![]()
|
|
|
Við Gjónna 4, Postrúm 24, FO-510 Gøta, Tlf. 441059/441659, Fax 441595 T-postur: skurin@olivant.fo
Mál skúlans og virðisgrundarlag
Í Gøtu skúla leggja vit serligan dent á:
Virðisgrundarlag Okkara samleiki Vit vilja, at skúlin er við til:
Mál skúlans Trivnaðurin í hásæti Vit vilja skapa so góðar, tryggar og vakrar karmar sum gjørligt. Eitt vakurt umhvørvi er við til at betra um trivnaðin og at skapa vakrar tankar. Virksemi skúlans skal vera merkt av opinleika og gjøgnumskygni. Kunning fer fram gjøgnum skrivligar fráboðanir, foreldrafundir og -samrøður, hugnakvøld, boð- og setningsbók og heimasíðu skúlans. Vit raðfesta foreldrasamstarvið høgt, og foreldrini eru altíð vælkomin at seta spurningar og at koma við uppskotum og viðmerkingum til skúlans virksemi. Skúlin leggur dent á, at geva næmingum við serligum tørvi og teimum, ið bera brek, bestu umstøður, so skúlagongdin gerst so munadygg sum gjørligt. Vit leggja stóran dent á, at hóast vit eru ymisk, so hava vit eins stórt virði í felagsskapinum. Miðað verður eftir, at starvsfólk skúlans útbúgva seg støðugt og menna sín førleika. Hetta verður gjørt við m.ø. at fara á skeið og at hava aktuellan faklestnað á bókasavninum.
Tolsemi eyðkennir skúlan Vit vilja taka hond um hvønn einstakan næming. Hetta verður gjørt við m.ø., at tosa við einstaka næmingin, at hava smáar einstaklingasamrøður, at toymið tosar um einstøku næmingarnar, ger niðurstøður og eftirmetir, og við viðtalum. Vit vilja vera góðar fyrimyndir fyri næmingarnar. Tí leggja vit dent á jaligan tali- og verumáta. Vit átala, tá vit síggja ella hoyra óhøviskan ella óhóskandi atburð ella samrøðu. Okkum er greitt, at eitt dygt foreldrasamstarv er ein sera týðandi táttur, um skúlans arbeiði skal eydnast. Tí leggja vit stóran dent á, at foreldur kenna seg hoyrd og sædd, at gott samskifti er millum partarnar, og at foreldur hava kensluna av, at tey vera tikin við upp á ráð. Her er opinleiki og gjøgnumskygni í skúlans arbeiði ein fortreyt. Vit læra næmingarnar at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Hetta verður gjørt t.d. við vanligum hjálpsemi, rolluspølum, ”Trin for trin”, reglum sum galda í flokshølinum og við vanligari samrøðu. Vit vilja hava ró og góðan matarsið í matarsteðginum.
Næmingarnir mennast og gerast sjálvstøðugir Vit vilja, at næmingarnir kenna, at vit hava álit á teimum, og at vit virða teir, sum teir eru, og at vit virða tað góða, teir gera. Vit geva, og læra næmingarnar at geva, rós og sámiligar men sannar atfinningar. Vit tala virðiliga við hvønn annan, og vilja hava, at næmingarnir eisini tala virðiliga sínámillum. Næmingarnir eiga altíð at hava frælsi til at koma við uppskotum, spurningum og viðmerkingum, og teir eiga at vera lærdir í at velja út, savna, kjakast, grunda, siga frá og at ummæla. Teir skulu læra at taka ábyrgd av sær sjálvum og egnum gerðum og at hava umsorgan fyri øðrum. Vit vilja geva næmingunum bestu frálæru, her verður hugsað um ymiskar undirvísingarhættir, nýtslu av alnótini og námsfrøðiliga lærudepilin á skúlanum, læra teir at eygleiða og at meta um. Ymisk tiltøk og øðrvísi arbeiðshættir eru eisini við til at gera næmingarnar sjálvstøðugar. Vit vilja menna teirra virkishug og skapa líkindi fyri djúphugsan.
Kveikja og menna hugflogið Skapanarevni og skapanarhugur skulu vera høgt í metum á okkara skúla. Vit halda, at eitthvørt menniskja hevur tørv á og gleði av at dyrka síni skapandi ella listarligu evni og gávur, so ymiskar tær enn kunnu vera. Vit royna at geva næmingunum íblástur og menna teirra hugflog og skapa undran. Hugflogið og skapanarevnini kunnu t.d. vera ment gjøgnum leik, myndlist, sang, og gjøgnum handaligt virksemi. Her er góður møguleiki fyri at viðgera handverk og list bæði ítøkiliga og í alheims høpi. Góður møguleiki skal vera fyri felags avrikum, fyri framførslum, framsýningum og prýði. Eisini leggja vit dent á at viðgera okkara heimliga mentanararv og heimslist sum heild. Starvsfólk skúlans skulu hava møguleika fyri eftirútbúgving, so sum skeið o.a..
|
|