HEIMASÍÐURAftur til byrjan... 


Hvør skúli ella stovnur í undirvísingarverkinum, sum ynskir tað fær innivist á vevambætara KT-depilsins. Vevsíðuplássið verður eitt undirvev hjá www.skulin.fo, td.: www.skulin.fo/arg - Argja skúli.

Hevur tú hug at gera heimasíður, men heldur teg kanska ikki til, ber til at læra tað. Eisini ber til at fáa hjálp frá einum skúlaheimasíðuleisti

Reglugerð fyri vevsíður á KT-deplinum

1. Vevsíður KT-deplinum eru ætlaðar til undirvísing og skulu hava við undirvísing ella skúlaskap at gera.

2. Hvør skúli ella stovnur í undirvsingarverkinum, sum ynskir tað, fær innivist á vevambætara KT-depilsins. Vevsíðuplássi verur eitt undirvev hjá www.skulin.fo, dømi: www.skulin.fo/arg - Argja skúli.

3. Fyri at sleppa at leggja vevsíður inn, krevst brúkaranavn og loyniorð. Hvør skúli hevur ein persón, sum fær brúkaranavni og loyniorið at umsita. Hesin hevur samstundis alt samskifti við KT-depilin, vevsíðuni viðvíkjandi, um hendur.

4. KT-depilin loyvir ikki síðum við: 

  • innihaldi, ið er óhóskandi fyri børn, t.d. pornografi, harskapi 
  • rasismu ella har munur verður gjørdur á kyni, trúgv ella etniskum uppruna
  • útspilling av triðja manni
  • ólógligum tilfari
  • handilsligum áhugamálum
  • innihaldi, sum troytir okkara ambætaratilfeingi so stóran mun, at tað darvar øðrum síðum

5. KT-depilin tilskilar sær rætt til at lata síður aftur, sum ikki halda reglur okkara.

6. KT-depilin hevur onga ábyrgd av innihaldinum á vevsíðum hjá skúlum.

Tórshavn, 7. septembur 2000

Regin Ellingsgaard

Skúlaheimasíður úr øðrum londum

Dansk skolewebDanmark

Shetland Island Council - SchoolsHetland

Ismennt - Grunnsk?arÍland

SkolenettetNoreg

Skoldatan?etSvørki


Norrøna skúlaneti?/font>


European Schoolnet