|
||||||||||||||||
|
4. oktober 2011
Góðu næmingar og foreldur. Nú verður aftur skúlarenning.
Góða heystfrítíð.
|
||||||||||||||||
|
22. september 2011 Góðu tit, sum vitja okkara heimasíðu! Vit bíða eftir einari nýggjari heimasíðu, sum vit hava bílagt. Ímeðan er
verandi heimasíða nakað óvirkin. Faldarin er lagdur út
her, og í
honum ber til at lesa um skúlan, frídagar o.a. 11. august 2011 Skúlin byrjar aftur mánadagin 15. august.
|
||||||||||||||||
30. juni 2011LandsroyndinÚrslitini av landsroyndini 2011 komu ikki fyrr enn beint fyri summarfrítíðina. Tí hava vit gjørt av, at kunningin til foreldrini bíðar til august. Øllum verður ynskt eina góða summarfrítíð :-)
|
||||||||||||||||
17. juni 2011Til næmingar og foreldur
|
||||||||||||||||
15.06.2011Boð um prógvhandan og skúlamyndir
Prógvhandanin hjá 9. flokkunum verður mikudagin 22. juni klokkan
15 í Hoyvíkshøllini. Skúlamyndirnar hjá 1., 4., 7. og 9. flokkunum eru komnar. Tær kosta 200 kr.
Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
03.06.2011 Námsfrøðiligur stuðul.Søkt verður eftir námsfrøðingum til stuðul hjá næmingum við serligum tørvi. 1 námsfrøðing til serstovu við næmingum 1.-4. flokki við autismu: 24 tímar 1 námsfrøðing til serstovu við næmingum 5.-8. flokki við autismu: 26 tímar 1 námsfrøðing til næmingar við autismu: 20 tímar Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2011/2012. Starvið verður lønt sambært avtalu við avvarandi felag. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlastjóran. Freistin at søkja er úti fríggjadagin 10. juni klokkan 12. Birgit Arge
|
||||||||||||||||
29.05.2011Komandi 1. flokkur vitjar.Mánadagin 30. mai klokkan 17 vitja næmingarnir, sum skulu í fyrsta flokk í august, skúlan og frítíðarskúlan saman við foreldrunum. Vit gleða okkum at hitta okkara komandi næmingar! Verið vælkomin! Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
26.05.2011 Lærarastørv í Hoyvíkar SkúlaHesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2011:
Tíðaravmarkaðu størvini eru fyri lærarar í farloyvi, lærarar við lækkaðum tímatali, tímar vegna serligan tørv, tímar í samband við eftirútbúgving og avlopstímar. Størvini eru fulla tíð. Tó verður endaliga tímatalið av einum starvi ásett 1. september 2011. Skúlin hevur brúk fyri lærarum, sum kunnu undirvísa:
Søkt verður eftir lærarum, sum
Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-29.2 Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi seinast hósdagin 9. juni 2011 klokkan 12. Hoyvíkar Skúli Nærri fæst at vita um størvini hjá Birgit Arge, skúlastjóra á tlf 302590 ella 227603. Meira fæst at vita um skúlan á heimasíðuni. |
||||||||||||||||
|
06.05.2011
Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
24.03.2011
Várroyndin í 9. flokki verður: Mánadagin 28. mars: Týsdagin 29. mars: Mikudagin 30. mars: Hósdagin 31. mars: Fríggjadagin 1. apríl: Næmingarnir skulu møta til royndina og hava frí aftaná. Royndin verður í
kirkjuni og í fimleikarhøllini. Teldur til várroyndina í framseting í føroyskum, donskum og enskum 2011 Vinarliga fyllið út og latið næmingin hava váttanina aftur seinast
hósdagin 24. mars. Um einki svar er komið, rokna vit við, at næmingurin
skrivar við hond.
Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
21. mars 2011 Til allar næmingar og øll foreldur. MMR hevur boðið øllum lærarum skúlans til ein kunnandi fund um nýggju
námsætlanirnar, sum koma í gildi í august. Fundurin verður mikudagin 23.
mars klokkan 13. Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
Nú verður várroyndin hjá
7. flokki. Hósdagin 24. mars: Fríggjadagin 25. mars: Næmingarnir skulu møta til royndina og hava frí aftaná. Royndin verður
í fimleikarhøllini. Gevið gætur:
Fartelefonir eru ikki loyvdar. Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
Várroyndin í 8. flokki verður í viku 12: Mánadagin 21. mars: klokkan 8.15 – 12.15: greiðslurokning Týsdagin 22. mars: klokkan 09.45 – 10.45: donsk fyrisøgn Mikudagin 23. mars: klokkan 8.15 – 12.15: føroysk framseting Hósdagin 24. mars: klokkan 8.15 – 12.15: enskt Fríggjadagin 25. mars: klokkan 8.15 – 12.15: donsk framseting Næmingarnir skulu møta til royndina og hava frí aftaná. Royndin verður í
konfirmantastovuni í kirkjuni.
Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
11. mars 2011 Felags foreldrafundur
Góðu foreldur Felags foreldrafundur verður í Hoyvíkar Skúla, Pyramiduhøllini mikukvøldið hin 16. mars kl. 19 – 20.30 Skráin verður hendan:
Vit gleða okkum at síggja tykkum :o)
Blíðar heilsanir vegna skúlastýrið Bergtóra Høgnadóttir Joensen |
||||||||||||||||
|
10. mars 2011
Til næmingar og foreldur í 4. flokki Landsroyndin 2011 Landsroyndin verður í viku 11. Í 4. flokki verður royndin hesar dagar: Mánadagin 14. mars klokkan 8.15 - 9.00: føroyskt, lesa og skilja tekst klokkan 9.30-10.15: føroyskt, fyrisøgn Týsdagin 15. mars klokkan 8.30 - 9.15: støddfrøði klokkan 9.45 - 10.30: náttúra og tøkni Landsroyndin verður í skúlastovunum. Næmingarnir skulu møta seinast klokkan 8.00 báðar dagarnar. Tað er sera umráðandi, at næmingarnir møta til tíðina. Tá royndin er av báðar dagarnar, verður vanlig skúlagongd. Hetta skulu næmingarnir hava við: Føroyskt: Penalarhús við teimum vanligu skriviamboðunum. Støddfrøði: Penalarhús við teimum vanligu skrivi- og rokniamboðunum og roknibókina. Náttúra og tøkni: Penalarhús við teimum vanligu skrivi- og rokniamboðunum og náttúru og tøkni bókina. Tað er ikki loyvt at nýta lummaroknara, og fartelefonin skal vera sløkt. Tá úrslitini eru okkum í hendi, verða heimini kunnað.
Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
10. mars 2011
Til næmingar og foreldur í 6. flokki Landsroyndin 2011 Landsroyndin verður í viku 11. Í 6. flokki verður royndin hesar dagar: Mikudagin 16. mars klokkan 8.15 - 9.00: føroyskt, lesa og skilja tekst klokkan 9.15 - 9.45: føroyskt, mállæra klokkan 10.15 -11.00: føroyskt, fyrisøgn Hósdagin 17. mars klokkan 8.30 - 9.30: støddfrøði Fríggjadagin 18. mars klokkan 10.00 - 11.00: náttúra og tøkni Landsroyndin verður í skúlastovunum. Næmingarnir skulu møta seinast klokkan 8.00. Tað er sera umráðandi, at næmingarnir møta til tíðina. Tá royndin er av og áðrenn royndin byrjar fríggjadagin, verður vanlig skúlagongd. Hetta skulu næmingarnir hava við: Føroyskt: Penalarhús við teimum vanligu skriviamboðunum. Støddfrøði: Penalarhús við teimum vanligu skrivi- og rokniamboðunum og roknibókina. Náttúra og tøkni: Penalarhús við teimum vanligu skrivi- og rokniamboðunum og náttúru og tøkni bókina. Tað er ikki loyvt at nýta lummaroknara, og fartelefonin skal vera sløkt. Tá úrslitini eru okkum í hendi, verða heimini kunnað.
Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
28. februar Til allar næmingar og øll foreldur
![]() Fríggjadagin 4. mars verður føstulávintshald í skúlanum, og tá fara vit at sláa tunnu. Vanliga koma næmingarnir grýluklæddir í skúla, og tað plagar at vera sera stuttligt. Tá vit eru liðug at sláa tunnu, fara vit øll upp á gólv í Hoyvíkshøllini. Vit verða liðug klokkan 11.30. 1. og 2. flokkur sleppa í frítíðarskúla eftir skúlatíð sum vant. Føstulávintsmánadagur 7. mars er frídagur. Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
19. januar Lesiroyndir Hoyvíkar Skúli er farin undir at gera lesiroyndir við øllum næmingunum í 1. - 5. flokki. Royndirnar koma frá NSR tænastuni og verða gjørdar um heystið í 2., 3., 4. og 5. flokki og um várið í 1., 2., 3. og 4. flokki. Tað eru lesivegleiðararnir í skúlanum, Sóleyð Holm og Bjørg Pállson, sum skipa fyri. Endamálið við lesiroyndunum er at meta um lesiførleikan og at fylgja lesimenningini hjá tí einstaka næminginum. Læraratoymið í flokkinum fær úrslitið av royndini og ráðgeving frá lesivegleiðarunum um framhaldandi arbeiðið. Royndirnar eru soleiðis eitt gott amboð hjá lærarunum, tá talan er um menning av undirvísingini í lesing í øllum lærugreinum. Foreldrini verða kunnað á teimum vanligu viðtalunum. Skúlaárið 2010/2011 vórðu ongar lesiroyndir gjørdar um heystið. Í staðin verða tær gjørdar í januar og so aftur í vár. Um tit hava spurningar, ber til at ringja til skúlan ella senda ein teldupost. Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
7. januar 2010
Innskriving til 1. flokk. Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
27.des.2010 Jólahaldið hjá 1.-5. flokki.
