VÆLKOMIN 

Oplysninger på danskInformation in English

KT-depilin er stovnur í Mentamálaráðnum og veitir sjálvstøðuga KT-tænastu í skúlaverkinum.

Eldri tíðindi
14-03-2011
FirstClass sløkt mánadagin 21. mars kl. 16.

Vegna serligar umstøður er fráboðaða arbeiðið flutt eina viku.
Arbeiðið við ambætaranum verður í staðin um eina viku, tann 21. mars 2011
Roknað verður við, at arbeiðið varir tveir tríggjar tímar, men tað kann taka longri tíð.

 

08-03-2011
FirstClass sløkt mánadagin 14. mars kl. 16.

Í sambandi við samanlegging er neyðugt at økja um goymsluplássið til dátunøgdir okkara. Neyðugt verður í hesum sambandi at sløkkja ambætarar.
Mánadagin 14. mars verður neyðugt at sløkkja Firstclass ambætaran. Ambætarin verður sløktur kl. 16. Roknað verður við, at arbeiðið varir tveir tríggjar tímar, men tað kann taka longri tíð.
06.09.2010
Tekni- og filmskapping
Savnsfagnaðurin 2010 útskrivar teknikapping fyri børn og filmskapping fyri ung.
Høvuðsevnið er “Eygleið og gev víðari!”.

(Les meira......)
 
07.05.2010
Savnsfagnaður í heyst

Fáið Savnsfagnaðin 2010 við í ársætlanina
Í heyst verður – eins og undanfarin ár – Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn: Náttúrugripasavninum (Jarðfeingi), Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnissavninum.
Í heystfrítíðini verður opið fyri almenninginum og í viku 42 eiga skúlarnir tíð 18. til 22. oktober.

Tað eru aftur hesa ferð 4., 5. og 6. flokkarnir, sum høvuðsdenturin verður lagdur á.

(Les meira......)

 
22.04.2010
Boomwhackers í skúlanum við Løkin
26. mars 2010 var skeið í Boomwhackers í skúlanum við Løkin. Luttakarar vóru sang og tónleikalærarar ymsastaðni frá úr landinum.
Umframt undirvísing frá Ásbirni Berthelsen og Óla Jákupi Joensen fingu luttakararnir eisini nakrar framførslur frá næmingum í skúlanum.

(Les meira......)
7.09.2009
Heimasíða um First Lego League í Føroyum.

Heimasíðan inniheldur upplýsingar um First Lego League kappingina í 2009.
Eisini inniheldur hon leiðbeiningar í at byggja og at programmera NXT-robottar, ið verða nýttir í kappingini.

Sí: www.skulin.fo/fll
03.09.2009
Orðabókagrunnurin gevur út spansk-føroyska skúlaorðabók.

Bókin er serliga ætlað miðnámsskúlunum. Í bókini eru útvald leitiorð, ið eru mest viðkomandi hjá miðnámsskúlanæmingum og øðrum, ið vilja læra spanskt.
Orðini eru skipað bæði í vanligt stavrað og í evni. Til hvørt kapittul eru nýggjar tekningar eftir listamannin Janus Guttesen.
Tær báðar Randi Meitil og Birgit Remmel, málfrøðingur og lærarar í sponskum og føroyskum í Hoydølum, hava skrivað bókina.
Orðabókagrunnurin fer samstundis at leggja 'beta-versjón' av nýggjum orðabókaportali út. Hesin portalur skal geva telduatgongd til allar tær orðabøkur, ið Orðabókagrunnurin gevur út - teirra millum móðurmálsorðabókina.
Nýggja bókin og portalurin verða løgd fram í Miðlahúsinum fríggjadagin 11. septembur kl. 16.

 

23.01.2009
KT-depil 10 ár.

Tað var tann 1. januar 1999, at KT-depilin var settur á stovn. FirstClass ambætarin var settur til tann 21. januar og teir fyrstu 6 brúkararnir vóru stovnaðir. 22. januar 1999 var fyrsta FC-skeiðið hildið. 16.178 brúkarar eru nú skrásettir í FirstClass skipanini. Fyrstu árini var KT-depilin bert fyri fólkaskúlaøkið. Síðani er depilin komin at fata um alt skúlaverkið.

