Tórshavnar Kommunuskúli

Heim Jólabræv 2010 Apríl 2009 Juni 2008 Mai 2008 Desembur 2008 Umbygging Happingarætlan Happingarfaldari Trygging L.i.L Pisa Miðnámsútbúgvingar Matpakkakanning Um lúsaviðgerð Tryggingarskriv List í 1.a, 2010-2011 Mentamálaráðharrin

 

Upp

Kunningarskriv
Tórshavnar Kommunuskúli
desember 2008

Góðu foreldur

Í royndum okkara at gera samskiftið millum heim og skúla so gott og mennandi sum til ber, fara vit við kunningarskrivum sum hesum regluliga at boða tykkum frá víðfevnandi virkseminum á skúlanum. 

Hetta er seinasta brævið í hesum kalendaraárinunm.

Í hesum brævinum verða ymisk evni tikin upp, sum eru aktuell, nú tað stundar til jóla, men kagað verður nakað inn í 2009 eisini.

Lærarapraktikkantar

Tórshavnar Kommunuskúli hevur aftur í ár tað gleði at kunna bjóða okkum fram sum starvsvenjingarstaður hjá læraralesandi bæði hiðani úr Føroyum, men so sanniliga eisini uttaneftir. 

Vit hava fingið 4 praktikkantar frá Århus Seminarium, sum verða hjá okkum fram til mars mánað, og eftir jól koma læraralesandi av Føroya Læraraskúla higar at royna seg.

Okkara royndir av at fáa læraralesandi higar at royna seg, meðan tey enn eru undir útbúgving, eru góðar, tí hetta eru seriøs og arbeiðssom fólk.

Vit eru eisini errin um hvørt ár at verða biðin um at veita komandi lærarum hesa tænastu, tí vit meta okkum eiga nógvar góðar lærarar, ið megna hesa vegleiðarauppgávuna til fulnar.

Foreldraviðtalurnar

Eftir ætlan verða foreldraviðtalurnar í teimum ymsu flokkunum hildnar í januar mánaði.

Hesar foreldraviðtalur eru partur av samstarvinum millum heim og skúla, og fáa foreldrini við hesum møguleika at tosa við lærararnar um, hvussu væl tað gongur hjá barninum. Í 4. og 6. flokkunum verður eisini kunnað um úrslitini frá landsroyndini.

Eftirsum tað er rættiliga ymiskt nær foreldraviðtalurnar verða í ymsu flokkunum, so skulu vit ikki reksa tær upp her, tí flokslærararnir kunna sínar næmingar/lærarar í hvørjum eistøkum føri.

Nýggja skúlastýrið

Í november var skúlastýrisval. Tveir listar komu inn við tilsamans 7 valevnum. Valluttøkan var munandi størri hesa ferð í mun til undanfarnu skúlastýrisval.

Hesi foreldraumboð vórðu vald í stýrið: Andrea Heindriksdóttir, Heri Joensen og Henry Olsen.

Martin Karl Olsen er umboð fyri lærararnar.

Býráðsumboðini eru ikki vald enn.

Skúlastjórin er skrivari í stýrinum.

Nýggja stýrið tekur við á nýggjárinum.

Samstarv við Føroya Studentaskúla

Í Hoydølum fáast tey ikki einans við at seta upp musikalir.

Seinastu vikurnar hava nakrir studentaskúlanæmingar arbeitt við evninum “Veðurlagsbroytingum”, og í hesum viðfangi hava fleiri av okkara flokkum fingið spurnaðarbløð at fylla út, tá ið komandi pisurnar hava leitað oman til okkara at vita, hvussu kunnleikin er millum okkara næmingar um hetta álvarsmálið.

8. flokkarnir á Kommunuskúlanum fingu saman við 8. flokkum í restini av landinum eina innbjóðing at taka lut í hesi studentaskúlaverkætlanini á einum spennandi tiltaki mánamorgunin 1. december.

Flokslærarin hjá 8.d gjørdi av at melda sín flokk til, og tað letur til, at tey fingu nógv burturúr hesi løtuni í Hoydølum.

Starvsvenjingin

Nú starvsvenjingin er væl yvirstaðin hjá 10. flokki, nærkast tíðin hjá 9. flokkunum, at teir skulu út á arbeiðsplássini at síggja, hvussu tað er í samfelagnum uttanfyri skúlans veggir. 9. flokkarnir koma ikki aftur í skúlan fyrr enn 19. januar í komandi ári, tí tvær tær fyrstu vikurnar av árinum skulu næmingarnir í starvsvenjing. Vit ynskja teimum alt tað besta og vóna, at tey øll fara at fáa nógv burturúr.

Verkætlanararbeiði

Vit skulu minna á, at hóast tað hjá summum næmingum kann tykjast long tíð til verkætlanarvikan kemur, so styttist tað alsamt.

