![]()
|
|
|
|
Við Gjónna 4, Postrúm 24, FO-510 Gøta, Tlf. 441059/441659, Fax 441595 T-postur: skurin@olivant.fo
Atferðarreglur fyri Gøtu Skúla Í Gøtu skúla vilja vit skapa karmar fyri trivnaði og góðum læriumstøðum, sum gera, at trygt og gott er at vera í Gøtu skúla.
Uppmøting ☺Vit møta rættstundis, úthvíld og vælfyrireikað í skúla. ☺Eftir fráveru skulu næmingarnir hava undirskrivaðan seðil við heimanífrá fyrsta skúladag, teir eru aftur í skúla. Við longri afturvendandi fráveru kann læknaváttan verða kravd.
Fríkorter ☺Næmingarnir skulu vera á skúlans øki í skúlatíðini. ☺Næmingarnir eru úti í fríkorterinum, um veðrið er tilvildar. ☺Alt spæl, bæði úti og inni, eigur at vera so, at tað ikki er nøkrum til ampa. ☺Lærarar hava umsjón við næmingunum í skúlatíðini.
Til
og frá skúla ☺Næmingarnir eiga at vísa ansni í ferðsluni og at brúka endurskin. ☺Næmingar, yngri enn 10 ár, eiga ikki at koma í skúla á súkklu.
Annað ☺Næmingarnir lata seg úr skónum í ytru gongini. ☺Næmingarnir skulu ikki hava lutir við sær í skúla, sum kunnu órógva undirvísingina, vera vandamiklir ella vera øðrum til ampa. ☺Fartelefon skal ikki nýtast í skúlanum. Korttelefon er á skúlanum. ☺Øll eiga at fara væl um og taka upp eftir sær. Vinarliga Skúlastýrið
fyri Gøtu skúla |