Øskudólgur og sópingarkona

 

1. Øskudólgur og sópingarkona

hildu sær at gaman:

hvussu skulu vit liva,

tá ið vit koma saman?

 

Niðurlag: Veturin líður, summarið kemur,

jørðin gerst so blíða,

grør so fagurt aldin undir líða.

 

2. Vit skulu taka tráðu í hond,

ganga oman við á,

fiska okkum smásíl

og føða okkum svá.

 

3. Hvussu skulu vit liva,

tá ið síl eru eingi í á?

Vit skulu okkum á havið út

stóran fisk at fá.

 

4. Hvussu skulu vit liva,

tá ið fiskurin vil ikki bíta?

Vit skulu okkum í bóndans garð

at treskja kornið hvíta.

 

5. Hvussu skulu vit liva,

tá ið bóndin eigur einki korn?

Vit skulu taka lúður í hond

og blása hart í horn.

 

6. Hvussu skulu vit liva,

Tá ið hornið vil ikki láta?

Vit skulu taka hamar og tong

og smíða skip og bátar.

 

7. Hvussu skulu vit liva,

tá ið báturin vil ikki ganga?

Far tær aftur í dungan út,

Eg vil ikki vit teg pranga.

                     Skjaldur