Tórshavnar Kommunuskúli

 

Skúlin Fyrisiting Lærarar Næmingar Kunning Tænastur Evnisdagar o.a. Leys størv Leinki Skúlastýrið Floksheimasíður

    

Tórsgøta 25 FO -100 Tórshavn    Tlf.: 302580 Fax.: 310467     Teldupostur: KOM@skulin.fo 
Lærarastovan í Tórsgøtu  -   Tlf.: 302584
Lærarastovan í Kongagøtu - Tlf.: 302029-1518

24.06.2010 9. og 10. flokkarnir fingu prógv mikukvøldið 24. juni. Nakrar myndir: trýst her

Birgir Sondum tók myndir. Her síggja tit nakrar av teimum

07.05.2010 Kunningarskriv um tryggingarviðurskifti hjá skúlanæmingum. 

Kommunusamskipan Føroya hevur kannað viðurskiftini viðvíkjandi næmingum og er komin til ta niðurstøðu .....Les meira                                            

21.01.2010 Litir í Leiki
Øll, sum fara í 1. flokk í høvuðsstaðarkommununi komandi skúlaár, eru vælkomin at søkja um at koma í hendan royndarflokkin.  Ljóðførini eru hesi: harmonika, floyta, violin og sello. Les og hoyr um tiltakið!

Tilmeldingarskjal er her og fæst annars við at venda sær til skúlans, tlf. 30 25 80 ella t-bræv kom@skulin.fo
Áhugað eru vælkomin at senda umsøkn til skúlans.
Tilmeldingarskjal til Litir í Leiki: Word-fíla - PDF-fíla

Fríggjakvøldið 22. januar var eitt innslag um Litir í Leiki í Degi og Viku. Tað ber til at síggja hetta við at fara á heimasíðuna hjá Kringvarpinum. Rás 2 hevði eisini eitt innslag um Litir í Leiki. Lurta her

Vanliga hava vit í Kommunuskúlanum tveir 1. flokkar. Um so verður komandi skúlaár, er ætlanin, at hin fyrstiflokkurin fær onnur spennandi tilboð, so sum fjølbroyttan ítrótt í samstarvi við ítróttafeløg í býnum, og somuleiðis verður tilboð við málningalist á skránni.

Hetta stendur á portalinum 22. januar, 2010

Eg spæli violin, tí tað er ordiliga skeg, sigur Silas Gudmund Hannesarson, sum gongur í 1. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla.

Silas er er ein av hepnu næmingunum í verkætlanini “Litir í leiki”.
Verkætlanin er partur av einum nýggjum tilboði til næmingarnar í fyrsta flokki í Kommunuskúlanum. Hesir hava havt – og fáa aftur komandi skúlaár - møguleika at luttaka í eini verkætlan, sum á enskum kallast “Colour-Strings-verkætlanin”. Her stendur teimum m.a. í boði at fáa individuella undirvísing í ávísum ljóðførum.
Sjálvur heldur Silas, at hetta er ein góður máti at ganga í skúla uppá:
- Tá man spælir, skal man tonkja ræðuliga nógv við høvdinum, sigur ungi og ídni tónleikarin.
Tað var í farna skúlaári, at Kommunuskúlin fekk møguleika fyri at menna børnini í 1. til 3. flokk eftir hesum leistinum.
Her er bæði undirvísing fyri tann einstaka í guitara, cello, violin og tvørfloytu, tey spæla í bólki saman eins og tey verða undirvíst í hoyrilæru.

Prát við Hanus og Sunnleif í Góðan Morgun Føroyar í januar 2009 um eitt nýtt skúlatilboð til komandi 1.flokk. Lurta her: Ljóðfíl
Frágreiðing um Litir í leiki í 1.flokki. Les meira

The Helsinki Junior Strings
Hvussu framúr væl henda frálæra hevur staðið sína roynd kemur best til sjóndar í skúlaorkestrinum The Helsinki Junior Strings, sum verður mett at vera eitt av heimsins fremstu unglinga- strúkiorkestrum. Navnframt er eisini strúkaraorkestur skúlans á byrjunarstigi, og leggjast kann her aftrat, at í flestøllum strúki- ella symfoniorkestrum í Finnlandi, sum frammanundan hevur ríkað strúkarasiðvenju, sita fyrrverandi næmingar í EHM sum konsertmeistarar. Her hoyrir tú The Helsinki Junior Strings spæla og framføra:
Brot úr jólakonsert 2007
 og Brot úr konsert august 2008

Her er heimasíða teirra: http://www.ihmo.fi/strings/sivutenglanniksi/history.htm

Fá lut í hesum frálíka møguleika! Útfyll umsóknarblaðið og send okkum á kom@skulin.fo ella ring á tlf. 302580.
Vælkomin!

11.12.2009
9. flokkur hevði søguframsýning í skálanum síðst í novembur. Myndir síggjast við at trýsta her

Dagførd 18-08-10