19.01.2009
Heimasíða um orkutøl.

Á www.skulin.fo/orkutol er stovnað ein heimasíða um orkutøl. Vónandi verður síðan til hjálp í undirvísingini, t.d. í náttúru/tøkni og alis-/evnafrøði. Øll eru hjartaliga vælkomin at senda viðmerkingar og hugskot til heimasíðuna.

 

05.01.2009
Mánadagin 5. januar er FirstClass uppstigað - Unicode (UTF-8) er sett til.
Mælt verður til til at uppstiga til nýggjasta klientin (9.106).
Tey, sum hava klient við útgávunummari, ið er størri enn níggju, skuldu ikki merkt nakað.

FirstClass klientur 9.106 til PC (danskur) tak niður...
FirstClass klientur 9.106 til PC (enskur) tak niður...
FirstClass klientur 9.106 til MAC (danskur) tak niður...
FirstClass klientur 9.106 til MAC (enskur) tak niður ...

 

trykanturMMR hevur sett rágeva í starv á KT-deplinum.
Í starvið er sett Lena Lastein. Lena er Cand. scient Physical Oceanography frá lærda háskúlanum Bergen og hevur fleiri eftirtbúgvingar KT-økinum.
Lena hevur undirvísingarroyndir; hon er von at forrita og at gera heimasíður. Eisini hevur Lena tikið lut í fleiri verkætlanum, m.a. Fiskirannskónarstovuni, Fiskimálaráðnum, Oljumálaráðnum og Menningarstovuni.
Tað fyrstu tíðina kemur Lena at vera tætt knýtt at VITANET ætlanini, men tekur sær eisini av øðrum uppgávum KT-deplinum.
 

trykanturFyri summarfrítíðina fingu lærarar frá Sjúkrarøktarskúla Føroya handa prógv. Teir hava tikið námsfrøðiligt kt-kort, sum er skeið í kt við atliti at undirvísing. Skeiðið hevur verið skipað sum fjarskeið, býtt í  modul. Luttakararnir hava arbeitt í toymum í samstarvi við ein vegleiðara.
KT-deplinum hevur staðið fyri og samskipað skeiði.
trykanturAmbætarin var uppi aftur beint eftir kl. 16. 

trykanturVegna umsiting verður FirstClass ambætarin sløktur í dag 7. mars 2008 kl. 15. Vit skifta ambætara til FirstClass. Skiftið tekur nakað av tíð. Við tað, at stórur partur av arbeiðinum er gjørt, verður ikki roknað við, at ambætarin er sløktur í meira enn ein tíma, men tað kann taka nakað longur.

trykanturSambandið millum KT-depilin og veitara okkara er nú uppstigað. Ferðin er ferfaldað til 20 Mb.
Vónandi fer uppstigingin at gagna brúkaranum.

 

Móðurkærleiki.trykanturOkkara myndasavn økist alsamt. Nú eru 2384 myndir í savninum. Nýggjastu myndirnar eru av ryssu, ið folar.

 

trykanturStór uppstiging av FirstClass skipanini er framd týsmorgunin 20. mars. Uppstigingin hevur ávirkan á skriviborðið hjá øllum brúkarum. Teir brúkarar, sum brúka kagan, síggja stóra broyting, við tað at vinstrabreddin ikki er til longur, í staðin eru knappar komnir í erva. Nýggjur klientur kann takas niður í høgra bredda her á síðuni.

trykanturMikudagin 28. februar fingu 17 lærarar á Tekniska Skúla í Klaksvík handað Námsfrøðiligt KT-prógv fyri miðnámsskúlar. Tey byrjaðu skeiðið við innleiðsludegi í august 2005, og hava síðani arbeitt um netið gjøgnum First Class. Tey hava arbeitt í 6 toymum og hava tilsamans gjørt umleið 50 uppgávur, ið snúgva seg um undirvísing og KT-nýtslu. Próvhandanin var á Tekniska Skúla og Regin Ellingsgaard handaði teimum prógvini. KT-depilin ynskir teimum tillukku við próvnum.

trykanturVinnararnir av stuttsøgukappingini hjá KT-deplinum eru funnir. Samanlagt komu uml. 300 søgur inn til kappingina. Virðislønirnar vórðu latnar á samkomu í Mentamálaráðnum týsdagin 12. des. Les meira...