Birgit Arge |
||||||||||||||||
30. nov. 2010Boð um jólini 2010.pdf
|
||||||||||||||||
|
24. november 2010 Til næmingar og foreldur í 7. flokki
Nú verður jólaroyndin hjá 7. flokki. Mánadagin 29. november: Týsdagin 30. november: Næmingarnir skulu møta til royndina og hava frí aftaná. Royndin verður
í kirkjukjallaranum. Gevið gætur: • Møta stundisliga – í seinasta lagi 10 minuttir, áðrenn
royndin byrjar. • Fartelefonir eru ikki loyvdar. Vinarliga Birgit Arge |
||||||||||||||||
|
16.11.2010 Til næmingar og foreldur í 8. og 9. flokki
Jólaroyndin 2010 8. flokki verður:- Mánadagin 22. november:
Týsdagin 23. november:
Mikudagin 24. november:
Hósdagin 25. november:
Fríggjadagin 26.
november: Næmingarnir skulu møta til royndina og hava frí aftaná. Royndin verður í konfirmantastovuni í kirkjuni.
9. flokki verður: Mánadagin
22. november: Týsdagin 23. november:
Mikudagin 24. november:
Hósdagin 25. november:
Fríggjadagin 26. november:
Næmingarnir skulu møta til royndina og hava frí aftaná. Royndin verður í kirkjuni og í fimleikarhøllini. 9.a og b møta í kirkjukjallaranum. 9.d møtir í fimleikarhøllini.
|
||||||||||||||||
|
Royndarreglur fyri næmingar
|
||||||||||||||||
|
14.november 2010 Hevað vegamótTórshavnar kommuna hevur broytt vegmótini undir skúlanum fyri at gera skúlavegin tryggari. Vegamótini eru hevaði og 30 km/t zona er ásett. |
||||||||||||||||
|
19. okt. 2010 Lesiløta í Hoyvíkar SkúlaFrá 25. okt. til 18. nov. skipar skúlin aftur fyri eini Lesiløtu. Les meira her
|
||||||||||||||||
5. oktober 2010
![]() Til allar næmingar og øll foreldur SkúlarenningGóðu næmingar og foreldur.
Góða heystfrítíð. |
||||||||||||||||
|
Samrøðubløðini.
|
||||||||||||||||
|
Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 16. august. 2. - 9. flokkarnir møta kl. 9.00. 1. flokkur møtir kl. 11:00 í Pyramiduhøllini. Frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk er eftir skúlatíð. Vælkomin í skúla!
|
||||||||||||||||
|
Nú nærkast summarfrítíðin, og sum vant verða ymiskar broytingar í
tímatalvuni. Soleiðis sær restin av juni mánaði í skúlanum út: Seinastu tíðina møta næmingarnir soleiðis: GG! Myndir: At enda fari eg at ynskja øllum eina góða summarfrítíð! Vit síggjast aftur 16. august.
|
||||||||||||||||
|
21. mai 2010 Felags foreldrafundur í Hoyvíkar Skúla hósdagin 27. mai kl. 19
Góðu foreldur Komandi hóskvøld klokkan 19 verður árligi felagsforeldrafundurin í Pyramiduhøllini í Hoyvíkar Skúla. Á skránni verður: • Komandi skúlaár - Birgit Arge, skúlastjóri greiður frá • Ársfrágreiðing – Bergtóra Høgnadóttir Joensen, forkvinna í Skúlastýrinum • Nærvera – fyrilestur við Jógvan Fríðrikssyni, bispi • Drekkamunnur • Tónleikaholdið í 8. flokki framførir ...Og sjálvandi fáa tit eisini høvi at seta spurningar.
