|
Tórshavnar Kommunuskúli |
|
|
Ævintýravika í Kongagøtu Hesa vikuna hava næmingar og lærarar í innskúlingini, t.e. 1.-3. flokkarnir, eina øðrvísi og áhugaverda viku. Ævintýr hjá Grimm-brøðrunum eru evnið. Meiningin er at geva næmingunum høvi til at fara inn í hendan ævintýraheimin og sansa hann á ymsar mátar. Børnini skriva sjálv ævintýr, klippa og mála myndir, gera búnar og annað tilhoyr til leik umframt dramatisera og dansa. Fríggjadagin endar vikan við paradu ella leikgongu ígjøgnum býin, har næmingarnir fáa høvi til at vísa fram og royna hendan øðrvísi málbúnan.
|