trykanturNýggjur FirstClass klientur er komin og kann takast niður í høgrabredda. Betringar er gjørdar m.a. í kalendara, leitimøguleikum og tabellum.

trykanturTað leggjast alsamt fleiri skúlar til listan yvir heimasíður. Skúlin á Fossánesi er síðsta íkastið í hesum yvirliti. Royn heimasíðuna hjá skúlanum her.

trykanturMánadagin 14. aug. fingu 22 lærarar úr Hoydølum Námsfrøðiligt KT-prógv fyri miðnámsskúlar. Hesi hava seinasta skúlaárið ment teirra førleikar at nýta kt í undirvísingini. Vit ynskja teimum tillukku við hesum og vænta at hetta kemur skúlanum til góðar. Fyrst í septembur fara 22 lærarar afturat í gongd við somu eftirútbúgving.

trykanturFerðin á internetsambandinum til KT-depilin er nú økt úr 2 Mbit til 5 Mbit/s. Talið á  brúkarum, ið eru inni í FirstClass skipanini samstundis, fer javnan upp um 100.

trykanturNæmingar kunnu nú velja sær aðra teldupostadressu í FirstClass skipanini. Broytingin verður gjørd við klientinum. Les meira undir Kunning/Góð ráð.

Leiðbeinandi lesiætlanin fyri kunningartøkni í undirvísingini, ið var send øllum skúlum, kann nú takast niður sum eitt PDF skjal.

Tofta skúli hevur fingið nýggja heimasíðu. Á heimasíðuni finnast m.a. upplýsingar um skúlan, næmingar og starvsfólk.

Nakrir næmingar á Handilsskúlanum á Kambsdali hava í samband við lærugreinina kunningartøkni gjørt sær heimasíður í FirstClass skipanini. Eitt yvirlit er at finna her.

Í Gøtu skúla hava tey gjørt nógv burturúr at prýða heimasíðuna til jóla. Har ber m.a. til at síggja myndarøðir av Lusiugongd og hvussu vakurt stovurnar eru prýddar.

Mánadagin 21. nov. vórðu virðislønirnar í yrkingakappingini hjá KT-deplinum handaðar í Mentamálaráðnum. Les meira her.

Visti tú av, at tað ber til at taka upp ljóð beinleiðis í FirstClass klientinum, og at ljóðið verður spælt av, tá ið brævið verður opnað? Les meira her.

Mánadagin 29. august fóru lærararnir á Føroya Læraraskúla undir eftirútbúgving innan námsfrøðiligt KT, nevnd Seminarie-IT. Skeiðshaldari og vegleiðari er Per Arne Rasmussen frá CVU Storkøbenhavn. Les meira...

Týsdagin 30. august byrjaðu 17 lærarar á Tekniska Skúla í Klaksvík við eftirútbúgving innan KT og námsfrøði. Skeiðsluttakararnir koma í útbúgvingini at menna sínar førleikar at nýta KT í undirvísingini. Les meira... 

Mikudagin 24. aug. fóru 21 lærarar á Føroya Studentaskúla & HF-skeiði í Hoydølum undir námsfrøðiliga KT-eftirútbúgving.  Tað mesta av skeiðnum fer fram umvegis internetið og stevnuskipanina FirstClass.

12 lærarar í handilsskúlanum á Kambsdali fingu hósdagin 23 juni handað námsfrøðiligt KT prógv. Í heyst fara 76 aðrir lærarar undir somu útbúgving.

9. b í Stranda skúla hevur verið námsferð í London. Í hesum sambandi, hava tey skrivað dagbók hvønn dag, sum kann lesast á heimasíðuni hjá Stranda skúla.

Talið av myndum í myndasavninum er nú farið upp um 1300. Sum nakað nýtt, ber nú til at senda inn myndaynski á síðuni.

KT-vørðir hava nýliga verið á skeiði og lært seg at taka upp og viðgera video á teldu. Brot av hesum arbeiði kunnu síggjast her.

Spam postur kann vera ein sonn plága, tá ið postkassin er fullur av óviðkomandi posti. Hesum kann ikki heilt sleppast undan, men við at brúka postreglur, ber til at linna um pláguna. Les meira á vegleiðingarsíðuni.

