Notice: Undefined index: name in D:\Skulin.fo\FUGLAR\details.php on line 104
Far við músini um myndina!
Longd:              17 - 19 cm 
Vekt:                 150 g
Veingjaflog:   40  -  48 cm
Hygg at myndum av fuglinum.

Fulkubbin líkist álkuni, men hann er nógv minni enn hon. Fulkubbin er minsti svartfuglurin og ein av minstu sjófuglunum. Hann er hálsstuttur og køggutur á at líta, á stødd við staran. Veingirnir eru stuttir.

Flogið er títt sum hjá lundanum, og fulkubbin er ikki heilt ólíkur honum, tá ið hann flýgur. Veingirnir eru tó styttri, og hann er myrkur undir veingjunum, og tá ið hann svimur og flýgur, sær hann út at vera púra hálsleysur. Fulkubbi hevjar velið eitt vet, tá ið hann svimur, liggur hann djúpt í sjónum og kavar títt og kvikliga. Tá ið hann hvílir seg, liggur hann harafturímóti ikki so djúpt. Fulkubbin er kvikligari enn annar svartfuglur.

Larmar illa í verpingartíðini, men er annars tigandi.

Føði: krill.

Fulkubbi   -   Alle alle

Egg:gggggggggg   0    
Liggur á::::::::::::       0 dagar
Ungar floygdir::      0 dagar

Verpingartíð

Klekingartíð
Trýst á fyri størri mynd
Trýst á fyri størri mynd
Trýst á fyri størri mynd
Fulkubbin verpur í urðum og skriðum undir einum hamri ella bergi ella í rivum í berginum. Um veturin heldur hann mest til úti við havísjaðaran.

Fulkubbin er fuglaslag á kuldaleiðum. Næstur Føroyum er hann í Svalbarði og Útnyringsgrønlandi. Um aldaskiftið 1900 vurpu nøkur hundrað fulkubbapør í Ísland, á Grímsoynni, á Langanesi og møguliga eisini á Steininum, men heitari verðurlag er helst atvoldin, at stovnurin nú er minkaður niður í lítið og einki. Til fyri stuttum vurpu nøkur fá pør í Grímsoynni, har fulkubbin er strangliga friðaður, men eisini har vísir hann seg at vera horvin.

Sæst í Føroyum
Fuglurin er í føroyum hetta tíðarskeiðið.
Summar
Vetur
Útbreiðslukort