|
Tórshavnar Kommunuskúli |
|
|
21.05.2008 Góðu foreldur Í royndum okkara at gera samskiftið millum heim og skúla so gott og mennandi, sum til ber, fara vit í framtíðini við kunningarskrivum sum hesum at boða tykkum frá víðfevnda virkseminum í skúlanum. Hetta skriv liggur eisini á heimasíðu okkara. Ætlanin er seinni bert at nýta heimasíðuna í hesum sambandi. Blámusoppurin Tykkum kunnugt fara í løtuni umfatandi ábøtur og umvælingar fram í skúlabygningum okkara orsakað av, at blámusoppur er staðfestur her. Hetta virksemi órógvar gerandisdagin í skúlanum nakað, tí vit hava verið noydd at havt “flytiflokkar”, har næmingarnir skifta millum ymsu stovurnar, meðan arbeiðið fer fram, umframt at vit hava fingið barakkir við fýra stovum settar upp við Sjónleikarhúsið og eina við tveimum serstovum í urtagarðinum við Kongagøtu. Fjórðuflokkarnir hava orsakað av hesum sama hildið til í Bridgehúsinum í Gundadali seinastu tíðina. Soppareinsingin er nú komin so mikið langt, at komið er til Skálan, og tí verður eingin morgunsangur í skúlanum fyribils. Heildarætlanin Býráðið arbeiðir við eini heildarætlan fyri Tórshavnar Kommunuskúla. Heildarætlanin skuldi fyriliggja 1.apríl, men hon er enn ikki latin okkum. Partur av heildarætlanini var at gera gamla Realskúlan um til lærarastovu og umsitingarbygning burturav, og tað hevur riggað væl. Teir fyribilsbygningar vit hava fingið til skúlakøkin og handarbeiðið eru nú vorðnir fult virknir. Spennandi verður, nær heildarætlanin verður sett í verk. Grønur skúli Kommunuskúlin hevur samtykt at arbeiða fram ímóti at gerast ein sonevndur grønur skúli. Hetta merkir m.a. at ruskið skal skiljast sundur í skúlastovunum, og at flokkarnir kunnu vinna premiur fyri at vera mest umhvørvissinnaði flokkurin í sínum skúlastigi. Meir um hetta í komandi kunningarbrøvum. Telduútbúnaðurin Kommunuskúlin hevur í løtuni KT sum átaksøki. Í hesum sambandi hava vit dagført telduútbúnað okkara, soleiðis at vit hava nú fingið útvið 150 næmingateldur, og tað merkir, at ein telda er fyri hvørjar 3-4 næmingar, so nú skuldi verið lagamanni at brúkt KT í undirvísingini. Lærarar skúlans hava nýliga fingið hvør sína teldu til láns frá skúlanum. Sjónvørpur verða í næstum settar upp í øllum skúlastovunum, so teldan eisini kann brúkast í felagsundirvísingini og til næmingaframløgur. Tráðleyst netsamband er í øllum skúlanum, og hvør næmingur hevur sína teldupostadressu gjøgnum skipanina FirstClass og goymsluøki á okkara ambætara á Luna, ið er innanhýsis teldugoymsla og –virkisøki okkara. Næmingar og lærarar hava soleiðis atgongd til alt hetta tilfarið hiðani úr skúlanum og heimanífrá umvegis kaga: www.kommunuskulin.fo - trýstið á ’komið innar’ og nýtið síðani Luna-kotuna, sum hvør einstakur næmingur skúlans hevur. Tað eru fleiri flokkar, ið longu sum er, samskifta elektroniskt, og aðrir eru ávegis. Skrivliga próvtøkan Í farnu viku vóru 9ndu og 10ndu flokkarnir til skrivliga próvtøku í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Vónandi gekst tað væl hjá teimum øllum somlum. Í hesi vikuni standa so 8ndu flokkarir fyri tørni. Flokkarnir eru kunnaðir um royndardagarnar, og vit vilja annars vísa til heimasíðuna hesum viðvíkjandi: www.kommunuskulin.fo Høvuðsmunurin er tó í stuttum tann, at 8ndu flokkarnir skulu sleppa at royna, hvat tað vil siga at sita til roynd, áðrenn tað telur av álvara komandi skúlaár. - Og tað merkir, at næmingarnir skulu sita í hølunum minst helvtina av tíðini. Í kjalarvørrinum av PISA úrslitunum hava landsins skúlamyndugleikar samtykt, at børnini í fjórðu- og sættuflokkunum eisini skulu til roynd nú í summar. Henda royndin, sum er sett í verk fyri at skúlamyndugleikarnir skulu fáa