Framsýning um Rúmdina
Í døgunum 3. november til 7. november skipaði bókasavnið á skúlanum fyri einari forvitnisligari framsýning um rúmdina. Á framsýningini var eitt miniplanetarium. Har bar til at síggja stjørnuhimmalin og hoyra frágreiðingar um hann. Í hesum sambandi vóru eisini onnur ting víst fram t.d. ein stjørnukikari og ymiskar plakatir. Niðanfyri kunnu tit síggja fleiri myndir við at klikkja á pinkumyndina |
![]() |