Hóast FirstClass ikki kann smittast við virus, hevur tað borið til at sent virus ígjøgnum skipanina. Um hálvan desember fingu vit sett til eina antivirus skipan, sum ger, at virus hvørki kann sendast til ella frá FirstClass.

Vegleiðingarsíðan til FirstClass er nú dagførd til klient 8. Royn hana og fá meira burturúr skipanini. Tú finnur síðuna í høgra bredda, og har finnur tú eisini nýggjasta klientin.

Myndasavnið fær alsamt fleiri myndir. Nú eru yvir 900 myndir á savninum. Leitar tú t.d. eftir fletting, fært tú 67 myndir, sum John Berg hevur tikið í samband við skurðin í heyst.

Nýggjur klientur til FirstClass er komin og kann takast niður í høgra bredda. Við nýggja klientinum ber m.a. til at gera tabellir í øllum skjølum.

Tað er vorðið alt meira vanligt hjá næmingum at brúka myndir í sínum skrivligu avrikum. Sum ein liður í menningini av okkara tænastum, hevur KT-depilin fingið gjørt eitt myndasavn, ið næmingar og lærarar kunnu nýta í undirvísingini. Í løtuni eru 650 myndir í savninum, men myndir verða alsamt lagdar afturat.

Á Føroya Handilsskúla í Kambsdali verður FHS-útbúgvingin nú sum hin fyrsta føroyska miðnámsútbúgvingin boðin út sum fjarlestur. Samskiftisamboðið í útbúgvingini FirstClass, ið hevur verið nýtt við góðum royndum seinastu 5 árini í skúlunum, verður veitt av KT-deplinum.

Sankta Frans skúli hevur fingið eina sera snøgga og upplýsandi heimasíðu. Les m.a. um, at Lítligarður skal gerast betur fyri teir smærru næmingarnar, ella hygg eftir myndunum frá fótbóltsdegnum.

Hósdagin 24. juni fingu 17 lærarar á Handilsskúlanum í Havn handað Námsfrøðiligt KT-prógv. Endamálið við eftirútbúgvingini er at menna teirra førleika til at nýta KT í frálæruni.

Í samband við at útbúgvingin av KT-vørðum er liðug, er gjørd ein heimasíða, har verkætlanararbeiði hjá teimum er at finna.

Fríggjadagin 4. juni fingu 20 nýggir KT-vørðir prógvini handaði. 
Endamálið við skeiðinum er, at luttakarar gerast førir fyri at røkja teldur og netskipan skúlans, leiðbeina lærarum, næmingum og leiðslu skúlans í tøkniligum og undirvísingarligum spurningum, ið viðvíkja KT.

Royn heimasíðuna hjá Gøtu skúlaNú hevur Gøtu skúli eisini fingið heimasíðu. Síðurnar eru sera umfatandi, og m.a. hevur skúlaleiðarin teig á forsíðuni við regluligum tíðindum. 

Kvívíkar skúli hevur fingið heimasíðu. Har ber m.a. til at fylgja við í byggingini av nýggja skúlanum og at síggja myndir frá konsertini hjá musikkskúlanum.

Nýggj heimasíða um trygd á internetinum er komin. Á síðuni finnast m.a. 10 góð ráð til foreldur um internetið og kunning um verkætlanina SAFT, har evnið er internetnýtslan hjá børnum og ungum.

Vit hava nú fingið fleiri møguleikar at logga á FirstClass. Umframt innlogging við klienti og vanliga atgongd við kaga, ber nú til at fáa samband um vevpost og farpost. Royn hetta á síðuni SAMHØLL.

Lærararnir á Miðnámsskúlanum í Suðuroy fóru týsdagin 3. feb. undir eftirútbúgvingina Námsfrøðiligt KT-prógv. Les meira her.

Visti tú av, at tað ber til at angra eina striking av einum brævi í FirstClass, um tú gert skjótt av? Les meira her.

Seinastu tíðina eru fólk farin at gremja seg um, at tey fáa nógvan hóppost. Hetta ber til at avmarka í FirstClass skipanini. Les meira her.

 
E-postur og stevnur


Lær at brúka
FirstClass

FirstClass klientar
 

Danskur (11,7 Mb)
Enskur (11,2 Mb)


til Mac (4,8 Mb)
til OSX (20,9 Mb)


til Linux

 
Leiðbeining