Løgtingslóg nr.
125 frá 20.06.1997 um Fólkaskúlan - seinast broytt við løgtingslóg nr.
64 frá 7. juni 2007
Kapittul 6 - Fyrisitingin
§ 46. Skúlamyndugleikin á staðnum er kommunustýrið og
skúlastýrið smb. § 50, 1. stk.
§ 47. Kommunustýrið hevur skyldu at skipa so fyri, at
íbúgvarnir í kommununi hava møguleika at fáa ta í § 26 nevndu
undirvísing í fólkaskúlanum, og at fígging er tøk til hetta.
Stk. 2. Kommunustýrið hevur eftirlit við, at øll undirvísingarskyldug
børn í kommununi verða innskrivað í fólkaskúlan, smb. § 44, 1. stk.,
ella at tey á annan hátt fáa eina undirvísing, ið kann javnmetast við
ta, sum vanliga verður kravd í fólkaskúlanum. Eftirlitsskyldan fer tó úr
gildi, um næmingurin verður undirvístur í einum góðkendum privatskúla,
ið hevur valt sítt egna eftirlitsfólk.
Stk. 3. Tað er kommunustýrisins ábyrgd, at hóskandi undirvísingarhøli
eru tøk til ta í § 26 nevndu undirvísing, ella at avtala er gjørd við
aðra kommunu um felags undirvísing, smb. § 27, 1. stk.
Stk. 4. Kommunustýrið hevur ábyrgdina av rakstrinum av skúlunum í
kommununi og ásetur fíggjarkarmin fyri tann einstaka skúlan.
Stk. 5. Kommunustýrið ger uppskot um skúlabygging og umbygging av
verandi skúlum, smb. § 57, 4. stk.
Stk. 6. Kommunustýrið skal góðkenna uppskot um skúlabygnað kommununnar
og broytingar í honum, smb. §§ 32, 1. stk. og 57, 5. stk.
Stk. 7. Kommunustýrið ásetur reglur um nýtslu av skúlum kommununnar til
annað endamál enn undirvísing, smb. § 63.
Stk. 8. Kommunustýrið gevur ummæli um sín skúlaskap í øllum málum, sum
landsstýrismaðurin leggur fyri tað.
§ 48. 4) Kommunustýrið ásetir, eftir at hava hava
útvegað sær ummæli frá skúlastýrinum, reglugerð um fyrisitingina av
kommunuskúlanum í kommununi. Í reglugerðini skal m.a. standa: 1) Talið á
foreldraumboðum í skúlastýrinum.
2) Tilnevning av kommunustýrislimum ella umboðum fyri kommunustýrið til
skúlastýrið, smb. § 50, stk. 2, nr. 1.
3) Mannagongd viðvíkjandi vali av umboðum í skúlastýrið.
4) Samanseting av møguligum ráðgevingargøgni fyri kommununnar skúlaverk.
Stk. 2. Í einum fylgiskjali til reglugerðina skulu
standa tær samtyktir, kommunustýrið hevur gjørt viðvíkjandi skúlabygnaði
skúlans o.ø., smb. § 32, 1. stk.
§ 49. 4) (Strikað).
§ 50. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn
sjálvstøðugan skúla í kommununi.
Stk. 2. Í skúlum, sum í minsta lagi hava 20 næmingar og 2 lærarar smb. §
55 stk. 1 eru limir tess: 1) 4) 2 kommunustýrisumboð, ið verða vald av
kommunustýrinum.
2) 3 foreldraumboð, ið skulu verða vald millum teirra, ið hava
foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan.
3) Skúlaleiðarin.
4) 1 umboð fyri lærararnar og hini samstarvsfólkini, ið skulu verða vald
av samstarvsfólkum skúlans.
Stk. 3. Í skúlum ið hava minni enn 20 næmingar og bert
1 lærara eru limir tess 2 foreldraumboð, eitt kommunustýrisumboð og
skúlaleiðarin.
Stk. 4. Avgerðir í skúlastýrinum verða tiknar við atkvøðugreiðslu.
Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 5. Skúlaleiðarin hevur ikki atkvøðurætt
Stk. 6. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur ímillum
foreldraumboðini.
Stk. 7. Leiðari skúlans er skrivari í stýrinum.
Stk. 8 2) Valskeiðið hjá foreldraumboðunum er valskeiðið hjá
kommunustýrinum, og verða tey vald á hvørjum kommunuvali ella í sambandi
við hvørt kommunuval. Valskeiðið hjá kommunuvaldu limunum er valskeiðið
hjá kommunustýrinum, og verða teir valdir aftan á hvørt kommunuval.
Valskeiðið hjá lærarum og samstarvsfólki er 1 ár. Tey fólk, sum eru sett
í starv í skúlanum, kunnu ikki vera foreldravaldir limir í
skúlastýrinum.
