|
|
|
Hoyvíkar Kirkja verður bygd á øki í Hoyvík, sum er útlagt til endamálið og liggur millum Hoyvíkar Skúla og Dagstovnin í Hoyvík. Økið er umleið 5.700 m2 til støddar og bruttovíddin á kirkjuni er: • 1. hædd 764 m2 • Urguloft 61 m2 • Kjallari 530 m2 Kirkjan kemur at standa vestanfyri Hoyvíkar Skúla við eitt torg, sum verður atkoma til kirkjuna. Móti Tútakannutjørn standa veggirnir niður í vatnið og kunnu á henda hátt síggjast við spegilsmynd. Vestanfyri kirkjuna verða parkeringspláss til umleið 40 bilar. |
![]() |
![]() |
Forkirkja, kirkjurúm og altar liggja vestur-eystur í nevndu røð. Kirkjurúmið er í skapi sum ein arena, og benkur standa í viftuskapi kring kórið við altari, knæfalli, doypifunti og prædikustóli sum samlandi miðja. Forkirkjan er rúmlig, og her er atgongd til klædnagoymslu, toilettir, bíðirúm/kapel, trappu niður í kjallaran og goymslu til fermingarhølið. Við inngongd fyri seg er atkoma til prestarúm, fundarhøli og eisini fermingarhøli. Í fundar-hølinum er lítil køkskrókur. Undir parti av kirkjuni er kjallari, sum er atkomulig frá tveimum síðum. Kjallarin kemur tó at verða óinnrættaður fyribils. Um hornið á torninum verður frá inngongdini og upp í toppin glas. Í myrkrið verður tornið at standa sum ein ljósandi súla. |
|
|
|