Vit gleða okkum at síggja tykkum! Blíðar heilsanir Bergtóra Høgnadóttir Joensen forkvinna, vegna Skúlastýrið í Hoyvíkar Skúla
|
||||||||||||||||
|
6. mai 2010 Stuðulsstørv 2 størv verða leys at seta frá 1.august 2010 til næmingar við serligum tørvi. Fyrimun hava umsøkjarar við námsfrøðiligari útbúgving og royndum. Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Umsóknin skal sendast til Hoyvíkar Skúla, postboks 3073, 110 Tórshavn, seinast 20 mai 2010. Meira fæst at vita um størvini og skúlan við at venda sær til skúlastjóran, Birgit Arge á telefon 302590 ella 227603. |
||||||||||||||||
|
1. mars 2010 Til øll foreldur í Hoyvíkar Skúla
Góðu tit. Mentamálaráðið hevur álagt fólkaskúlanum at spara í verandi skúlaári. Sparingin skal fremjast við at minka um tímajáttanina fyri tíðarskeiðið 1. mars – 31. juli 2010 við 2 % ella fyri okkara viðkomandi 14 tímum um vikuna. Vit hava bara ein møguleika at spara og tað er við at skerja vikartímajáttanina. Hetta eru tímar, sum verða nýttir fyri lærarar vegna sjúku ella skeið. Vit hava tí avlýst øll skeið hjá lærarunum restina av skúlaárinum. Eg vil við hesum brævi kunna tykkum um, at eingin lærari verður settur inn vegna sjúku restina av skúlaárinum. Næmingar í 1. – 4. flokki verða ikki sendir heim, um lærari er sjúkur, men verða ansaðir í skúlanum. Næmingar í 5. - 8. flokki fáa frí, men verða verandi í skúlanum. Um frítímin er seinasti tími, sleppa næmingarnir heim. Tað harmar meg at koma við hesum boðum, men hetta er okkara einasti háttur at fremja álagdu sparingar.
Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
Hoyvík 12. februar 2010
Innbjóðing til næmingar og foreldur í 7. flokki Nú er tíð at velja lærugreinar til 8. flokk komandi skúlaár. Sum áður kunnað, flytur núverandi 7.b í Hoyvíkar Skúla niðan í Skúlan við Løgmannabreyt í august 2010. Tá verða tveir 8. flokkar í Skúlanum við Løgmannabreyt og ein 8. flokkur í Hoyvíkar Skúla. Leiðslurnar í báðum skúlunum hava gjørt av at samstarva um framhaldsdeildirnar í Hoyvík. So fáa vit eitt størri næmingagrundarlag at arbeiða við, og næmingarnir hava betri møguleika at fáa tær vallærugreinar, sum teir ynskja. Tann kunnandi fundurin um 8. flokk verður tí felags fyri allar tríggjar 7. flokkarnar.
Fundurin verður hóskvøldið 18. februar klokkan 19 í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Vinarliga Birgit Arge
Høgni Joensen
|
||||||||||||||||
11. februar 2010
Til allar næmingar og øll foreldur Mánadagin 15. februar er føstulávintsmánadagur, og tá fara vit at sláa tunnu. Vanliga koma næmingarnir grýluklæddir í skúla, og tað plagar at vera sera stuttligt. Tá vit eru liðug at sláa tunnuna, fara vit øll upp á gólv í Hoyvíkshøllini. Vit verða liðug klokkan 11.30. 1. og 2. flokkur sleppa í frítíðarskúla eftir skúlatíð sum vant. Týsdagurin 16. februar er frídagur.
Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
30. november 2009
Góðu næmingar og foreldur
Nú nærkast jólini, og sum vant eru onkrar broytingar í tímatalvuni. Her er eitt yvirlit yvir desember í skúlanum og kunning um, nær jólahaldini verða. Týsdagin 1.desember: Vit gera jólaprýði og prýða skúlan. Allir næmingar eiga at hava saks og límstift við í skúla. 2. - 14.desember: Vanlig skúlagongd. Týsdagin 15. desember: Øll møta klokkan 8.00-11.20. Mikudagin 16. desember: Øll møta klokkan 8.00-11.20. Klokkan 18.00-20.00: Jólahald fyri næmingar, foreldur og systkin í 5.-8. flokki. Hósdagin 17.desember: Klokkan 8.00-10.00: Jólatræ fyri næmingar í 5.-8. flokki. Vit dansa jólatræ, og jólamaðurin vitjar! Klokkan 11.00-13.00: Jólatræ fyri næmingar í 1.-4. flokki. Vit dansa jólatræ, og jólamaðurin vitjar enn einaferð! Klokkan 17.30-19.30: Jólahald fyri næmingar, foreldur og systkin í 1.-4. flokki. Jólahaldið í 1. og 2. flokki er skipað saman við frítíðarskúlanum. Fríggjadagin 18.desember: Øll møta klokkan 9.30. Klokkan 10 fara vit til jólaguðstænastu í Hoyvíkar Kirkju. Og so hava næmingarnir jólafrí. 1. og 2. flokkur sleppa í frítíðarskúla eftir skúlatíð allar dagarnar. Seinni fáa tit ein faldara við nærri upplýsingum um jólahaldini.
Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
Hoyvík 1. oktober 2009 Til allar næmingar og øll foreldur SkúlarenningNú verður aftur skúlarenning. Tvs: Er veðrið gott mánadagin 5. oktober, so renna vit tá. Annars nýta vit tann fyrsta góða dagin, sum verður. Tí mugu næmingarnir vera ílatnir til renning, til vit hava runnið. Til gongu í skúla Í ár fara vit aftur at heita á tykkum foreldur um at lata næmingarnar
ganga í viku 41. Summi koma í skúla á súkklu. Tað er sjálvandi tykkara
ábyrgd, men eg skal minna á, at vanliga siga vit, at næmingar ikki klára seg
í ferðsluni á súkklu, fyrr enn teir eru um 10 ára aldur. Súkklurnar skulu
læsast, og næmingarnir hava sjálvir ábyrgdina av súkkluni. Tann dagin vit renna, eru næmingarnir í skúla frá 8.00 - 11.20.
Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
12. august 2009 Skúlin byrjar aftur mánadagin 17. august 2009.
Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
10. juni 2009 Til allar næmingar og øll foreldur um tíðina fram til summarfrítíðina Nú nærkast summarfrítíðin, og sum vant verða ymiskar broytingar í tímatalvuni. Soleiðis sær restin av juni mánaði í skúlanum út: 15. og 16. juni: 7. flokkarnir hava roynd. Øll hini møta sum vanligt, uttan so at lærararnir í flokkunum hava givið onnur boð. 18. juni til 24. juni er skemafrí vika, sum í ár hevur heitið “Evnisvika við denti á rørslu” Læraratoymini skipa fyri í sínum flokkum, tó er hetta felags: Næmingarnir møta hvønn dag frá 8.00-12.00 Fríggjadagin 19. juni er ítróttardagurin, har 4.-7. flokkur sparkar í Gundadali. 1.-3. flokkur hevur ítróttardag í skúlanum. Mánadagin 22. juni fara vit ein felags túr. Um tað ikki viðrar, tvs um tað regnar, so fara vit týsdagin ella mikudagin. Næmingarnir skulu vera ílatnir at ganga, hava matpakka við og okkurt at drekka. Hósdagin 25. juni er seinasti skúladagur og vit fara at siga farvæl við 3 flokkar, sum flyta niðan í Skúlan við Løgmannabreyt. Tá eru vit í skúla frá 9 til 12.
GG!!!
At enda fari eg ynskja øllum eitt gott summar og eina góða summarfrítíð! Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
16.mai 2009 Bjóðaðverður til foreldrafund fyri øll foreldur at næmingum í
Hoyvíkar Skúla
Skrá:
Ársfrágreiðingin fæst á fundinum og verður løgd út á heimasíðu skúlans eftir fundin.
Vinarliga Vegna Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla
|
||||||||||||||||
|
30. mars 2009 Til næmingar og foreldur í 4., 5., 6. og 7. flokki
Altjóða Frásøgudagur Í morgin týsdagin 31. mars eru næmingarnir bodnir í Norðurlandahúsið til Altjóða Frásøgudag. Tiltakið fyri 4. flokk byrjar klokkan 10.15, so hetta er í vanligu skúlatíðini. Tiltakið fyri 5., 6. og 7. flokk byrjar klokkan 13. Av tí at summir flokkar hava frí klokkan 13.15, verður frásøguløtan sostatt eftir skúlatíð. Vit fara kortini at biðja øll koma við. Í staðin fyri fáa teir flokkarnir frí seinasta tíman fríggjadagin 3. apríl. Um veðrið er til vildar, fara næmingarnir oman til gongu. Tí mugu øll vera ílatin at ganga.
Vinarliga Birgit Arge
|
||||||||||||||||
|
18. februar 2009 Til allar næmingar og øll foreldur
Tá vit eru liðug at sláa tunnuna, fara vit øll upp á gólv í Hoyvíkshøllini. Vit verða liðug klokkan 11.20. Týsdagurin 24. februar er frídagur.
Vinarliga Birgit Arge |