Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Jólabræv 2010 Apríl 2009 Juni 2008 Mai 2008 Desembur 2008 Umbygging Happingarætlan Happingarfaldari Trygging L.i.L Pisa Miðnámsútbúgvingar Matpakkakanning Um lúsaviðgerð Tryggingarskriv List í 1.a, 2010-2011 Mentamálaráðharrin

 

Upp

      Happing

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 Happing er,

 at ein ella fleiri í langa tíð

bera seg illa at ímóti onkrum øðrum.

Vánaligi atburðurin

hevur eitt ávíst mynstur.

Tað sæst týðiliga,

at tann happaði næmingurin

er keddur,

men happararnir gevast kortini ikki.

Tað verður farið um mark

hjá tí ávísa persóninum.

 

Upplýsingarnir niðanfyri um sløg av happing, tann happaða og happaran eru sera neyvar, so at tað ber til at fylgja við og varskógva, um tað verður neyðugt.

Sløg av happing

Tann sjónliga:

  • ljót eyknevni
  • sparka, sláa og buka
  • oyðileggja ognir
  • peika, flenna/teska
  • spýta
  • hótta, eyðmýkja alment

Tann fjalda:

  • útspilling, lygnir
  • venda einum bakið
  • særandi orð, eyðmýking
  • almenn avbyrging/útihýsing frá hópinum

Eyðkenni, ið tann happaði hevur:

Um fleiri av niðanfyri nevndu dømum eyðkenna næmingin, hevur hann tað vit nevna strongd:

  • ágangandi ella uppgevandi sinnismunur
  • bráðlyndi
  • vánalig bindindi, fjáltur og ampi
  • dapurskygni og/ella lítil lívsgleði
  • møði, svøvnloysi
  • hábrøgd, nervøsan látur
  • staming
  • ovurvirkin
  • skal ofta á wc
  • hevur ongan matarlyst ella troystaretur
  • hevur ofta marruna
  • er fyri ólukkum ella óhappum

Strongd oyðileggur verjuskipanina. Hetta elvir til ovurviðkvæmi og sjúku.

Sum tíðin gongur, flýggjar næmingurin frá støðuni við at:

  • avnokta, at nakað keðiligt er farið fram
  • at sova nógv
  • gloyma, hvat tað snúði seg um
  • hyggja nógv at sjónvarpi uttan at fata
  • fáa angist og fobi
  • gerast sjúkur fyri at sleppa undan at fara út

Sállikamligar sjúkur eru eins veruligar og t.d. beinkrím, ið er íkomið av virusi.

Sállikamliga sjúkan er íkomin av ampa og strongd.

Sállikamlig eyðkenni hjá børnum eru:

  • búkilska
  • høvuðpína
  • lívsýki/harðan maga
  • eksem
  • astma
  • sár og skeinur í tannkjøtinum
  • bitsár í kjálku/vørrum
  • tannagrísl/læst kjálkabein
  • ovurviðkvæmi
  • skulking

Happarin:

Hvussu kenna vit ein sjónligan happara? Hvørjar eginleikar hevur hann?

Eginleikar:

  • áleypandi sinnalag
  • hug at hevda seg mótvegis vinum, floksfeløgum, lærarum og foreldrum
  • góða sjálvsfatan
  • vánaliga ella onga samkenslu við øðrum
  • illa lýddur

Kann eisini vera/hava:

  • vánaliga sjálvsfatan
  • stóran tørv á umsorgan
  • áhuga í øðrum
  • ágangandi/áleypandi
  • lúgva og stjala
  • fíggindaliga sinnaður
  • vantandi álit á øðrum
  • vanur við avvísing og skilur ikki umsorgan
  • søkir ikki hjálp

Hvussu kenna vit ein fjaldan happara? Hvørjar eginleikar hevur hann?

Eginleikar:

  • ynskir at fáa vald
  • hevur negativ lindiseyðkenni
  • samlar tey, ið hava minst sjálvsálit aftur at sær
  • tann, ið ikki aktar, verður koyrdur út í kuldan og álopin
  • bangin fyri kapping og brúkar øll snildi at fáa mótstøðumannin niður við nakkanum
  • brúkar hjálparar ar fremja sítt skitna arbeiði
  • sjálvur sýnir hann seg sum tann fitti og hjálpsami
  • lokkar
  • brúkar fólk til egnan fyrimun
  • øvundsjúkur

Ein happaður:

Hvussu kenna vit ein happaðan næming? Hvørjar eginleikar hevur hann?

Eginleikar:

  • hevur torført við at seta mark fyri, hvussu onnur kunnu fara við sær
  • er fittur, hjálpsamur og ger sína skyldu
  • kensluborin
  • hevur samhuga við øðrum
  • dugir at seta seg í støðuna hjá øðrum
  • øðrvísi
  • sjálvstøðugur/hjálparleysur
  • er einari
  • skitin/luktar illa
  • vakur og dugnaligur
  • ódugnaligur
  • sterkur/veikur fakliga
  • likamliga veikur
  • ríkur/fátækur

Annars kunnu tey flestu verða happað, um ágangurin er nóg ógvusligur.

Skaðin og vandin við happing:

Afturat omanfyri nevndu árinum, ið koma í av happing (strongd, flýggjan og sállikamligar sjúkur), er ymiskt afturat, ið hendir og henda kann, tí happaða:

  • hugsar, at okkurt er galið við sær
  • heldur, at hann hevur uppiborið at verða illa viðfarin
  • fær ringt sjálvsvirðið, -álit og ringa sjálvsmynd og – fatan
  • missir álitið á onnur
  • gerst tornæmur
  • verður dapurskygdur
  • kann forgera sær

Tað tekur langa tíð at menna ein happaðan aftur

Soleiðis forða og steðga vit happing:

  • vit hava einstaklinga samrøður við næmingarnar
  • vit hava floksfund uml. 2 ferðir um mánaðin ella oftari, um tørvur er

Hvat er floksfundir?

Á floksfundinum læra næmingarnir:

·        fólkaræði

·        at lurta

·        at siga sína meinig

·        at virða og góðtaka hvønn annan

·        at hjálpa/stuðla hvørjum øðrum

·        hvørji hini eru

·        at taka ábyrd av, at øll trívast

·        at tey vaksnu hjálpa

·        at tað er í lagi at tosa um trupulleikar og ósemjur

·        at fyribyrgja og steðga happing

Tað er best at venda sær beinleiðis til læraran og síðan arbeiða við at basa happingini á floksfundinum ella á annan hátt. Tó, um ein vil vera ónevndur, ber til hjá barninum/tí unga at venda sær til “ TÙ & EG “ ráðgevingina, á tlf.nr. 807010, ið er undir Barnabata

Endamálið við at steðga happing:

  • vit fáa glaðar, tryggar og virknar næmingar
  • vit fáa glað foreldur
  • vit fáa ein vælvirkandi flokk
  • vit geva næmingum gott viðføri við sær út í lívið
  • næmingar happa ikki seinni í lívinum og góðtakað ikki happing
  • vit skapa trivna
  • vit læra tey at virða seg sjálv, onnur og umhvørvið

 

Genta 8. flokkur