Heim
Søga
Ársætlan
Frítíðarætlan
Meginreglur
Atferðarreglur

Við Gjónna 4, Postrúm 24, FO-510 Gøta, Tlf. 441059/441659, Fax 441595 T-postur: skurin@olivant.fo

 

Um okkum

Í Gøtu skúla ganga í dag 111 næmingar í 6 flokkum. Flokkarnir eru frá 4. til 7. árgang.

Flokkarnir eru hesir:

4.a flokkur 18 næmingar

5.a flokkur 20. næmingar

5.á flokkur 21 næmingar

6.á flokkur 25 næmingar

7.a flokkur 13 næmingar

7.á flokkur 14 næmingar

Við  skúlan arbeiða 11 lærarar og 2 stuðlar.

Vit halda til í 2 bygningum. Tann eldri bygningurin er frá 1929, og tann nýggjari frá 1974 og 2010.

Í 1929-skúlanum eru 4 lærugreinastovur til handarbeiði, evning og smíð.

Í 1974/2010-skúlanum eru 3 lærugreinastovur til náttúrulærugreinir, heimkunnleika og tónleik, 8 floksstovur, 2 smærri serstovur, fimleikar-/svimjihøll, bókasavn, lærarastova og skrivstova.

Skúlin er sera væl útgjørdur við m.ø. samvirknum talvum, tráðleysum neti um allan skúlan og við rullandi telduvongnum. Allir lærararnir hava farteldur til láns frá skúlanum.