Notice: Undefined index: name in D:\Skulin.fo\FUGLAR\details.php on line 104
Far við músini um myndina!
Longd:              14 - 16 cm 
Vekt:                 25 g
Veingjaflog:   36  -  39 cm
Hygg at myndum av fuglinum.

Drunnhvítin er lítil og myrkur sjófuglur. Drunnhvítin er minsti sjófuglur í Evropa, eitt sindur minni enn sýldi drunnhvítin.

Sæð nakað burturfrá er frægast at kenna drunnhvítasløgini aftur á flognum. Sýldur drunnhvíti flákrar sum firvaldur og skiftir alla tíðina leið og ferð. Drunnhvítin hevur javnari ferð og flýgur beinari leið. Báðir tveir eru serliga fimir og lættir á flogi. Drunnhvítin flýgur mangan aftan á skipum til havs. Tá ið hann leitar eftir føði, flýgur hann heilt lágt yvir sjónum við lavandi beinum, sum rann hann eftir sjónum. Hann er tigandi, tá ið hann ikki er í bólinum. Til ber at hoyra eitt malandi murr úr holuni.

Føði:

Drunnhvíti   -   Hydrobates pelagicus

Egg:gggggggggg   1    
Liggur á::::::::::::       39 - 43 dagar
Ungar floygdir::      63 dagar

Verpingartíð

Klekingartíð
Trýst á fyri størri mynd
Trýst á fyri størri mynd
Trýst á fyri størri mynd
Drunnhvítin búleikast á sjónum og kemur bert á land at verpa. Verpingartíðin er long, og ungarnir eru leingi í reiðrinum. Hann verpur undir urðarsteinum og í holum og rivum í klettum og gosgrýtisfláum.

Drunnhvítarnir eru altíð fleiri saman, og bølið er stórt og tættbýlt. Fuglurin flýgur bert yvir land um næturnar.

Neyvan eigur so nógvur drunnhvíti saman sum í Nólsoy, men eigur annars allstaðnis, har rotta ikki er.

Sæst í Føroyum
Fuglurin er í føroyum hetta tíðarskeiðið.
Summar
Vetur
Útbreiðslukort