Stk. 9 . Í teimum kommunum, har undirvísing skúlans fer fram í
skúlaeindum, sum hølisliga eru spjaddar í skúlaøkinum, eiga
foreldraumboðini, har tað er gjørligt, at verða vald soleiðis, at í
minsta lagi 1 foreldraumboð verður valt fyri hvørja skúlaeind.
§ 51. 4) Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um
val av foreldraumboðum í skúlastýrið og val av umboðum fyri
kommunustýrið í skúlastýrið í felagsskúlum.
Stk. 2. Landsstýrismanninum er heimilað at taka avgerðir í øllum
ivamálum viðvíkjandi skúlastýrum og virksemi teirra.
Stk. 3. Har fleiri skúlar eru í somu kommunu, eru kommunustýrisumboðini
umboð í øllum skúlastýrunum. Eru fleiri enn 2 skúlar í kommununi, kann
kommunustýrið velja 2 umboð aftrat fyri hvørjar 2 skúlar, sum eru í
kommununi.
Stk. 4. Foreldraumboðið missir sítt valbæri, tá ið barnið er útskrivað
úr fólkaskúlanum smb. § 44, 2. stk. Foreldraumboðið kann krevja at
sleppa frá at vera skúlastýrislimur ella foreldraumboðslimur, um barnið
verður útskrivað úr fólkaskúlanum.
Stk. 5. 4) Landsstýrismaðurin kann, um tað av serligum orsøkum ikki
eydnast at manna eitt skúlastýri, í samráð við skúlamyndugleikarnar á
staðnum, velja umboð í stýrið. Hesi kunnu verða vald, hóast tey ikki
hava valbæri sbrt. reglunum í § 50." Stk. 5 verður hereftir stk. 6.
Stk. 6. 4) Kommunustýrið kann veita umboðunum fundarpening,
flutningsendurgjald o.a. eftir galdandi reglum hesum viðvíkjandi.
§ 52. 4) Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi
skúlans og tekur avgerð um øll viðurskifti skúlanum viðvíkjandi, ið ikki
eru løgd undir kommunustýrið, smb. §§ 47 og 48, leiðara skúlans, smb. §
55, ella aðrar myndugleikar.
Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla árligu fíggjarætlanina fyri viðkomandi
skúla og leggja øll tey mál fyri kommunustýrið til góðkenningar, ið bera
fleiri útreiðslur við sær, enn ásett er í fíggjarætlanini, smb. § 47, 4.
stk.
Stk. 3. Skúlastýrið viðger saman við kommunustýrinum uppskot um
skúla-bygging/-umbygging, smb. § 47, 5. stk. Í teimum kommunum, ið hava
tvey ella fleiri skúlastýri, velur kommunustýrið ein arbeiðsbólk at
viðgera uppskot um skúlabygging/umbygging, smb. § 57, 4. stk.
Stk. 4. Skúlastýrið ger uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar
í honum, smb. § 32, 1. stk. Í teimum kommunum, ið hava tvey ella fleiri
skúlastýri, ger hvørt skúlastýri uppskot um skúlabygnaðin í viðkomandi
skúla, smb. § 47, 6. stk.
§ 53. Skúlastýrið ásetur meginreglurnar um virksemi
skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um: 1) undirvísingarætlan
skúlans, smb. § 22,
2) arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
3) samarbeiðið ímillum skúla og heim,
4) fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini,
5) næmingafráverur,
6) foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini,
setursskúla, starvspraktikk o.a.
Stk. 2. Skúlastýrið skal ummæla øll mál viðvíkjandi
skúlanum, sum kommunustýrið tekur avgerð um.
Stk. 3. Skúlastýrið hevur rætt at ummæla øll mál, ið viðvíkja viðkomandi
skúla í kommununi. Skúlastýrið gevur ummæli í øllum málum, sum
kommunustýrið ella landsstýrismaðurin leggur fyri tað.
Stk. 4. Skúlastýrið góðkennir eftir tilmæli frá námsfrøðiliga ráðnum
teir undirvísingarmiðlar, skúlin skal brúka, herímillum eisini teir, ið
skulu vera í skúlabókasavninum.
Stk. 5. 2) Skúlastýrið ger við støði í ásettum reglum, smb. § 60,
atferðarreglur skúlans og reglur um umsjónina við næmingunum í
skúlatíðini.
Stk. 6. Samstarv eigur at vera ímillum skúlastýrini sínámillum um at
stimbra og menna skúlaskapin í økinum.
§ 54. 4) 2) Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi skúlaleiðarar.
Stk. 2. 2) Skúlaleiðarin setir og loysir úr starvi varaskúlastjórar,
lærarar og tey starvsfólk skúlans, ið røkja
les meiri á
http://www.logir.fo/foldb/llofo/1997/0000125.htm
aftur til
skúlastýrið |