innlit í, hvat børnini í roynd og veru læra og geva skúlanum eitt eftirmetingaramboð aftrat, er persónlig fyri næmingarnar, skilt soleiðis, at teir fáa úrslit sítt at vita, tá ið úrslitið fyriliggur. First Lego League Stóra náttúruvísindaliga kappingin millum skúlanæmingar við lego-robottum, ið skulu programmerast at klára seg í eini forðarenning, verður aftur komandi skúlaár. Vit skulu í hesum viðfangi gera vart við, at tað er snilt longu nú at fáa skipað liðið hjá sær, so fyrireikingin til sjálva kappingina skal ganga so væl sum yvirhøvur tilber. Kappingin er ein liðkapping, har brúk er fyri fleiri ymiskum eginleikum. - Onkur má duga væl at programmera; onkur má duga væl at byggja robottin; onkur má syrgja fyri búnum til liðið; onkur má finna sponsorar til aktivitetirnar hjá liðnum; onkur má skriva log-bókina; onkur má gera slagsangin og ikki minst má onkur duga at hjúkla um trivnaðin hjá liðnum. Kappingin er ein liðkapping, sum ikki er bundin at ávísum skúlaflokki! - Ja, strangt tikið, er ikki neyðugt, at øll børnini á liðnum ganga í sama skúla. - Einasta fastsetta treytin er, at luttakandi børnini skulu ganga í 5., 6., 7., 8. ella 9. flokki, og at tey sjálvi skulu gera uppgávuna! Her skal tó beinanvegin verða sagt, at tað so avgjørt ikki er forboðið at leita sær hjálp hjá foreldrum, eldri systkjum ella øðrum skilafólkum, tá ið uppgávur av ymsum slag skulu gerast, tí tað er loyvt at fáa hjálp. Kommunuskúlin hevur í ár sett sær fyri at vera við í hesum tiltaki. Vit eiga tvey borð, sum robottarnir kunnu venja á. Vit eiga eisini tveir robottar, sum liðini kunnu venja við, áðrenn lutirnir til teirra robott kemur sendandi við postinum út á heystið. Vit hava hølini, hava tit liðið og hjálpsom foreldur, so hava tit kjansin at gera Junior Kids av Skála kynstrið eftir. - Tey vunnu føroysku kappingina í fjør, og sluppu sostatt við í Skandinaviska endaspælið. Har kláraðu Junior Kids seg somikið væl, at tey sluppu við í sjálvt heimsmeistaraheitið yviri í Amerika. Hevur alt hetta tín áhuga, savna so saman vinirnar í eitt First Lego League lið og vend tær til Berg Rasmusen, Jacob Thomsen ella Jógvan Hansen og hoyr nærri. Tú ert eisini vælkomin at venda tær til okkara, sjálvt um tú ikki hevur nakað lið enn. Vit mugu tó gera vart við, at pláss einans er fyri 16 liðum í føroysku kappingini, so vil man vera við, má man skunda sær! Meiri fæst at vita á heimasíðuni www.hjernekraft.org Dreingjakórið undir Brúnni 23. apríl høvdu vit vitjan av Dreingjakórinum undir Brúnni, sum júst var afturkomið av konsertferð uttanlands. Framførsla teirra var stórfingin. 24. apríl høvdu vit vitjan av 109 næmingum frá Vandel skole. ‘Landsdystir’ vóru fyriskipaðir í Gundadali skúlanna millum í hand– og fótbólti, gentur og dreingir. Úrslitið varð, at vit vunnu øll fýra steypini til miklan róma fyri stóru fjepparafjøld okkara hendan seinnapartin fyri flaggdagin. Munnliga próvtøkan Síðst í hesi vikuni fáa vit at vita frá Mentamálaráðnum, hvørjar lærugreinir næmingarnir í 9ndu og 10ndu flokkunum skulu upp í til munnligu próvtøkurnar, sum byrja 6. juni. - Næmingar og foreldur verða kunnað so skjótt, sum vit fáa boðini, og annars ber til at fylgja við á heimasíðu skúlans: www.kommunuskulin.fo Hesa tíðina verður dagliga tímatalvan umskipað í grunddeildini, soleiðis at hvør einstakur flokkur fær sína serstøku skrá útflýggjaða frá flokslæraranum. Hesa tíðina ber væl til at arbeiða øðrvísi enn vanligt, har serligt høvi er til djúphugsni og útgreinandi frálæru. Setursskúlaferðir og útferðir kring verða vanliga lagdar hesa tíðina eisini. Tað er vert at undirstrikað, at hendan tíðin er sera týdningarmikil partur av undirvísingini í skúlanum.
|