Verkætlanarvikan hjá 9. flokkunum er longu í 5. viku - 26. til 30. jan. - og eftirsum næmingarnir eru burturi í praktikk beint eftir jólaferiuna, so hjálpir tað væl, um teir longu nú eru rímiliga væl fyrireikaðir, og í hvussu er hava lisið ein fittan part av tí tilfari, teir ætla sær at brúka til verkætlanina.

Hjá 10. flokki er freistin eitt sindur longri, tí teirra verkætlanarvika er sett til dagarnar 9. til 13. februar.

- Tað er jú snilt at vera væl fyrireikaður, tí bæði hjá 9. og 10. floks næmingunum er verkætlanarframløgan ársins fyrsta próvtøka.

Søguframsýningin hjá 9. flokkunum

Millum 20. okt og 21. nov. arbeiddu næmingarnir í 9. flokkunum við eini størri uppgávu í søgu, og sigast má, at tey vóru ófør hesi ungu fólkini at lýsa tíðarskeiðini, teimum vórðu tillutað.

Framsýningin var opin fyri restini av skúlanum aftaná døgurðasteðgin 21. nov og nýttu fleiri flokkar høvið at koma og hyggja at avrikunum.

Støðumetsbøkurnar

Framhaldsdeildarnæmingarnir hjá okkum fáa sínar støðumetsbøkur útflýggjaðar áðrenn farið verður í jólaferiu.

Næmingarnir í 8. flokkunum fáa í ár støðumetsbók á fyrsta sinni. Ætlanin er, at foreldrini við undirskrift vátta, at tey hava sæð hana.

Komandi 8. flokkur

Næmingarnir í 7. flokkunum fáa í januar valbløðini til lærugreinirnar í 8. flokki. Næmingarnir í verandi 9. flokkum fáa innskrivingarblað til 10. flokk.

First Lego League

Í ár høvdu vit á Tórshavnar Kommunuskúla fyri fyrstu ferð eitt lið við í vælumtóktu náttúruvísindaligu kappingina fyri skúlanæmingar. Liðið hjá okkum kallaðist “Blue Dudes”; men hóast tey stóðu seg væl, so eydnaðist tað teimum ikki at koma sær víðari í kappingini, har tað gongur út uppá at programmera ein lego-robott at klára eina forðarenning uppá stytst tíð og við fæst feilum.

Vinnararnir í ár gjørdust aftur “Junior Kids” av Skála, og vit ynskja teimum staðiliga tillukku við flotta avrikinum.

Meiri fæst at vita á heimasíðuni  www.hjernekraft.org

Útiskúlin

Ásannandi, at børnini hava gott av at koma út og at røra seg meiri, eru tey farin undir regluliga útiskúla í innskúlingini hjá okkum.

Í útiskúlanum verður m.a. roknað og arbeitt við máli og kunning á hugnaligum samkomum uttandura.

Jólavikan í Kommunuskúlanum

Mánadagur 15. desember: Vanlig skúlagongd

Týsdagur 16. desember:    Vanlig skúlagongd

Mikudagur 17. desember: Partvís vanlig skúlagongd

17. des. kl. 10 í Skálanum: Jólakonsert fyri øllum næmingunum .

Summir flokkar hava hugnaløtu saman við flokslærara sínum.

Teir flokkarnir, talan er um, eru kunnaðir um hetta.     

Mikukvøldið 17. desember:                   

Kl. 19.00 verður framførsla fyri foreldrum í Skálanum.

Næmingarnir møta soleiðis:

1.ab í stovu 208 og 3.ab í stovu 207 í stóra gula skúla kl. 18:45

2.ab í stovu 206 í gula skúla kl. 18:15

Hósdagur 18. desember:

Jólatræshaldið í Skálanum gongur í trimum umførum.

Kl. 8:30 dansa hesir flokkar: 1.a og b; 4.a og b; 7.a; 8.a; 8.d; 9. b og 9.e

Kl. 11.00 dansa hesir flokkar: 2.a og b; 5.b; 6.a; 7,b; 8.b; 9.c og 10.

Kl. 13.30 dansa hesir flokkar: 3.a og b; 5.a; 6.b; 8.c; 9.a; 9.d og 10.b

Næmingarnir í grunddeildini møta 15 min. fyri ásettu tíðir.

Teir møta í stóra gula skúla.

Jólatræshaldið varir um hálvan annan tíma, og næmingarnir fáa frí aftaná.

 Fríggjadagur 19. desember:

Øll møta kl. 8.00. Jólaguðstænastan verður í Havnar kirkju kl. 08.45. Farið verður úr skúlagarðinum uml. kl. 08.20.

Dagurin endar um 10 tíðina, tá ið vit fáa jólafrí.

Skúlin byrjar aftur mánadagin 5. januar 2009 vanliga tíð.

Gleðilig jól øll somul og takk fyri gott samstarv í brátt farna ári!

Aftur til forsíðu