|
Tórshavnar Kommunuskúli |
|
|
Jólabræv
Seinnu árini hevur Kommunuskúlin við kunningarskrivum sum hesum greitt
børnum, foreldrum og avvarðandi frá
tí, sum fyriferst í skúlanum. Tað er okkara fatan, at hesi brøv hava verið væl móttikin, og hava vit tí
gjørt av at halda fram við hesum
kunningarhátti. Ein minni skúli – ein spennandi skúli
Tað er eingin loyna, at Kommunuskúlin er minkaður í ár. Tvær høvuðsorsøkir
eru til tess. Vit hava ikki 10. flokk longur; og skúlabyggingin í
Havnini – tað veri seg uppi í Hoyvíkini og úti á
Argjum – tekur av trýstinum á gomlu
skúlarnar. Men eisini minkandi barnatalið í Føroyum ger sítt. Ein musiskur skúli Litir í
Leiki heldur fram og mennist víðari. Nú eru tveir flokkar, sum
verða undirvístir eftir hesum námsfrøðiliga leisti. Í tí
sambandinum høvdu vit vitjan úr Finlandi fyri nøkrum vikum
síðani av Varis Keikki. Og í hesum døgum hava brøðurnir Géza og
Scaba Szilvay úr Helsinki skeið við øllum LíL - lærarunum og
næmingunum her í Kommunuskúlanum. SAMTÓN í 4. flokkunum ein blásiljóðførislæruskipan
Seinastu árini hava allir
4. flokkarnir í Kommunuskúlanum verið við í eini
tónleikaverkætlan, har allir næmingarnir spæla hvør sítt
blásiljóðføri. Orkestrið í 4. flokki í ár telur 37 tónleikarar.
Fyrsta almenna framførsla teirra verður 15. des. kl. 19. Samanlagdir flokkar... námsfrøðilig nýhugsan! 8ndi á
Teir báðir
samanløgdu 8ndu (A+B) flokkarnir eru saman í Føroyskum,
Donskum, Enskum og Støddfrøði 9ndi ð
9ndu
flokkarnir báðir (C+D)eru skipaðir fullkomiliga av
nýggjum. Her eru allir næmingarnir savnaðir í eina heild,
sum arbeiðir eftir eini tímatalvu, ið skiftir alt eftir
tørvi og náms- frøðiligum háttalagi. Mannarættindi - rættindi og skyldur •Toymini definera sjálvi tað konkreta evnið, ið flokkurin/-arnir arbeiða við. Men støði skal takast í gerandisdegnum hjá næmingunum. Tað er av stórum týdningi samstundis, sum talað verður um rættindi, at nevna orðið skyldur, sum eisini hoyrir við til eitthvørt fyribrigdi í samfelagi og samhaldi. •Vit arbeiða við tí, ið t.d. hendir inni í skúlastovuni millum næmingar og millum næmingar og lærarar. Taka støði í umhvørvinum, sum næmingarnir ferðast í dagliga. Hetta fokus meta vit vera týdningarmikið, um børnini og tey ungu skulu kunna seta seg inn í, hvat hendir úti í stóru verð, har grundleggjandi mannarættindini verða tikin frá fólki og eisini brutalt verða brotin. Við egnum royndum og tilvitsku um okkara tørv á virðing, tryggleika, felagsskapi o.ø., gerast hugtøkini mannarættindi og mannarættindabrot viðkomandi og ikki bara nakað óítøkiligt, sum hendir í øðrum pørtum av heiminum, langt frá okkum. •Hvørji rættindi hava vit í veruleikanum og hví hava hesi týdning ? Hvussu er við teimum grundleggjandi mannarættindunum hjá okkum?
•Tað hevur týdning at næmingarnir: Mest til foreldrini
•Foreldrafundir
Floksheimasíður
Allir flokkarnir í
Kommunuskúlanum hava sína egnu floksheimasíðu
undir heimasíðu skúlans (
FirstClass
skipanin Vitanet – elektronisk protokollføring •Í fjør royndarkoyrdu vit á Kommunuskúlanum eina nýggja elektroniska protokoll-skipan, sum skuldi gera tað lættari hjá foreldrum at fylgja við uppmøtingini hjá børnum sínum. Royndarárið varð mett at hepnast so mikið væl, at hildið verður fram við skipanini aftur í ár Evnisvika Eftir heystfrítíðina var evnisvika hjá teimum yngstu næmingunum, 1. – 7. flokki. Vanliga tímatalvan varð niðurløgd og arbeitt varð í dýpdini við einum størri evni, ið hesa ferð hevði heitið Amnesty – mannarættindi. Verkætlanarskeið Aftaná heystfrítíðina hava 8ndu flokkarnir verið á skeiði í verkætlanararbeiði. Umframt at fáa kunning um hvussu arbeitt verður við verkætlanum, fáa næmingarnir eina ferð enn høvi at royna seg í hesum arbeiðshátti. Starvsvenjing Ungdómarnir í 9ndu flokkum okkara vóru burturi úr vanligari undirvísing tær tvær fyrstu vikurnar eftir heystfrítíðina, tí teir vóru í starvsvenjing tá. Vit skulu gera vart við, at í sambandi við starvsvenjingina skulu ungdómarnir skriva dagbók um tíðina. Savnsfagnaðurin 18. til 23. oktober var árligi Savnsfagnaðurin fyri skúlanæmingunum. Søvnini lótu eisini hurðarnar upp á víðan vegg fyri almenninginum í heystfrítíðini. Savnsfagnaðurin varð væl vitjaður av næmingum okkara. Síðan á skák
Spøkir tað her? Framhaldssøga Síðan á skák … annars …
Tað finnast
bert trý sløg av fólki: Tey, sum duga at
rokna, og tey, sum ikki duga at rokna!
-o- -7 + 5 er tað elliviii, ella ellivuuu? -o-
Hvat fært
tú, um tú kryssar eina vampýr og ein
lærara? -o-
Flokkurin
hevði djóradag og mamman skeldaði
Marionnu:
|