Veiðifalkur er stórur og hábærsligur ránsfuglur við longum, breiðum og spískum veingjum og breiðum veli. Hann er tann størsti fuglurin av falkaslagnum.
Falkurin flýgur við títtum og sterkum flogi og sæst ofta sveima við fúkandi ferð. Hann er bæði skjótur og fimur.
Á bústaðinum letur falkurin við hvøllum ýli og gorrar ilsliga, tá ið hann hevur hug at leypa á. Sum heild er hann tó eitt tigandi fuglaslag.
Føði:
í Íslandi mest rýpa, men eisini onnur fuglasløg og enntá hagamýs.
Egg:gggggggggg
3 - 5
Liggur á::::::::::::
35 dagar
Ungar floygdir::
49 dagar