Við heimild í § 51 og § 57, stk. 3 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum hevur landsstýrismaðurin fyrisett hesar meginreglur fyriskúlastýri og teirra samstarv við kommunustýri:
§ 1. Í seinasta lagi 7 dagar eftir valið boðar skúlaleiðarin til skipandi fund, har stýrið skipar seg við formanni, næstformanni og skrivara.
§ 2. Skúlastýrisfundirnir eru ikki almennir.
Stk. 2. Skúlastýrið kann heita á fólk um at taka lut á fundum fyri at lýsa
serligar spurningar.
Stk. 3. Skúlastýrislimir hava tagnarskyldu.
§ 3. Hevur skúlastýrislimur forfall, eigur tiltakslimurin at fáa fundarboð.
§ 4. Skúlastýrið heldur fund, tá ið formaðurin heldur tað verða neyðugt, ella
tá ið 2 limir í stórum skúlum sbrt. § 50, stk. 2 í fólkaskúlalógini og 1 limur í
smáum skúlum sbrt. § 50, stk. 3 í fólkaskúlalógini biðja um fund við ásettari
dagsskrá. Tó skulu í minsta lagi 6 fundir vera árliga.
Stk. 2. Formaðurin ásetur tíð og stað fyri fundirnar.
§ 5. Formaðurin boðar til fundar við í minsta lagi 14 daga freist.
Stk. 2. Formaðurin ger í samráð við skúlaleiðaran dagsskránna og sendir hana til
skúlastýrislimirnar í seinasta lagi 4 dagar undan fundinum. Skúlastýrislimur,
sum ynskir mál á skránna, skal boða frá hesum í seinasta lagi 8 dagar fyri
fundin.
Stk. 3. Í serligum føri kann formaðurin boða til fundar við styttri freist enn
14 dagar. Formaðurin skal tá kunna skúlastýrislimirnar um skránna.
Stk. 4. Dagsskráin fyri skúlastýrisfundir eigur at verða kunngjørd í skúlanum
saman við møguligum fylgiskjølum.
Stk. 5. Mál, sum krevja tagnarskyldu, skulu verða tikin av skránni, áðrenn hon
verður lýst.
§ 6. Skúlastýrið er viðtøkuført, tá ið meira enn helvtin av
skúlastýrislimunum við atkvøðurætti eru á fundi.
Stk. 2. Skúlastýrislimir kunnu bara taka avgerð í einum máli, um teir eru á
fundi.
§ 7. Fyri at skúlastýrið kann taka avgerð í einum máli krevst, at minst
helvtin av skúlastýrislimunum atkvøða fyri.
Stk. 2. Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.
Stk.3. Tilmælið um at seta fólk í starv sbrt. § 54, stk. 1 og 2 í
fólkaskúlalógini skal vera grundgivið, raðfest og lúka treytirnar sbrt. stk. 1.
§ 8. Allar avgerðir verða førdar í gerðabók. Møttu skúlastýrislimirnir skulu
skriva undir gerðabókina á næsta fundi.
Stk. 2. Minnilutar hava rætt til at fáa sína hugsan førda í gerðabókina og senda
við málinum.
Stk. 3. Ljóstak av gerðabókini skal við teimum avmarkingum, sum tagnarskyldan
hevur við sær, leggjast fram í skúlanum.
§ 9. Skúlastýrið ger ársfrágreiðing og sendir foreldrunum hana.
Stk. 2. Skúlastýrið boðar foreldrunum til fundar, har virksemi skúlans og
ársfrágreiðingin verða umrødd.
Stk. 3. Skúlastýrið boðar samstarvsfólki skúlans til fundar í minsta lagi eina
ferð um árið. Á fundinum verður virksemi skúlans umrøtt.
§ 10. Um so er, at fleiri skúlar eru í einari kommunu, kann kommunustýrið
skipa fyri ráðleggingar- og kunningarfundum fyri skúlastýrum,
skúlastýrisformonnum og skúlaleiðarum til tess at stimbra og menna skúlaskapin í
økinum.
Stk. 2. Kommunustýrið kann í samráð við skúlastýrini skipa fyri, at næmingar
verða lutaðir millum skúlarnar í kommununi í sambandi við felags innskriving.
Stk.3. Kommunustýrið kann í samráð við skúlastýrisformenninar og
skúlaleiðararnar skipa fyri felags lýsing/um eftir lærarum í tíðaravmarkaðum
størvum og luta innkomnu umsóknirnar millum skúlarnar í kommununi.
§ 11. Skúlastýrið kann umframt galdandi reglur eisini gera sína egnu fundarskipan.
§ 12. Henda reglugerð fær gildi 1. august 2001.
Tórshavn, 23. mai 2001
Hensar Ellingsgaard
deildarstjóri