góðum frá spennand, stuttligari, mennandi og áhugaverdari ferð í kekkiska høvuðsstaðnum Prague. - Tey eru nú sprenfull í orku, og tað skal eisini til, tí styttist av álvara hjá teimum.

Síðsti skúladagur hjá 10. verður mikudagin 3. juni og fyrsti munnligi próvtøkudagur er hósdagin 4. juni.

10. flokkur 2009-10

Tað frøir okkum at siga teimum mongu, sum hava teknað seg til 10. flokk komandi skúlaár, at vit fara at bjóða fram søgu sum vallærugrein, og at vit arbeiða við at fáa spanskt á skránna eisini.

Kalendari fyri tað, ið eftir er av skúlaárinum

Páskafrítíð: frá leygardegi 4. apríl til mánadag 13. apríl

Dýri biðidagur: fríggjadag 8. mai

Kr. Himmalsferðardagur: hósdag 21. mai

Hvítusunnufrítið: frá leygardegi 30 mai til mánadag 1. juni

Grundlógardagur: fríggjadag 5. mai

Summarfrítíð: frá fríggjadegi 26. juni til sunnudag 16. august

Allir nevndu dagar eru frídagar.

Heim