|
|
|
Skúlin á Fossánesi Meginreglur
fyri atferðarreglur skúlans Til
næmingar skúlans: §
1.
Næmingarnir eiga at vísa fólkaligan atburð. §
2.
Næmingarnir skulu møta rættstundis og koma og fara hampiliga. §
3.
Næmingarnir fara í stovurnar, tá innringt er. §
4. Eingin
næmingur má uttan loyvi frá læraranum verða eftir í skúlastovuni ella á
gongini. §
5. Eingin
næmingur má í skúlatíðini fara úr skúlagarðinum uttan loyvi. §
6. Tað er
ikki loyvt at kasta órudd frá sær á skúlans øki ella uttanfyri. §
7.
Góðgæti er ikki loyvt at hava við í skúla, undantikið føðingardagar.
Tyggigummi má ikki undir nøkrum umstøðum takast við í skúla. Tað er ikki
loyvt at roykja á skúlans øki. §
8.
Næmingar eiga ikki at skriva á talvuna, uttan lærarans loyvi. §
9.
Vandamikið spæl, sum t.d. at kasta kavabløk, er ikki loyvt. § 10.
Tað er ikki loyvt at súkkla á skúlaøkinum. § 11.
Pengar ella virðislutir eiga, alt tað ber til, ikki at verða havdir við
í skúla. § 12.
Næmingar mugu ikki hava við sær í skúla lutir, ið kunnu skaða skúlafelagar
ella nakað, ið skúlin eigur. § 13.
Av tí at skúlabøkur eru so dýrar, mugu børnini ikki nýta net ella
plastikkposar, men skulu hava skúlatasku við føstum botni. Pappír skal vera
lagt væl og virðiliga um allar skúlabøkur. § 14.
Amboð, sum næmingurin hevur fingið frá skúlanum, eru at rokna sum lán.
Heimið hevur tí ábyrgd av, at amboðini verða væl og reinliga hildin. Til
kunningar verður sagt frá, at næmingar (foreldur teirra) kunnu fáa fíggjarliga
ábyrgd av lutum, sum verða oyðilagdir ella skalaðir. Skúlin
væntar hetta av foreldrunum: at børnini møta stundisliga at barnið er úthvílt at sjúkt barn verður hildið heima at børnin hava matpakka at
klæðini hjá børnunum eru merkt við navni. at
børnini hava skrivliga fráboðan um fráveruorsøk fyrsta dagin, tá
tey koma aftur í skúla. at
foreldur biðja næmingunum minst møguligt frí. at
lagt verður børnunum eina við at fara væl um skúlan og ognir hansara
sum t.d. bøkur o.a. at foreldur
skulu kannað eftir, at børnini hava øll neyðug skúlaamboð og bøkur
við. Til
kunningar verður sagt frá, at næmingar (foreldur teirra) kunnu fáa fíggjarliga
ábyrgd av lutum, sum verða oyðilagdir ella skalaðir.
Reglugerð fyri brúk av teldunum
§ 1 Teldan skal bert nýtast í samband við undirvísing.
§ 2 Tá ið tú heintar tína farteldu, tá ber hana varliga, við báðum hondum.
§ 3 Set telduna aftur at løða eftir brúk.
§ 4 Nýt bert tað teldu tú hevur rætt til.
§ 5 Tað er bert loyvi at at vitja heimasíður við góðkenning frá lærara.
§ 6 Brot á hesar reglur kunnu gera at tú ikki sleppur at brúka telduna.
|