Flóð og fjøra

Vit tosað um flóð og fjøru, tá havið regluliga flýtur høgt ella lágt runt strendurnar í Føroyum.

Onki er at ivast í, at hesar broytingar í flóð og fjøru stava frá atdráttarkraftini hjá mánanum og sólini. Bretin Isaac Newton (1642-1727) setti orð á hesa atdráttarkraft. Henda kraftin økist, tess tyngri lutirnir eru, men minka tess longri, teir eru hvør frá øðrum.

Mánin, sum er nærmast jørðini hevur tvífalt so stóra atdráttarkraft á jørðina enn sólin. Jørðin flytur seg ikki so nógva av hesi kraft, men tað ger havið har aftur ímóti.

Jørðin snarar um seg sjálva eftir 24 tímum, men mánin flytur seg eisini runt um jørðina eitt sindur seinni. Millum tvær flóðir er 12 tímar og 25 minuttir.

 

 

 

Mánin flytur seg runt um jørðina og hálar havið til sín. Av tí at havið aftan fyri jørðina ikki klárar at flyta seg við, fáa vit flóð hvør sína megin jørðina og ímillum har fjøru.